Tíðindi

Hvussu styrkja vit okkara næmingar?

Hans Henrik Knoop, professari og granskari á Aarhus Universitet, er millum mest umbidnu serfrøðingar í Danmark, tá ið umræður menning, trivnað, læring og flow í skúlahøpi. 28. mai fer hann at hava evnisdag í Smæruni í Havn, har omanfyrinevndu evni verða viðgjørd.

11.01.2024

Ástøðið Self-Determination Theory og ástøðið um flow fara at hava ein avgerandi leiklut á evnisdegnum, men umframt at viðgera, hvussu fakfólk í fólkaskúlunum kunnu stuðla undir trivnað, flow og læring, verður eisini viðgjørt, hvussu vit í felag kunnu skapa størri sannlíkindi fyri, at næmingar ikki detta niðurímillum, og her hevur eitt hugtak, sum á enskum verður rópt antifragility, fingið uppmerksemi frá fakfólki seinastu árini.

Menniskju hava grundleggjandi lívvirkissligar tørvir á mati, drekka, hita og svøvni, skulu vit yvirliva. Men skulu vit samstundis trívast, so mugu ávísir sálarfrøðiligir tørvir eisini vera nøktaðir. Hans Henrik vísir til eitt væl prógvað ástøði við 50 ár av gransking, sum ferð eftir ferð hevur staðfest, at menniskju hava tríggir sálarfrøðiligar tørvir, ið eru avgerandi fyri, um vit trívast, eydnast og uppliva meining. Ástøðið kallast á enskum Self-Determination Theory, og danskarar nevna ástøðið selvbestemmelsesteori. Sambært hesum ástøði hava menniskju grundleggjandi tørv á at uppliva sjálvsavgerðarrætt (autonomi), førleika (at eydnast) og skyldskap (góðar relatiónir). Sambært Hans Henrik Knoop eigur nøktan av hesum trimum sálarfrøðiligu tørvum at vera grundleggjandi mál hjá lærarum fyri sínar næmingar, tí at eru hesir sálarfrøðiligu tørvir nøktaðir, so økjast sannlíkindi fyri trivnaði, meining, innaru motivatión og upplivingum av flow í skúlahøpi. Hetta er alt við til at styrkja okkara næmingar.

Hans Henrik hugleiðir: Í mong ár hava fakfólk tosað um, hvussu vit fáa børn og næmingar at gerast harðfør. Danskarar kalla hesi robust børn. Flestu fakfólk eru samd um, at tað er umráðandi at hava ávísa mótstøðumegi, tá ið vit kenna okkum bjóðað av í lívinum, og hetta mótstøðuførið verður m.a. skapt við, at næmingar trívast og uppliva at eydnast. Men seinastu árini hevur eitt áhugavert hugtak fingið uppmerksemi frá fakfólki, í samsvari við at eitt størri tal av børnum og ungum, sum mistrívast, er vorðið sjónligt. Hugtakið rópast á enskum antifragility. Danskarar nevna hetta antifragilitet: Fyrsta hugsanin vit hava, tá ið næmingar vísa viðkvæmi ella veikleika er, at hesir næmingar skulu verjast, og tað er ofta neyðugt at gera í eitt tíðarskeið, men andsøgn hendir, tá ið næmingar verða vardir og pakkaðir inn í ov stóran mun og ov leingi. Hugsanin handan antifragilitet er, at næmingar sálarfrøðiligt kunnu samanberast við immunverjuna. Immunverjan gerst betri og sterkari, um hon ikki verður ov vard, men heldur møtir hóskandi mongd av bakterium og mótgangi. Og á sama hátt gerast næmingar sterkari, um teir møta hóskandi avbjóðingum, og ikki verða ov vardir. Hetta er harafturat í samsvari við ástøði um flow, har rætta balansan av tí undirstýrda og yvirstýrda spæla saman, og næmingarnir kenna seg nøktandi bjóðaðar av og hugsavnaðar, samstundis sum teir fáa bygt upp sítt mótstøðuføri í sunnum umhvørvi, har sambondini eru góð, og tað kennist loyvt at feila.

Hvussu fakfólk í skúlunum meira nágreiniliga kunnu náa hesum málum, kemur nógv umbidni professarin at gera okkum klókari um 28. mai í Smæruni. Eisini er longri samrøða við Hans Henrik um hesi evni í komandi Skúlablaði.

Evnisdagurin, sum Hans Henrik nevnir: ”Fra skolevægring til skoleglæde: Hvordan man kan fremme flow, trivsel og faglighed for alle i skolen” verður ein blanding av framløgum, orðaskifti og venjingum.

Atgongumerki til evnisdagin fáast við at senda ein teldupost til salarfrodi@salarfrodi.fo.

Fyritøkan Sálarfróði skipar fyri tiltakinum.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.