Tíðindi

Hvussu sær talgilda boð- og setningsbókin út?

Í dag, tá yngra barnið gongur í 9. flokki, eru so nógvir ymsir samskiftispallar, at eg onkuntíð ynski meg aftur til góðu, gomlu dagarnar. Annika Sølvará, fyrrverandi forkvinna í Heimi & skúla

20. desember 2018

Tá børnini hjá okkum gingu í yngru flokkunum, høvdu vit eina boð- og setningsbók til samskiftið millum heim og skúla. Var talan um fund ella annað, fingu børnini eitt pappír við heim í boðbókini. Um okkurt átrokandi ella álvarsligt var á vási, varð telefonketan nýtt. Í dag, tá yngra barnið gongur í 9. flokki, eru so nógvir ymsir samskiftispallar, at eg onkuntíð ynski meg aftur til góðu, gomlu dagarnar (sum nokk ikki vóru so góðir kortini, men tit vita, hvat eg meini, ha?).

Fleiri skúlar í Havn eru partur av Vitaneti og brúka skipanina í størri og minni mun. Okkara skúli hevur brúkt Vitanet í fleiri ár. Hetta er ein einvegis skipan frá skúlanum, har vit foreldur og næmingar síggja skráseting av uppmøting og boð um skúlating.

Eg las í farnu viku, at ein lærari hevði skrivað:  "Eg havi lagt ein stíl til tykkum inni á Teams." Vit tosa javnan um skúlan og skúlatingini heima, og eg spurdi so, hvat stílaevnið var. Tað visti sonurin ikki, tí har stóð einki í Teams um hetta. Tað eru bert næmingarnir, sum hava atgongd til Teams. "Jamen, tað stendur á Vitaneti?! Hvat gert tú so?," spurdi eg. "Eg veit ikki, har stendur einki á Teams," var púra róliga svarið. Hetta var helst onkur villa, sum verður rættað, men eg hugsi, hví hetta ikki bara var lagt á Vitanet. Nú er sonurin so vaksin, at hann sjálvandi skal fylgja við sjálvur, og tað ger hann. Men tað var munin lættari, um vit ikki skuldu leitað eftir boðum á fleiri støðum. 

Hetta er bara eitt av fleiri dømum um, at okkara skúli gevur boð á fleiri støðum. Í onkrum føri verður samskift við næmingarnar í einum afturlatnum Facebook-bólki. Sum foreldur fáa vit av og á teldupost, t.d. um foreldrafundir. Onnur boð koma umvegis heimasíðu skúlans. Skal eg samskifta við skúlan, so brúki eg teldupost ella sms, tað ber ikki til at senda boð í Vitaneti. Og so hava foreldur í fleiri flokkum sín egna Facebook-bólk, onkuntíð er flokslærarin við, onkuntíð ikki.

Aðrir skúlar hava aðrar skipanir, summar einfaldari, og aðrar líka fjølbroyttar sum okkara.  

Eg hugsi, at tá eg haldi hetta vera troyttandi, so má hetta vera nakað troyttandi hjá næmingum, lærarum og serliga hjá foreldrum, sum ikki eru títt á telduni.

Eg eri sjálv ein av teimum, sum eri virkin á øllum hugsandi talgildum pallum, og eg havi ikki trupult við at brúka teir. Kortini kundi eg hugsað mær, at tað verður vald ein skipan í Føroyum, har øll boð verða savnað, so til ber hjá lærarum, næmingum og foreldrum at samskifta skjótt og einfalt. Hetta hevði passað væl í ætlanirnar hjá tí almenna um Talgildu Føroyar. Eg rokni við, at ein felags skipan hevði bøtt munandi um samskiftið millum heim og skúla og eisini millum foreldur og børn um skúlan. Rúm er avgjørt fyri batum.

Eg veit, at fleiri skúlar hava leiðreglur fyri samskifti, t.d. at nýta boð- og setningsbók til og við ein ávísan flokk og síðan onkran talgildan miðil. Eg havi sjálv roynt at arbeiða við hesum evninum í skúlastýrinum, men vit vóru ov ambitiøs, og av tí sama kom einki endaligt burturúr.

Í grundini skuldi tað ikki verið neyðugt, at hvør skúli og hvørt skúlastýri brúkar tíð upp á at gera leiðreglur á hesum økinum. Vit hava ein fólkaskúla, og her kundu felags leiðreglur frá Mentamálaráðnum verið hentar saman við einum hóskandi talgildum amboði. 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.