Tíðindi

Hvat um tú slapp at byggja ein betri heim?

City Shaper er avbjóðingin, sum fer at krevja spennandi hugflog og nýskapan hjá ungum í FIRST Lego League 2019

19.06.2019

Børn og ung í Føroyum mugu skunda sær at melda til kappingina FIRST Lego League®. Seinasta freist at melda seg til er 30. juni.

Avbjóðingin í ár hevur heitið City Shaper. Skúlaflokkar og aðrir bólkar av børnum og ungum í aldrinum 10 til 16 ár eru vælkomin at mynda lið og gera seg til reiðar at kappast við robottum, tøkni og alskyns uppfinnsemi. Avbjóðingin í ár er at skapa spennandi verkætlan við loysnum til, hvussu vit kunnu byggja ein betri heim, har fólk trívast í burðardyggum umhvørvi. Tann stóri spurningurin er, hvar hevði tú byrjað, tí ongantíð hevur tað verið so týdningarmikið sum júst nú at finna saman um nýhugsan. Hvussu kunnu vit loysa tær avbjóðingar, sum samfeløg og umhvørvi okkara standa í í løtuni?

I FIRST Lego League sleppa børn og ung at taka lut í skapandi felagsskapi, sum mennir hugflog og kreativitet og birtir vón fyri eini sterkari og meira burðardygga framtíð. Børn og ung, sum luttaka í FIRST Lego League greiða frá, hvussu hetta gevur teimum betri hug at læra bæði innan fyri og uttan fyri skúlagátt. Tey royna seg í støddfrøði og náttúrufakum, og tey læra hópin av øðrum førleikum, sum t.d. tætt samstarv og hetta at menna nýggj hugskot, so tey gerast ítøkilig og brúkilig. 

FIRST Lego League-kappingin leggur upp til fleiri fak í skúlanum og gevur eyðsýndar møguleikar fyri tvørfakligum samstarvi millum m.a. náttúru og tøkni, alisfrøði, landafrøði, føroyskt og støddfrøði. Kappingin hóskar seg væl til vinarbólkar og til menning av skúla-heim-samstarvinum,  har lærarar og foreldur í felag kunnu stuðla flokkinum í kappingini.

Børnini læra við at royna seg fram, læra at granska, leggja fram, skriva uppgávur, arbeiða saman, forrita, verkfrøði og ikki minst at hava tað sera stuttligt.

FIRST LEGO League-kappingin er tann størsta av sínum slag í heiminum. Yvir 290.000 børn og ung í aldrinum 10 til 16 ár úr eini 94 londum hittast á einum av teimum næstan 1.500 tiltøkunum, sum verða fyriskipað kring allan heimin í ár.

“Summi eru ógvuliga avancerað,” sigur Jenny, sum var ein av dómarunum. “Tað er stuttligt at síggja tey, sum hava verið við fyrr, hvussu nógv tey hava ment seg bara hetta árið,” staðfestir hon í filminum, sum sæst á https://bit.ly/2Xc9rSM Filmurin er 3 minuttir.

Kappingin byrjar leygardagin 14. september og endar við stóra kappingardegnum 9. november 2019.

Tilmelding til føroysku FIRST Lego League-kappingina fer fram við at senda teldubræv til verkætlanarleiðaran heinesen.jakup@gmail.com

Ella við at ringja til Jákup Heinesen á tlf 260345

Fleiri upplýsingar um FIRST Lego League

* Kunnleikakapping fyri børn og ung í aldrinum 10 til 16 ár
* Kappingarnar hava verið hildnar í Føroyum síðan 2006
* Kappingarnar hava verið hildnar í Skandinavia síðan 2000
* FIRST Lego League er ein av heimsins størstu kappingum fyri ung. Árliga luttaka yvir 290.000 ung í 35.500 liðum á næstan 1500 stevnum í 94 londum kring allan heim.
* Endamálið við kappingini er at stimbra hugin hjá børnum og ungum til náttúru, tøkni og støddfrøði og stimbra áhuga teirra at gerast t.d. verkfrøðingar og granskarar.
* Tey ungu læra í verki kjarnavirðini í Gracious Professionalism
* Føroya Tele er partnari í FIRST Lego League Føroyar
* Fleiri upplýsingar um FIRST Lego League-kappingina fáast á hjernekraft.org og www.firstlegoleague.org
* Føroyska FIRST Lego League er á facebook: FIRST Lego League Føroyar

Nærri kunning og samband við fyriskiparar fæst við at venda sær til stýrið:
FIRST Lego League Føroyar

Jákup Heinesen, Føroya FIRST Lego League samskipari, heinesen. jakup@gmail.fo
Harriet Hansen, harrieth@skulin.fo
Jón Svein Heinesen, jonsvein@kvf.fo
Heini Mohr Hermansen, Føroya Tele hmh@ft.fo
Lis Mortensen, lm@jf.fo

FIRST LEGO League Føroyar samstarvar við Føroya Tele og verður stuðlað av Blika, MBM, Føroya Keypsamtøku, Bygma og Atlantic Airways.

Myndin er frá kappingini í ár.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.