Tíðindi

Hvussu nógv verður fjølritað í fólkaskúlanum í dag?

Árliga kanningin hjá Fjølriti av brúkinum av vardum verkum í fólkaskúlunum kring landið byrjar mánadagin 13. november og heldur fram í tvær vikur, til sunnudagin 26. november.

10.11.2023

Endamálið við kanningini er tvíbýtt: 1) at fáa til vega talgrundarlag til at rinda út viðurlag til rættindahavarnar, og 2) at kanna hvussu fjølritan fer fram í fólkaskúlanum í dag.

Fjølritan fyrr og nú

Avtalan millum kommunurnar og Fjølrit gevur skúlunum loyvi til frítt at fjølrita tilfar, sum er vart av upphavsrætti – við nøkrum fáum avmarkingum. Fyrr var næstan bara talan um fjølritan við kopimaskinu, men nú fer nógv fjølritan fram talgilt, og hetta ger tað truplari fyri lærarar at gera av, nær talan er um fjølritan. Dømi um talgilda fjølritan eru: at deila tilfar sum pdf, at deila tilfar, sum liggur á netinum (heimasíður og annað), at vísa tilfar á samvirknari talvu, at brúka undirvísingartilfar, sum aðrir lærarar hava gjørt.

Undantøkini

Sumt tilfar er frítt at brúka hjá lærarunum og tískil ikki neyðugt at skráseta í kanningini. Dømi um hetta er tilfar, sum skúlin frammanundan hevur hald til og tí rindar fyri (so sum lærupallar, tíðarrit og alfrøðir á netinum o.tíl), og tilfar sum er almannaogn (t.e. um tað eru meira enn 70 ár síðan upphavsfólkið doyði). Sumt tilfar á heimasíðum er eisini frítt at brúka, men einans um tað greitt er tilskilað á heimasíðuni, at tilfarið er frítt at brúka.

Luttøka í kanningini stuðlar lokalari list og mentan

Um skúlar brúka vart tilfar hjá lokalum upphavsfólkum, so sum lokalum listafólkum, blaðfólkum, fotografum, rithøvundum og øðrum, hava hesi rætt til at fáa viðurlag frá Fjølrit fyri nýtsluna. Men tað kann bara lata seg gera, um Fjølrit fær upplýsingar um hetta brúkið. Tí er tað so umráðandi fyri menningina av lokalu mentanini og listini, at so nógvir lærarar sum til ber svara árligu kanningini hjá Fjølriti.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.