Tíðindi

Hvussu hjálpa vit børnum og ungum, sum hava skaðiliga kynsliga atferð?

Tá ið børn og ung eru fyri kynsligum ágangi, eru tey, ið fremja brotsgerðina, í nøkrum førum børn. Hesum børnum tørvar hjálp, men vitanin um, hvussu vit hjálpa teimum best, er ikki nóg góð, staðfestir kanning

09.11.2018

– Tey, sum skulu hjálpa børnum, sum fremja kynsligan ágang móti øðrum børnum, hava ikki nóg stóra vitan um, hvussu tey kunnu hjálpa børnunum. Teimum tørvar, og tey eftirlýsa, størri vitan, sigur Ines Blix, granskari við Nasjonalt kunnskapssenter om vold og traumatisk stress (NKVTS).

Hon hevur staðið á odda fyri eini verkætlan, sum kannar, hvussu kommunurnar kring alt Noreg samstarva um skaðiliga kynsliga atferð.

Blix og starvsfelagarnir hava gjørt ein spurnarundu og samrøður við yrkisfólk úr ymsum økjum og stovnum, sum hava royndir við børnum og ungum við trupulleikakendari ella skaðiligari kynsligari atferð. Umframt hevur hon gjørt samrøður við granskarum, sum arbeiða í barnaverndini. Í september í ár var álit og kanning av evninum almannakunngjørd.

Yrkisfólkini, sum tóku lut í kanningini, høvdu ikki nóg holla vitan um lógarverkið, sum tey arbeiða innanfyri í málum, sum hava við óynskta kynsliga atferð at gera. Tey vóru heldur ikki nóg trygg í lógarkørmunum hjá teimum, sum tey samstarva við. Serliga eru fólk ymisk á máli um, hvørt tey kunnu geva upplýsingar um skaðiliga kynsliga atferð víðari til aðrar stovnar.

– Nógv hildu, at størri kunnleiki um lógarverkið og tagnarskylduna fer at bøta og lætta um samstarvið tvørtur um stovnarnar, sigur Blix.

Norunn Vorland sigur, at í Noregi fáa ov fá børn við skaðiligari kynsligari atferð tilboð um viðgerð í barna- og ungdómspsykiatriini.

– Fólk, sum arbeiða í barnaverndini siga, at tey onkuntíð velja at melda børn, sum eru undir illgruna at fremja kynsligan ágang, til politiið fyri at tryggja, at tey fáa hjálp frá skikkaðum heilsustarvsfólki. Tað er ikki nøktandi, at vegurin til nóg góða hjálp til børn og ung má umvegis løgregluna, sigur Vorland.

Hvussu nógv børn og ung hava skaðiliga kynsliga atferð er tal ikki sett á, men hesi børnini eru til, og teimum tørvar hjálp. Mangan umfatandi hjálp. Kynsligu gerðirnar, sum børnini hava framt á onnur børn, kunnu vera í stríð við lógina og krevja, at neyvari kanningar verða settar í verk. Samstundis tørvar hesum børnum nógva hjálp á nógvum økjum.

– Slík børn kunnu stríðast við atferðartrupulleikar og mørk, umfatandi relatiónstrupulleikar og ein uppvøksur við ágangi og vanrøkt. Tí er sera umráðandi, at hvørt einstakt yrkisfólk og hvør einstakur stovnur tekur ábyrgd og tekur virkið lut á sínum førleikaøki, sigur Blix.

Kelda: forsking.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.