Tíðindi

Hvat útbúgva vit tey ungu til?

Í vikuskiftinum fekk eg viðmælt at hyggja at ”Debatten” á DR2. Henda sendingin hevur heitið ”Hvad (ud)danner vi de unge til?” Ein stak áhugaverd sending, sum hevði nógv spennandi sjónarmið á skránni. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

08.02.2019

Í Danmark hevur man viðtikið eina regulering av fólkaskúlareforminum soleiðis, at børnini skuldu vera minni í skúla. Sendingin vildi fáa greiðu á, hvørja ávirkan lógarbroytingin hevði, men mest av øllum, hvat vit ynskja við útbúgvinagskipaninni, sum vit hava.

Sum eg skilti, so hevði henda lógarbroytingin onga ella lítla ávirkan á skúladagin hjá børnunum, so um hugskotini eru góð, so er ikki altíð, at vit fáa tað burturúr, sum vit ynskja. Tað ljóðar gott, at børnini eru minni í skúla, men skulu hava sama tað sama burtur úr skúlanum.

Tað er altíð lættast at hoyra og taka tað til sín, sum man er samdur við. Vit hava eisini nakað lætt við at hoyra, hvat verður sagt uttanlands og geva skilagóðum fólki rætt. Okkara skúlaskipan er ikki heilt sambærilig við donsku skipanina. Eitt nú hava børn í innskúlingini 30 tímar um vikuna, sum nú skal styttast til 28, afturímóti okkara 24 tímum. Tí mugu vit eisini hava hesar ymiskleikar í huga, tá vit samanlíkna.

Tað, sum veruliga fingu míni oyru spískað, var, tá tosið kom inn á nýtslu av fartelefonum í skúlanum. Skúlastjórin Lise Ammitzbøll la Cour hevur valt  at hava fartelefonfrían skúla. Hetta inniber, at ongar fartelefonir eru at síggja, frá tí skúlin letur upp kl. 7.00 á morgni, til skúlin stongir kl. 17.00. Sum lærari haldi eg, at hetta kann vera ein góð loysn. Serliga hjá ungu skúlanæmingunum, sum hava ómetaliga trupult við at hugsavna seg, tá tey hava fartelefonina hjá sær.

Imran Rashid, lækni og rithøvundur, sigur, at vit hava ikki nóg haldgóða gransking til at siga, hvørja ávirkan fartelefonin hevur á okkara lív og sosialu samveru. Hann vísir á, hvussu programmini eru skipað til at gera nýtsluna til ein vana hjá okkum brúkarum. Tað er henda skipanin, sum órógvar okkum, tí vit fáa ein (ó)vana at hyggja á telefonina nógvar ferðir um dagin. Rashid vísir eisini á, at um fartelefonin var ljóðlarmur, høvdu vit ikki góðtikið hetta sum nakað, vit mugu læra okkum at liva við.

Nadeen Aiche, studentaskúlanæmingur, er sera ósamd. Hon heldur, at skúlin ikki livir upp til sínar skyldu við at velja fartelefonforboð. Hon meinar, at skúlin eigur at læra næmingarnar at hava telefonina hjá sær, og hvussu telefonin skal brúkast. Hon vísir á, at tey ungu ikki duga nóg væl at vera um fartelefonina, orsakað av, at skúlin ikki hevur lært tey hetta.

Ein serstakliga áhugaverdur tanki, men eru lærarar betur skikkaðir at átaka sær hesa uppgávuna enn onnur? Er tað ikki sum foreldur, at eg eigi at læra míni børn, hvussu fartelefonir og tilhoyrandi skipanir skulu brúkast?

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.