Tíðindi

Hvussu tosa vit við børn um kríggj og ræðuleikar?

Professari hevur nøkur góð ráð til okkara um, hvussu vit kunnu skapa tryggleika um børn okkara, sum allatíðina hoyra um kríggj í miðlunum, umframt um hvussu vit kunnu taka ímóti børnum, sum flýggja undan kríggi

11.04.2022

Tíðindi um kríggj og familjur, sum flýggja, eru at hoyra og síggja alla staðni og alla tíðina í løtuni. Hetta kann elva til ótryggleika. Hvat kunnu vit gera fyri at fáa børn okkara at kenna seg trygg? Og hvat kunnu vit gera fyri flóttafólkini, sum longu eru komin til okkara, kenna seg trygg?

Jon Håkon Schultz, professari, hevur nøkur góð ráð til okkara. Hann hevur nógvar royndir at arbeiða við flóttafólki.

– Vit hoyra alla tíðina tíðindi um kríggj, sum ikki er langt burtur frá okkum. Tað er dramatiskt og ræðandi fyri bæði børn og vaksin. Børn hava vánaligar fortreytir til at seta alt, tey hoyra og síggja, saman til nakað, sum gevur meining. Tí tørvar teimum hjálp frá vaksnum, sigur Schultz.

Hann heldur, at tað kann vera krevjandi fyri summi vaksin, tí vaksin gerast stúrin av hesum. Børn fáa nógv meiri við, enn vit halda, men tey fáa bara smáar bitar við. Tí vantar teimum vitanina og lívsroyndirar fyri at seta alt saman til eina heild.

– Tí mugu vit forankra okkara egna tryggleika, áðrenn vit tosa við børn um hesi viðurskiftini, sigur Schultz.

Kunning, sum skapar tryggleika

Tað snýr seg um at vita eitt sindur um, hvussu vit sjálv reagera. Men tað hevur eisini týdning at taka dagar millum øll tíðindini, sum alla tíðina eru at hoyra og síggja.

– Ikki fyrr enn tá kunnu vit finna ta kunningina, sum skapar tryggleika.

Í dagsins miðlaveruleika er tað nærum ógjørligt at verja børn frá ræðandi tíðindum. Um vit bara lata børn klára seg sjálv og tulka tað, tey hoyra og síggja, sjálv, økja vit vandan fyri, at tey gerast bangin. Tað besta, sum foreldur kunnu gera, er at tosa við børn síni um tað, sum er hent, soleiðis at tey kunnu kenna seg trygg.

– Vit eiga at kanna eftir, hvat børn hava fingið við. Hjálpa teimum at fáa eina betri fatan av tí, sum hendir, sigur Schultz.

Gera vit ikki tað, so er vandi fyri, at børn gerast nógv bangnari enn teimum nýtast at vera.

– Hóast tað verður tosað og skrivað um, at kjarnorkuvápn kanska fara at verða brúkt í krígnum, sum er nú, og at ein triði heimsbardagi fer at bresta á, er tað ógvuliga ósannlíkt, at tað hendir. Tað er so ósannlíkt, at tað er í lagi at siga við børn, at tað ikki fer at henda.  

Schultz undirstrikar, at lærarar hava eitt týdningarmikið arbeiði at tosa við børn. Harafturat hava tey eina eyka ábyrgd fyri nøkrum ávísum børnum.

– Nøkur børn hava longu upplivað kríggj og eru flýdd. Hjá hesum børnum verður tann stóri miðlafloymurin av tíðindum frá krígnum eina áminning um, hvat tey longu hava upplivað. Minnini koma fram aftur og somuleiðis reaksjónirnar. Teimum tørvar, at lærarar og onnur eru meiri uppmerksom enn vanligt, sigur Schultz.

Schultz hevur granskað í nógv ár í, hvat børn halda vera ræðandi tíðindi. Her eru nøkur ráð frá honum.

Seks tips til at tosa við børn um ræðandi tíðindi:

1. Minst til, at børn fáa nógv meiri við, enn vit halda

Tíðindi eru ikki gjørd til børn. Børn kunnu fáa brot úr eini heild við, men teimum vantar royndir og kognitivan førleika at seta tíðindini inn í rættan samanhang. Tað kann gera, at tey gerast bangin fyri onkrum, sum tað ikki er grund fyri at vera bangin fyri.

2. Finn tín egna tryggleika

Minst til, at tað er ógvuliga ræðandi fyri børn, tá ið vaksin gerast bangin. Áðrenn tú tosar við børn um krígg og tíðindi um kríggj, so mást tú anda djúpt inn og finna tín egna tryggleika. Ja, nógv ræðuligt hendir, men sannlíkindini fyri, at nakað slíkt hendir, har tit búgva, eru nærum eingi. Lat børnini kenna henda tryggleikan.

