Tíðindi

Hvussu verður arbeitt við inklusjón í fólkaskúlanum?

Tað hevur Frida Poulsen sett sær fyri at kanna. Hon hevur fingið stuðul frá Mentamálaráðnum umframt játtað trý ára granskingarstuðul frá Granskingarráðnum til ph.d.-verkætlan sína, sum hon nevnir Inklusjón í føroyska fólkaskúlanum. Frá politiskari visjón til íverksetan í einum spenni millum almanna námsfrøði og sernámsfrøði.

06.01.2020

Í september fór Frida Poulsen undir ph.d-verkætlan, har hon setur sjóneykuna á inklusjón í fólkaskúlanum.

- Eg taki støði í teirri støðu, sum er, hvat verður gjørt, tá ið talan er um inklusjón, hvørji rák er, hvørji tilboð eru og kunnu mennast víðari og so framvegis, og eg havi alla tíðina spennið millum almenna námsfrøði og sernámsfrøði fyri eyga. Ber tað yvirhøvur til at hava ein inkluderandi skúla, ella ber tað bara til til eitt vist? Nær er tað nóg gott, og nær eiga vit at tosa um annað tilboð til teirra, sum ikki verða inkluderað? Vónandi beri eg eygað við tilboð og undirvísingarhættir, sum benda á, at vit eru á eini góðari inklusjónskós, sigur Frida Poulsen.

Serfrøðin á økinum er eisini týdningarmikil. Í verkætlanini fer Frida Poulsen at hyggja nærri at, hvussu vit hava skipað okkum á hesum økinum.

- Vit hava stovnar sum Sernám, førleikastovur og Nám, sum hava til endamáls at veita lærarum og skúlum ráðgeving. Men hugsa vit inklusjón, tá vit hugsa ráðgeving? Nám veitir ráðgeving til tað almenna námsfrøðiliga økið, og Sernám veitir ráðgeving innan tað sernámsfrøðiliga. Tveir ymiskir stovnar, sum veita ráðgeving, samstundis sum vit vilja hava ein inkluderandi skúla. Tað er í sjálvum sær hugvekjandi, at ráðgevingin er pettað sundur í sernámsfrøði og almenna námsfrøði, tá vit samstundis vilja ein inkluderandi skúla.

Partur av verkætlanini hjá Fridu Poulsen verður nakrir royndarskúlar. Helst verður talan um einar fimm royndarskúlar. Hesir skulu helst vera ymiskir og arbeiða ymiskt við inklusjón.

Frida Poulsen vónar, at verkætlan hennara verður eitt íkast til gransking um inklusjón í føroyskum og í altjóða høpi. Seinastu 7 árini hevur hon starvast sum fulltrúi í Mentamálaráðnum. Hon er útbúgvin fólkaskúlalærari, cand.ped.ped.psyk. og hevur BA í stjórnmálafrøði. Komandi trý árini er hon í hálvum starvi á Fróðskaparsetri Føroya og hálvum starvi á Danmarks Pedagogiska Universiteti (DPU).

Les samrøðu við Fridu Poulsen um inklusjón í Skúlablað nr 6, 2019

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.