Tíðindi

Hvussu stimbra vit hugin at lesa?

Tá ið fólk verða spurd, hvussu nógv tey lesa, siga nógv, at tey høvdu viljað, at tey lósu meiri; tað er tó ein sannroynd, at nógv okkara sjáldan ella ongantíð lesa bøkur á sama hátt, sum fólk fyrr lósu bøkur. Um fleiri og fleiri gerast vánaligir lesarar, kann tað í framtíðini ávirka samlaða útbúgvingarstigið, men hvussu fáa vit tíð at seta okkum at lesa og kava niður í eina bók, tá ið strævni gerandisdagurin áhaldandi bankar á?

03.09.2021

Fyri at svara hesum spurningum hava granskarar og bókasøvn í Norðurjútlandi í Danmark verið saman um verkætlanina Ro(man)TID; verkætlanin er uppsøkjandi arbeiði, sum fer fram á nøkrum arbeiðsplássum, sum frammanundan hava ein felagsskap, og sum vóru mett at kunna virka í einum felags lesiátaki.

Bókavørðirnir tosaðu vit starvsfólkini og góvu teimum einsæris vegleiðing, tá ið talan er um lesifortreytir, lesiforðingar, lesimynstur og lesiáhugamál. Tilgongdin var fyrst at finna útav, hvat fer við tíðini hjá tí einstaka í gerandisdegnum, um somu tíð at gera eina málrættaða ætlan í kjalarvørrinum á tí; henda ætlanin var eitt nú val av bókum. Henda tilgongdin vísti seg at vera rættiliga góð fyri at fáa í lag ella halda fast við góðar og varandi lesivanar hjá teimum, sum tosað var við. Í verkætlanini fingu øll, sum tóku lut, hjálp til at seta greið, veruleikakend og meiningsfull mál fyri lesingini, at finna tíð í gerandisdegnum, har lesingin kann fara fram uttan at verða órógvað og at skapa lesiflow.

Lesiflow

Men hvat er lesiflow? Frans Ørsted Andersen frá DPU á Aarhus Universiteti er ein av granskarunum í verkætlanini; hann hevur í mong ár granskað í flowástøði, sum hevur samband við hetta at vera burtur og gloyma seg í tí, tú lesur. Flow er sambært Andersen ein støða, sum kemur í, tá ið tú ert í holt við eina uppgávu, sum tekur alt títt uppmerksemi, har tú ert hugsavnað og eldhugað, og har tíðarfatanin broytist: ”At vera í flow er ikki bara at slappa av. Tað er ikki bara at vera mindful. Tað er eisini at vera í holt við okkurt, sum bjóðar teg av. Kjarnin í djúpari lesing er flowstøðan. Tað liggur í flowhugtakinum, at tú ert burtur í tí, tú gert, júst tí at tað, tú gert, fær teg í ta støðuna. Tú gert tað ikki, tí at tú fært løn fyri tað ella likes á teimum sosialu miðlunum.”

Ert tú hugsavnað og púra burtur í tí, tú lesur, kann tað sambært Andersen verða samanborið við at meditera, og hóast tú lesur um ógvislig viðurskifti, sum til dømis morð og kríggj, so er strongdarhormonlegan í kroppinum kortini í javnvág, tá tú ert púra burtur í einum teksti. Til dømis økist framleiðslan í kroppinum av dopamin eisini við lesing, eins og hon ger, tá ið tú drekkur kaffi, rúsdrekka ella roykir marihuana. Flow er bæði mentalt og fysiologiskt ein sunn støða at vera í, sum eitt nú kann virka ímóti strongd.

Lesing er langt niðri á to-do-listanum

Men tað at vera púra burtur í einum teksti er sambært Andersen ein mentanarteknikkur, sum er við at hvørva í stórum parti av fólkinum. Nakrar av teimum stóru lesivanakanningunum vísa, at eisini tey við hægri útbúgvingum hava avbjóðingar við lesing, og nógv siga, at hóast tey fyrr hava havt stóra gleði av at lesa og fingið orku av at lesa, so hava tey ikki longur tíðina; lesing er rokin langt niður á to-do-listanum.

Tá ið verkætlanin fór av bakkastokki, hugsaði Andersen tí, at tað fór at gerast ein ógvuliga stór avbjóðing at fáa fólk at kava djúpt niður í lesingina (aftur): ”Vit eru uppi ímóti stórum altjóða rákum, og tí helt eg, at tað var ómøguligt at broyta nakað við bara at fáa fatur á nøkrum bókavørðum og granskarum, sum runnu onkrastaðni í Norðurjútlandi eina tíð. So eg var ógvuliga bilsin, hvussu væl tað kortini hevur eydnast.” Andersen vísir á, at góða úrslitið av hesi verkætlanini skyldast, at vit menniskju hava í okkum evni at verða burtur í onkrum, hóast vit hava nógv um oyruni. ”Kanska er tað tað, sum ger okkum til menniskju í veruleikanum, tað, at vit ikki bara handla út frá impulsum og gera tað neyðuga her og nú, men at vit eisini hugsa um annað.” Hann sipar til, at handalig ítriv, so sum at seyma, hava havt stóran framburð í koronatíðini. Fólk fara aftur til ymiskt virksemi, har hugdýping er í miðdeplinum.  

