Tíðindi

Hvat siga børnini?

​Uttanlands eru børn, sum hava mist foreldur ella systkin, sloppin til orðanna í fleiri kanningum. Í eini danskari ph.d.-verkætlan, sum eitur Stemmer, vi glemmer, ið eitt nú danska krabbameinsfelagið hevur stuðlað, er samrøða við 39 børn í aldrinum 9-17 ár; tey verða eitt nú spurd, hvørja hjálp tey fingu í skúlanum, tá ið tey mistu foreldur ella systkin, og hvussu tað var at koma aftur í skúla eftir at hava mist.

15. mai 2020

Ein av niðurstøðunum í kanningini er, at tað hevur alt at siga fyri tey at kenna, at tað er ein í skúlanum, sum hevur umsorgan fyri teimum; ein onnur niðurstøða er, at børnini høvdu viljað, at tey vórðu tikin meiri upp á ráð í sorgini og tíðini aftaná, og at floksfelagarnir høvdu fingið at vita, hvussu teir eiga at tosa við børn, sum hava mist.

- Børn, sum hava fingið góða hjálp, siga, hvussu stóran týdning tað hevur havt fyri tey, at tað var ein lærari, sum var um tey, tá ið tey høvdu tað svárast. At tað var ein, sum spurdi, hvussu tey høvdu tað, og at tað var ein, sum sá og hoyrdi tey. Tað kann gera allan munin fyri barnið, at tað er ein lærari, sum hevur eyka umsorgan fyri tí í sorgini; barnið minnist henda læraran restina av lívinum, sigur Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum.

Hvat vildu børnini hava?

  • Greiðar mannagongdir
  • At sorgin verður tikin í álvara
  • At støða til hjálp verður tikin í tørvinum hjá tí einstaka
  • At tey verða tikin við upp á ráð í øllum lutum

Hvørjar eru avbjóðingarnar?

  • Børnum, sum eru rakt av sorg, tørvar hjálp og stuðul í drúgva tíð
  • Skúlavinir eiga at fáa at vita, hvussu tey skulu tosa við tann, sum er raktur av sorg
  • Sorgin hvørvur ikki, hóast næmingurin skiftir skúla
  • Børn, sum hava foreldur, ið eru lívshættisliga sjúk, hava eisini tørv á stuðli

Gerandisdagurin er púrasta broyttur, tá ið tey, ið hava mist, koma í skúla aftur. Tá gera serliga hesi viðurskifti seg galdandi, vísir danska kanningin:

  • Barnið kemur aftur í skúla og vónar, at skúlin er eitt trygt stað, har alt er við tað gamla, men ásannar, at alt er broytt
  • Barnið verður ikki spurt, tá ið avgerðir verða tiknar, sum viðvíkja tí
  • Skúlin gloymir at hjálpa børnum, sum hava foreldur, ið eru lívshættisliga sjúk

Lekir tíðin?

Í kanningini gera børnini vart við, at skúlin og lærararnir hava lyndi til at gloyma, at tey framvegis syrgja, tá ið ein tíð er farin. Felags fyri nógvar av sorgartilbúgvingunum í skúlunum er, at tær ikki í nóg stóran mun taka støði í, at barnið syrgir í langa tíð eftir at hava mist. Børnini fáa tá eina kenslu av at vera einsamøll í sorgini, og at tey eru tey einastu, sum minnast, at tey hava mist. Hesi viðurskiftini eru neyðug at hava í huga:

  • Barnið, sum syrgir, kann hava góðar og ringar dagar í skúlanum, men sorgin hvørvur ongantíð og er ein fylgisveinur restina av lívinum
  • Skúlin gloymir, at sorgin fylgir barninum restina av lívinum, og at hann tí eigur at hava fyrilit fyri sorgini øll skúlaárini
  • Sorgin hvørvur ikki, hóast barnið flytur í annan skúla

Í bóklinginum Stemmer, vi glemmer eru góð ráð um, hvat sorgartilbúgvingin eigur at fata um, og hvat skúlin eigur at hugsa um í øllum lutum, tá ið talan er um næmingar, sum hava foreldur ella systkin, ið eru álvarsliga sjúk, og næmingar, sum missa. Bóklingurin kann lesast á netinum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.