3. Spyr, hvat børnini hava hoyrt

Kanna eftir, hvat børnini hava hoyrt, sæð og lisið. Ver proaktiv og bíða ikki til, at tey koma og spyrja. Finn út av, hvat tey hugsa um og svara spurningum, tey hava.

4. Tryggleiki, tryggleiki, tryggleiki

Goym ongantíð endamálið – at geva barninum tryggleika. Greið frá, at tað er munur á at vera bangin og at gerast kløkk, og at tíðindini gera vaksin kløkk, tí tað hendir so sjáldan, og tí tosa vit so nógv um tað. Tað merkir ikki, at okkum nýtast at vera bangin. Greið eisini frá, at vaksin ansa eftir børnum, og at teimum ikki nýtast at vera bangin fyri, at tað skal henda teimum ella øðrum, tey eru góð við, nakað.

5. Ikki bara tann eina samrøðan

Hav fleiri samrøður við jøvnum millumbili. Um børnini hava spurningar, tú ikki kanst svara alt fyri eitt, so sig við tey, at tit skulu finna út av tí og tosa meiri um tað seinni. Tað er umráðandi at fylgja upp upp á samrøðurnar. At koma aftur til spurningarnar skapar ein karm, sum ger, at børn skilja, at tað er gott at tosa um hesi viðurskiftini ofta. Tað hevur týdning at basa misskiljingum ella at børnini gerast bangin fyri øðrum eisini.

6. Minst til, at tú kennir títt barn best

Hóast tú ikki kanst vita fyri vist, hvat børn hava fingið við ella eru bangin fyri, veitst tú, hvussu tú kanst ugga títt barn og gera tað trygt. Ikki vera bangin fyri at taka hesa samrøðuna.

Umráðandi at flóttabørn sleppa í skúla

Schultz er professari á einum læraraseminari, og í tí sambandi hevur hann ment eina skipan, sum fleiri lond í Miðeystri hava tikið í nýtslu í sambandi við flóttafólk úr Sýria og Irak.

«Better learning program» (BLP) er ein verkætlan, sum er vorðin til í samstarvi við almennu flóttahjálpina. Henda skipanin hevur hjálpt lærarum at fyribyrgja trupulleikar, sum børn hava, tá ið tey uppliva kríggj, og hesum somu næmingum til at megna skúlan – hóast avbjóðingar.

– Skipanin er við til at minka um strongd, soleiðis at næmingarnir fáa yvirskot at læra og uppliva at megna at ganga í skúla, hóast alt tað ónda, sum hendir rundan um tey, sigur Schultz.

– At flýggja úr heimlandinum orsakað av kríggi er ræðuligt. Tað er ræðiligt fyri øll børn at uppliva at verða rikin frá húsi og heimi og teimum, tú ert góð við; nógv uppliva at fara frá pápanum undir dramatiskum umstøðum. Tað í sjálvum sær kann elva til trauma, sigur hann.

Skilnaður er tað ringasta

Hann greiðir frá, at tey yngstu børnini, tey ársgomlu og tvey ára gomlu, fáa við, at mamman grætur, ella at mamman og pápin ikki eru hjá teimum. Eldri børnini fáa nógv meiri við av tí, sum hendir, og tey kunnu gerast ógvuliga bangin. Tað síggja vit hvønn dag í sjónvarpinum.

– Men børn tola nógv av. Tað, tey tola minst av øllum, er skilnað. Børn tola ógvuliga nógv av, so leingi tey hava fólk rundan um seg, sum kunnu geva teimum tryggleika og umsorgan. Men tey hava brúk fyri tíð at kenna seg trygg aftur, tá ið tey koma til eitt nýtt stað, leggur Schultz dent á.

Hann sigur, at tað hevur týdning at fáa tak yvir høvið, mat og møguleikan at kenna seg trygg. So kunnu tey fara undir ymisk ítriv og virksemi.

– Tað, sum hevur størst týdning fyri børnini, er skúli og strukturur í gerandisdegnum. Tey mugu ikki vera skúlan fyri uttan, tí útbúgving hevur týdning. Men tað snýr seg eisini um tryggleika í gerandisdegnum, sigur professarin.

Tað er ógvuliga ótrygt at flýggja. Tað er ræðandi, men nógv royna alt tey kunnu at fáa tað besta úr støðuni, sigur hann.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni