Tíðindi

Hvussu nógv fyllir fólkaskúlin í valskráunum?

Vallyftini eru mong, og tey spenna víða. Eins og undir seinasta løgtingsvali fyllir fólkaskúlin lítið í kjakinum, og tað er eisini sera ymiskt, hvussu nógv flokkarnir gera burtur úr fólkaskúlanum í valskráunum. Vit hava hugt nærri at valskráunum hjá øllum flokkunum fyri at vita, hvørjar ætlanir teir hava fyri fólkaskúlan, um teir koma til valdið.

29.11.2022

Fólkaflokkurin sigur, at kreativu og handaligu lærugreinirnar skulu styrkjast. At skúladagurin skal styttast, og at fólkaskúlin skal byggja á kristna siðalæru og føroyska mentan. Hann vil, at karmarnir hjá fólkaskúlanum til frama fyri trivnaðin hjá næmingum og lærarum skulu bøtast, og at lærarar skulu fáa meiri tíð at fyrireika undirvísing og til næmingin – og hava minni tíð til óneyðuga umsiting. Sernámsøkið skal endurskoðast og betrast, og møguleikarnir hjá frí- og privatskúlum skulu verða støðugt betri.

Sambandsflokkurin sigur, at fólkaskúlalógin skal dagførast, soleiðis at m.a. skúlaflokkar gerast smærri, og tímatalið verður endurskoðað.

Javnaðarflokkurin sigur, at børn og ung skulu hava betri atgongd til mentan og list – bæði gjøgnum fólkaskúlan, føroyskt tilfar og musikkskúlan. At skúladagurin skal styttast, og heldur enn at skipa hann sambært landsroyndum og PISA, skal hvørt barn hava meira beinleiðis læraratíð. Leikluturin hjá flokslæraranum skal styrkjast, og vit skulu hava tvílæraraskipan í øllum flokkum í grunddeildini.

Sjálvstýri sigur, at fólkaskúlin skal í størri mun fevna bæði tey, sum vilja tann bókliga vegin, og tey sum vilja tann handaliga vegin.

Tjóðveldi sigur, at alt undirvísingartilfar í fólkaskúla og miðnámi skal vera dygdargott og tíðarhóskandi føroyskt tilfar. At næmingatalið í smæstu flokkunum verður sett niður, og at eftirútbúgving og førleikamenning til námsfrøðingar og lærarar verður styrkt. Tey vilja eisini, at sernámsøkið verður styrkt.

Framsókn sigur, at býtið við tímum og lærugreinum eins og floksstødd í fólkaskúlanum eigur at verða endurskoðað. Føroyskt undirvísingartilfar skal raðfestast á øllum stigum. Eitt serligt fokus má setast á føroyskt sum annaðmál.

Miðflokkurin sigur, at ein barna- og skúlamálaráðharri við fyridømi úr Íslandi eigur at verða settur, og at dagføringin av fólkaskúlalógini eigur at halda fram.

Er nakað, sum gongur aftur í valskráunum? Jú, tríggir flokkar vilja raðfesta tað kreativa og handaliga. Tveir flokkar vilja dagføra fólkaskúlalógina – hetta arbeiðið er annars í gerð. Tríggir flokkar vilja endurskoða tímatalið hjá næmingum, og somuleiðis tríggir flokkar, sum vilja endurskoðað næmingatalið í flokkunum. Tveir flokkar vilja bøta sernámsfrøðiliga økið, og tveir flokkar vilja raðfesta føroyskt undirvísingartilfar.

Sí allar valskráirnar:

A

https://indd.adobe.com/view/27e4f0db-19e7-4608-bdec-19519220aa80?fbclid=IwAR1lBUQ0jLWCpHp4uFsn71Z5ZPcx2XR9lMhhr7PfQeMEF7x7olp-JnHvt3s

B

http://www.samband.fo/Default.aspx?Id=17581

C

https://www.j.fo/Files/Files/Javna%C3%B0arflokkurin.pdf

D

https://sjalvstyri.fo/?fbclid=IwAR00UUVcS-EHbPZyNc3m1sFWrejYNhYgkhrX0_LR2JMccTH0d_T5bIce6R8

finni ikki valskránna hjá D

E

https://www.tjodveldi.fo/wp-content/uploads/2022/11/LV22_Valskr%C3%A1_Full-longd-1.pdf

F

https://framsokn.fo/wp-content/uploads/2022/11/F-valskra.pdf

H

https://midflokkurin.fo/175

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.