Tíðindi

Hví er tað so ringt at hugsavna seg?

Granskarar greiða frá, hví so er, og hvussu tú lættari fært hugsavnað teg

24.10.2019

Onkuntíð ber tað als ikki til at hugsavna seg. Tú situr í floksstovuni, og tú ert til roynd í enskum. Men heilin vil ikki. Hann vil bara hugsa um okkurt annað. Tað hevði verið so deiligt at sitið uttanfyri í sólini og slappað av. Og kanska verður tú óróligur av tí. Og stúrin um, at royndin í enskum fer at ganga illa. Hví er tað onkuntíð so ringt at hugsavna seg?

Strongd kann vera við til at oyðiliga hugsavnanina, halda granskarar. Ert tú órólig og stúrin um eitthvørt, kann heilin gerast troyttur. Og tá kann tað ganga út yvir royndina í enskum.

- Tað er umráðandi, at tú megnar at skúgva órógvandi tankar og tað, sum hendir rundan um teg, til viks, sigur Kenneth Hugdahl. Hann er heilagranskari og professari í biologiskari sálarfrøði við Universitetið í Bergen.

Tað er ikki nóg mikið bara at hugsavna seg. Tú mást eisini fyrireika teg til royndina. Ert tú strongd, er tað trupult at fáa alt tað, tú dugir, fram, tí strongd hevur nakað at gera við evnafrøðiligu evnini í heilanum.

– Vit fáa meiri av strongdar-hormonum, sum eita kortisol. Og tey órógva samskiftið við nervakyknurnar í heilanum, sigur Hugdahl.

Og kanska glíða tankarnir burtur frá royndini í enskum og út ígjøgnum vindeygað. Kanska hugsar tú um abban, sum er sjúkur, ella hvat tú skalt gera fyri at hava ráð at keypa nýggjar skógvar, áðrenn veturin kemur.

– Tað týdningarmesta er at vera til staðar, har tú ert. Tá ið eg eri til ein fyrilestur, er tað tað, eg skal savna meg um. Tá siti eg ikki og dagdroymi um gransking.

Tað segði heilagranskarin Kaja Nordengen til norsku avísina, Dagens Næringsliv. Tá var hon 26 ára gomul, og hon hevði arbeitt 14 tímar um dagin í 8 ár fyri at gerast lækni og granskari.

– Tá ið eg eri á starvsstovuni, hugsi eg ikki, at eg skjótt skal til próvtøku, sigur Nordengen, sum hevur skrivað bókina, Hjernen er stjernen.

Klárar tú at leggja tankarnar um fríkorter ella forelskilsi til viks eina løtu? Um so er ert tú á rættari kós, áðrenn tú skalt til roynd næstu ferð. Men tað er lættari sagt enn gjørt. Serliga um tú ert ein, hvørs tankar plaga at flúgva.

– Tá ið vit siga, at vit eru ikki hugsavnað, er tað heldur soleiðis, at vit brúka uppmerksemið at hugsa djúpt og grunda, at okkurt fer at henda.

Tað sigur Per Einar Binder, professari í sálarfrøði á Universitetetinum í Bergen. Hann granskar í mindfulness, sum er eitt slag av meditasjón, ið kann hjálpa ímóti strongd og tankum, sum plága og órógva.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.