Tíðindi

Hvussu trívast lærarar, sum starvast í fólkaskúlanum?

- At kanna, hvussu lærarar trívast, er í grundini fyribyrgjandi arbeiði, tí ikki fyrr enn tú veitst, hvar avbjóðingarnar eru, kanst tú gera nakað við tær og arbeiða fram ímóti at loysa tær, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag

25.04.2019

Hvussu trívast lærarar, sum starvast í fólkaskúlanum í Føroyum? Tað vita vit ikki, tí eingin nýggj kanning er gjørd. Seinast, kannað varð, hvussu lærarar trívast, var Talis-kanningin fyri nærum 10 árum síðan og aftur trý ár seinni, men av tí at so fáir lærarar svaraðu seinnu Talis-kanningini, er hon ikki so eftirfarandi, sum hon kundi verið. Umframt er kanning eisini gjørd av strongd millum lærarar, men eisini tann kanningin hevur nógv ár á baki.

Á hvønn hátt saknar Lærarafelagið eina kanning av trivnaðinum hjá lærarum í Føroyum?

- Sum fakfelag sakna vit størri vitan um, hvussu lærarar trívast í sínum arbeiði, men eg vildi hildið, at evsti mundugleika okkara, Mentamálaráðið, eisini átti at verið áhugað í, hvussu lærarar og leiðslur trívast í starvinum. Besta loysnin hevði verið, um vit kundu samstarvað um eina slíka kanning. Vit eru áhugað í, at lærarar og leiðslur støðast; eru lærararnir ikki væl fyri í sínum arbeiði, fáa teir ikki gjørt eitt nóg gott arbeiði. Vit skulu verða nógv ár á arbeiðsmarknaðin, vit eiga at halda leingi á og hava orku til uppgávuna, men skulu vit tað, er umráðandi, at vit støðast í tí vit gera, og at umstøðurnar, vit hava at arbeiða undir, eru góðar. At kanna, hvussu lærarar trívast, er í grundini fyribyrgjandi arbeiði, tí ikki fyrr enn tú veitst, hvørjum umstøðum lærarar trívast í, og hvar avbjóðingarnar eru, kanst tú gera nakað við tær og loysa tær. Vita vit, hvussu lærarar trívast, vita vit eisini meiri um teir, sum ikki trívast. Hetta hevur alt við sálarligt arbeiðsumhvørvi at gera.

Tað er ikki ókent, at lærarar, sum eru dugnaligir undirvísarar og sum brenna fyri fakinum, brenna út í tíðarskeið, vísir Jacob Eli S. Olsen á.

- Tað, sum skúlaverkið og einstaki næmingurin eigur at fáa burtur úr læraranum, er treytað av, at allir lærarar eru væl fyri. Tá ið lærararnir eru væl fyri, er nærum einki mark fyri at fara undir spennandi og mennandi verkætlanir í skúlanum. Er lærarin ikki væl fyri, so er orkan ikki til at taka eitt eyka fet fyri at fáa alt at bera til. Fólkaskúlin hevur nógvar avbjóðingar; tann størsta er at hava ein lærarahóp og leiðslur, sum er væl fyri og trívist. Tá koma bygnaðurin og onnur viðurskifti í aðru røð. Hava vit ein lærarahóp, sum ikki er væl fyri og trívist, so ber einki á mál.

Grundgevingarnar at taka stig til eina trivnaðarkanning av lærarunum eru nógvar. Lærarafelagið vónar, at Mentamálaráðið saman við felagnum kann skipa so fyri, at ein kanning verður gjørd um ikki alt ov langa tíð.

- Tað kann vera kostnaðarmikið at gera eina slíka kanning, men tað er eisini kostnaðarmikið at lata vera. Tað er dýrari fyri samfelagið einki at gera.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.