Lesing í skúlanum eigur at taka støði í persónliga møtinum

Kann RO(man)TID siga okkum nakað um, hvussu vit stimbra lesihugin í skúlanum? Andersen leggur dent á, eldhugin hjá lærarum og innlivingin hjá teimum í lívsmyndina hjá næmingunum er ógvuliga umráðandi. Hann grundar hetta við at vísa til, at tað í stóran mun eru dreingir og menn, sum hava hava trupulleikar við lesing. ”Um vit bara gjørdu lesivanakanningar millum konufólk í øllum aldri, var tað í grundini eingin trupulleiki. Tað eru ikki nógvir menn, sum orka at sita og lesa eina heila skaldsøgu. Summar av kanningunum, sum eg havi verið við til at gera, vísa, at dreingir frá 5.-6. flokki og allan vegin upp í útbúgvingarskipanini – sum heild allir teir, sum ikki taka eina bókliga útbúgving – í grundini gjarna vilja lesa; kunnu vit miðla eina bók til teirra, sum hevur teirra áhuga, so kunnu teir brádliga verða fangaðir.”

Andersen tekur sjálvsævisøguna Jeg er Zlatan um fótbóltsspælaran Zlatan Ibrahimovic fram sum dømi um bók, ið talar til nógvar dreingir, sum ikki hildu, at teir nakrantíð fóru at lesa eina bók. ”Bókavørðirnir í RO(man)TID máttu sanna, at tað passiva bókasavnið røkkur ikki nóg langt. Tað er neyðugt at gera uppsøkjandi arbeiði, og tú mást hava andlit-til-andlits-samrøður við fólk; sama um tað eru dreingir í skúlanum ella lastbilsjaførar, so mást tú seta tað í samband við okkurt av áhugamálunum, sum tey annars hava. Tá kann nógv henda.” Í skúlanum snýr tað sum um, at lærarin ger nakað av tí sama, sum eisini verður gjørt í væl eydnaðum verkætlanum, nevniliga at geva næmingunum einsæris vegleiðing, tá ið talan er um lesifortreytir, lesiforðingar, lesimynstur og lesiáhugamál út frá at liva seg inn í lívsverðina hjá næmingunum og at vera uppsøkjandi og at lurta áhugað til tað, næmingarnir hava at siga.

Ein eksistensjell samrøða

Frans Ørsted Andersen undirstrikar, at lærarar ikki skulu himprast við at velja bókmentir, sum hóska til einstaka næmingin: ”Allir næmingar verða ikki fangaðir av rithøvundum sum Tove Ditlevsen ella Idu Jessen. Tað, vit hava gjørt í hesi verkætlanini, er at spyrja fólk, hvat fyri áhuga tey hava, og tí hevur tað verið ógvuliga áhugavert at gjørt eina persónliga tíðarkortlegging. Øll, sum tóku lut, vórðu nevniliga skelkað yvir, hvussu nógv spilltíð fer við at sita við snildfonini og sansaleyst kekka eitt og annað og dáma hetta og hitt, alt meiri ella minni einkisigandi. Ógvuliga nógvir lesivegleiðarar í skúlanum hugsa nógv um lixtal, men vit mugu leggja upp fyri lívinum, sum næmingar liva, og nær teir hava møguleika at seta seg niður at lesa. Tað verður nærum ein eksistensjell samrøða, sum kann vísa næminginum, at bókmentir kunnu hava nakað at siga fyri, hvat gongur fyri seg rundan um tey hvønn dag, og kann hava virði, geva nakrar upplivingar og somuleiðis dannilsi. Men tað er sjálvandi nakað, sum krevur tíð.”

Andersen heldur eisini, at tað er umráðandi, at lærarin koplar ta persónliga forteljingina tilvitað saman við lesingina hjá næminginum og bjóðar veruleikanum inn um skúlans gátt. “Tað kann gerast við at bjóða rithøvundinum ella bóndanum, einligu mammuni ella tilflytaranum, og biðja tey fortelja frá sínum lívi og síðan kopla tað til bókmentir, sum eru um hesi evni. Tað persónliga møtið og persónligi eldhugin koplað til, har næmingurin er.”

Ein áheitan til sjálv at skriva

Síðstu ráðini hjá Andersen er ein áheitan til lærarar og námsfrøðiligar granskarar um sjálv at fara undir at skriva bókmentir til næmingar, sum hava ilt við at seta seg at lesa. Hann hevur tí sjálvur skrivað eina skaldssøgu, sum er vorðin til orsakað av eini gjøllari viðgerð av Jeg er Zlatan. Bókin snýr seg um danan Chris Madsen, hvørs lívssøga hevur nógv felags eyðkenni við lívið hjá Zlatan; hann hevur fingið nógvar góðar afturmeldingar, serliga frá dreingjum og monnum, sum halda, at teir við at hava lisið bókina hava fingið hug at lesa. Og tað skal lesast, tí sum Andersen endar við at siga: ”Gransking í lesing hevur altíð sagt, at tú lærir at lesa við at lesa, so vit eru noydd at vera í gongd og lesa og ikki bara brúka alla tíðina at rulla fingrarnar eftir skíggjum og avkoda myndir og yvirskriftir.”

Anders Simmelkiær Laraignou hevur skrivað; greinin er at finna á heimasíðuni videnomlaesning.dk

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.