Tíðindi

Hví skal Sernám knýtast at Námi?

Við bygnaðarbroytingunum í Mentamálaráðnum verður Sernám flutt, annaðhvørt at verða síðusett Námi ella at vera partur av Námi. Tað kemur ikki nóg greitt fram, hvussu sambandið millum stovnarnar verður, og hví teir skulu knýtast saman, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags.

05.02.2018

- Uppgávan hjá Sernámi er breið við kanningum og útgreiningum av børnum, og tí er hon serstøk; vit duga ikki rættiliga at skilja, hví Sernám og Nám verða knýtt at hvørjum øðrum, tí stovnarnir báðir eru heilt hvør sítt. Tað, ið lærarar fyrst av øllum vilja, er, at Sernám kemur tættari skúlunum; flytingin fer neyvan at broyta nakað í so máta.

Í uppriti um bygnaðarbroytingarnar í Mentamálaráðnum verður sagt, at sernámsfrøðiliga ráðgevingin skal skipast sum ein eind, sum hevur eitt ávíst knýti til Nám í síni ráðgeving í skúlaverkinum og dagstovnaøkinum.

- Sum er hava skúlaleiðslur og lærarar ikki verið nøgdir við Sernám, serliga tí bíðitíðin eftir serkønari hjálp er long, og tí næmingar, sum hava serligan tørv, fáa alt ov fáar tímar samanborið við, hvat teimum tørvar.

Sernám umsitur stuðulsskipanina til næmingar við serligum tørvi. Sambært formanni Føroya Lærarafelags hugsar Mentamálaráðið í nógv størri mun um fíggjarligu karmarnar heldur enn um veruliga tørvin.

- Skúlaleiðslurnar hava avmarkaða ávirkan á, hvussu stuðulstørv verða sett, tí í síðsta enda eru tað Sernám og Mentamálaráðið, sum tilluta lærara- ella námsfrøðiligar tímar. Og tað sampakkar ikki altíð við metingina hjá skúlanum av tørvinum.
- Lærarafelagið metir, at talið av lærarastuðulstímum er lutfalsliga lágt og lækkar, tí læraratímar kosta meira enn námsfrøðiligu tímarnir. Samstundis eru serliga lønarviðurskiftini hjá námsfrøðiligu stuðlunum so vánalig, at tað er ein avbjóðing at fáa námsfrøðingar at støðast, og ofta verða størvini sett við fólki uttan viðkomandi útbúgving.

- Tosað verður so nógv um, hvussu neyðugt tað er við fakligheit; tá ið talan er um sernámsfrøðiligaøkið, verður farið alt ov lætt um fakligheit. Pedagogfelagið og Lærarafelagið eru samd um, at børn og næmingar við serligum tørvi eiga at hava skikkað fólk sum stuðul, antin tað er lærari ella námsfrøðingur.

Í uppritinum um bygnaðarbroytingarnar, sum fara fram í Mentamálaráðnum, verður sagt, at fyrisitingin av tímajáttanini hjá Sernámi verður flutt í Undirvísingarstýrið, soleiðis at hetta liggur saman við restini av umsitingini av fólkaskúlanum. Í sambandi við at Undirvísingarstýrið skal umsita tímabýtið innan sernámsfrøðiliga økið, verður roknað við, at skipanir verða mentar fyri, hvussu hetta skal verða gjørt. Til hetta krevst, at neyðugir førleikar eru innan hetta fakøkið í Undirvísingarstýrinum, og at tætt samskifti er við sernámsfrøðiligu ráðgevingina og skúlarnar.

 

Víðari stendur, at orka verður flutt úr Sernámi í Undirvísingarstýrið, av tí at uppgávurnar viðvíkjandi tímabýti og samskifti við skúlarnar um hetta ikki longur liggja í Námi. Ein betri loysn á teimum skipanarligu og bygnaðarligu viðurskiftunum innan sernámsfrøðiliga økið í fólkaskúlanum kann verða við til at tryggja, at eitt betri fakligt tilboð verður veitt innan karmarnar, sum eru.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.