Tíðindi

Hvat siga lærarar í Løgtinginum?

Skúlablaðið hevur verið í samband við Jónleif Johannesen og Jákup Mikkelsen, ið báðir eru útbúnir lærarar og sita í Løgtinginum. Vit hava spurt teir, hvat skal broytast á fólkaskúlaøkinum í framtíðini.

3. desember 2018

Aðalorðaskiftið um fólkaskúlan hevur júst verið á tingi, og síðstu dagarnar hava lærarar um alt landið kjakast um, hvønn veg skúlin skal førka seg komandi árini. Mentamálaráðið gjørdi eina frágreiðing í samband við orðaskiftið, og eitt av tilmælunum er, at næmingarnir skulu hava færri undirvísingartímar um vikuna, og eisini skal skúlaárið hjá teimum styttast við einari viku. Hesi bæði tilmælini munnu vera tey, ið hava elvt til mest kjak, og lærarar eru ikki allir samdir. Tað eru tó ikki úti á skúlunum, at hesar avgerðirnar verða tiknar, men í Løgtinginum. Har sita fýra fólkaskúlalærarar, umframt at landsstýriskvinnan í mentamálum eisini er lærari, so møguleikin fyri fakliga væl grundaðum avgerðum er avgjørt til staðar.

Skúlablaðið hevur verið í sambandi við Jónleif Johannesen og Jákup Mikkelsen, ið báðir eru útbúnir lærarar og sita í Løgtinginum ávikavist fyri Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin. Vit hava spurt teir, hvat skal broytast á fólkaskúlaøkinum í framtíðini.

Jákup Mikkelsen metir, at tað hevur týdning, at skúlaleiðslur verða styrktar við einum námsfrøðiligum leiðara, ið hinir lærararnir á skúlanum eru við til at velja.

- Skúlastjórin skal kunna hugsavna seg um at skapa tær bestu fysisku rammurnar, samstundis sum hann skal vera andlitið úteftir. Námsfrøðiligi leiðarin skal hinvegin vera við til at stuðla ætlanum hjá lærarum og koma við góðum ráðum, t.d. tá skúlaárið skal leggjast til rættist. Meiningin er ikki, at viðkomandi skal verða settur í óavmarkaða tíð, og kann, um hann ella hinir lærararnir ynskja tað, aftur gerast ein vanligur lærari á skúlanum. Tað skal eisini vera møguligt, at námsfrøðiligi leiðarin skiftir skúla, soleiðis at nýggi skúlin kann fáa lut í jaligum royndum frá tí gamla skúlanum.

Jákup ynskir eisini, at vit opna fólkaskúlan upp í størri mun enn í dag. Hetta skal gerast við at lærarar gera meira brúk av teimum serfrøðingunum, ið vit hava úti í samfelagnum. Tað skal verða natúrligt at fáa ein bónda inn í lívfrøðitíman at vísa børnunum, hvussu vit fletta seyð. Somuleiðis skal tað vera møguligt at fáa t.d. ein prest ella vinnulívsmann at tosa um viðkomandi evni, har teir eru serfrøðingar.

Jákup metir, at undirvísingartímarnir kunnu fækka nakað, og hesum tekur Jónleif Johannesen fult undir við. Jónleif sigur soleiðis um tíðarspurningin.  

- Tað er rætt at seta meira orku av til hvønn undirvísingartíma. At stytta skúladagin og skúlaárið síggi eg sum ein lið í hesum arbeiði. At stytta skúladagin hjá næmingunum, so tey megna at vera hugsavnað allar undirvísingartímarnar, er avgjørt í lagi. At stytta skúlaárið, so lærarar fáa fleiri dagar at taka saman um og fyrireika komandi skúlaár, er skilagott, men hetta er ikki nokk. Undirvísingartíðin hjá læraranum má styttast, og læraratoymini styrkjast, skal orkan í fólkaskúlanum koma til sín rætt. Eg nevndi undir aðalorðaskiftinum eitt uppskot. At eingin lærari undirvísir meira enn 26 tímar í sínum fulla starvi. Hetta skal svara til 50 % av arbeiðstíðini. Egintíðin, sum hvør einstakur ræður yvir, skal telja 25% av arbeiðstíðini. Felagstíðin, ið fevnir um samstarv, skal telja 25 % av arbeiðstíðini. Eg skal ikki siga, at prosentbýtið júst er tað rætta, men eg meti at tað at skipa arbeiðstíðina soleiðis, at lærarin undirvísir færri tímar og samstarvar meira saman við sínum samstarvsfelagum. Lærarar, ið samstarva væl, styrkja hvønn annan í øllum lutum.

Tekstur: Poul Arni Jensen

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.