Tíðindi

Hvat vilja vit í náttúru og tøkni?

Vit mugu endurskoða námsætlanina og endurskoða hugburðin til, hvat tað er, vit vilja, at næmingarnir arbeiða við í 4., 5. og 6. flokki! Jákup av Skarði, fyrrverandi næstformaður í Føroya Lærarafelag, skrivar

02.06.2017

Á Landsmiðstøðini starvaðist eg nøkur ár sum ráðgevi í náttúru og tøkni – og øðrum lærugreinum. Men eftir at eg fór úr starvi, hevur eingin ráðgevi verið innan hetta fakøkið, heldur ikki í samanlagda stovninum, NÁM.

Eg haldi tað vera ógvuliga harmiligt, at eingin ráðgevi er í náttúruvísindaligu lærugreinunum. Nógv spennandi er innan hetta lærugreinaøkið, og áhugaverd sparring uttanlands er eisini gjørlig. Hugsi, at tað eisini hevði styrkt munandi um prátið um landsroyndir – og PISA – ella aðrar hættir at meta og eftirmeta saman við næmingunum.

Nú verður róð uppundir, at námsætlanir skulu endurskoðast. Vónandi verða lærarar, ið undirvísa í náttúru og tøkni, tiknir væl við í hesi endurskoðan. Skal námsætlanin endurskoðast, so vit venja næmingarnar til landsroyndir og PISA? Ella vilja vit styðja uppundir, at gott rúm er fyri ítøkiligum royndum?

Tá ið vit onkursvegna seta orð á eina námsætlan, ið vit kunnu semjast um, kunnu vit eisini práta um, hvussu vit styrkja læraran í náttúru og tøkni. Hugaligt hevði verið at latið lærarar tikið sær eina útbúgving innan náttúru og tøkni – fyri síðan at funnið eina loysn, so lærararnir eisini ferðaðust í skúlaøki at greiða frá ymsum royndum og møguleikum.

Hugaligt hevði verið at sett orð á møguleikarnar, ið vit kunnu vænta, at framtíðin bjóðar okkum. Í hvønn mun rokna vit við, at tykisligar arbeiðsgongdir merkja undirvísingina, og hvussu búgva vit okkum út at lofta møguleikunum?

Tað verður helst løgið, at lærarar og næmingar fara at sita við hvør sínum brillukassa og flyta seg inn í øki, har teir eina løtu ferðast á ymsum gongustjørnum og eina aðra eru inni í æðrunum. Men samstundis letur hetta upp fyri nýggjum møguleikum og avbjóðingum, har lærarar og næmingar kunnu samstarva. Møguleikin hevur sum so leingi verið her, men vit eru eitt stórt fet nærri at nýta møguleikan.
Ein týdningarmikil faktorur er tó netsambandið. Tað er alneyðugt, at veitarar bjóða skúlunum gott netsamband. Tí er sjálvsagt eisini neyðugt at samskifta við kommunurnar um kostnaðin. Men er hetta “komið upp á pláss”, so kann lærari í Nólsoy samstarva við Giljanes og Argjahamar, og liggur næmingurin sjúkur heima, loypur hann fyri tað inn í tykisliga rúmið.

Vit mugu fylgja gongdini í øðrum londum, og ein partur kundi t.d. verið at greitt lærarum frá “Naturvidenskabs festival”. Ein brellbiti er á heimasíðuni: http://naturvidenskabsfestival.dk/

Annar partur í náttúru og tøkni er eisini at geva næmingum møguleika at arbeiða tøkniliga. Hvussu kunnu vit styðja uppundir, at “First LEGO League” verður partur av undirvísingini? Hvussu kunnu vit skipa tiltøk, ið ikki bert eru upp undir stóru kappingina á heysti, men eisini síggjast aftur í eini verkstovu, har næmingar (og lærarar) alt skúlaárið kunnu melda seg til?

Vónin er, at tøkniligi parturin í náttúru og tøkni eisini kann verða eitt stig fram móti forritan. At vit menna lærarar, ið kunnu stuðla næmingum í at nýta tøkniligu amboðini á annan hátt enn blindskrift og leitan.

Men! Vit mugu endurskoða námsætlanina og endurskoða hugburðin til, hvat tað er, vit vilja, at næmingarnir arbeiða við í 4., 5. og 6. flokki! Hvussu stóran part vilja vit at nýta til undanroyndir, landsroyndir og telduarbeiði? Hvussu stóran part vilja vit nýta “við bók” í undirvísingarhølinum, og hvussu stóran part vilja vit nýta til royndir og uttandura?

Kanska sampakka ynskini ikki við tímarnar! Hvussu gera vit so?

Okkum tørvar eitt opið kjak um náttúru og tøkni. Tí loyvi eg mær at seta ynski fram, at Mentamálaráðið skipar tveir arbeiðsdagar fyri lærarar í náttúru og tøkni. Um Mentamálaráðið skipar hetta sum vistarskeið, so fara lærarar enn eina ferð at vísa í verki, at tað er ikki bert í vanligum arbeiðstímum, arbeitt verður.  

Ein slóð til tøkniliga partin:
http://www.lararafelag.fo/fo-FO/Bett-2017-Hvat-t%C3%B8kniligt-bj%C3%B3%C3%B0a-vit-okkara-n%C3%A6mingum.aspx
 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.