Tíðindi

Hvat hevur ókeypis matur í skúlanum at siga fyri næmingar?

Í Svøríki hava næmingar leingi fingið ókeypis mat. Granskarar hava nú kannað, hvat tað hevur at siga fyri teir seinni í lívinum. Stutta svarið er, at næmingar, sum fáa mat í skúlanum, gerast hægri, nema sær longri útbúgving og hava hægri inntøku samanborið við tey, sum ikki fáa ókeypis mat í skúlanum.

06.08.2021

Meðan næmingar í skúlum í Svøríki og Finnlandi fáa eina ókeypis máltíð í skúlanum um dagin, mugu næmingar í skúlum í Noregi, Danmark og Føroyum noyðast við matpakka, sum teir hava við heimanífrá. Í Noregi eru nú røddir frammi, sum vilja broyta hetta; har er meiriluti í stjórnini fyri at gera sum í Svøríki.

Ein nýggj svensk kanning varpar nevniliga ljós á langtíðarárinini, tað hevur, at næmingar fáa eina ókeypis máltíð í skúlanum. Granskarar hava kannað, um næmingar, sum hava fingið ókeypis mat, eru øðrvísi fyri seinni í lívinum, samanborið við teir, sum ikki hava fingið. Í Svøríki hava næmingar stigvíst fingið ókeypis mat síðan beint eftir seinna heimsbardaga, og síðan sjeytiárini hava allir næmingar fingið eina ókeypis máltíð um dagin.

Skúlamatur gevur hægri inntøkur

Kanningin vísti, at teir næmingar, sum fingu skúlamat allan grundskúlan, gjørdist nærum ein cm hægri, teir numa sær longri útbúgving og fóru oftari á universitet at lesa. Hetta er samanborið við næmingar, sum ikki hava atgongd til ókeypis matskipan. Teir, sum fingu skúlamat, høvdu eisini 3% hægri inntøku gjøgnum lívið.

– Kanningin vísir, at skipanin, sum gevur børnum og ungum í skúlaaldri føðslugóðan mat, er ein sera góð langtíðar íløga, sigur Dan-Olof Rooth, professari í búskapi við Stockholms universitet.

– Við øðrum orðum: at tryggja, at børn eta góðan mat, lønar seg eisini seinni í lívinum, tá ið talan er um heilsu, útbúgving og inntøku, sigur Rooth.

Rooth sigur, at ein rímilig tulking av úrslitunum er, at næmingarnir eru betur fyri at fylgja við í undirvísingini, tá ið teir fáa føðslugóðan mat. Granskarar hava hinvegin ikki funnið nakað samband millum ókeypis skúlamat og deyðstíttleika, sjúku og sjúkufráveru.

Fáar kanningar av langtíðarárini

Frøydis Nordgård Vik er professari við Instituttið fyri fólkaheilsu við Universitetið í Agder. Hon granskar millum annað í skúlamati, og hon hevur hugt at svensku kanningini.

Vik sigur, at tað er væl kent frá granskingarbókmentum, at tað er sera týdningarmikið at eta heilsugóðan mat tíðliga í lívinum, og at hetta kann vera avgerandi fyri, hvussu tú klárar teg.

– Men hvussu umráðandi hetta er, og hvørji langtíðarárin eru, hava vit ikki nóg nógva dátu um enn.

Positiv langtíðarárin

– Kanningin vísir, at eitt tiltak, sum fevnir um allar næmingar, sum til dømis ókeypis matur, hevur ávirkan á framtíðar inntøku og útbúgvingarstig, sigur Vik.

Næmingar, sum fáa skúlamat, gerast eisini hægri; hetta er tekin um betraða heilsu, sigur Vik. Miðalhæddin verður ávirkað av føðslu, býtinum av fíggjarligum ágóðum, atgongdini til heilsutænastur og sjúku, tá ið tú veksur upp, sigur hon.

– Broytingarnar í miðal kropshæddini er tí eitt greitt tekin um fíggjarligu og heilsuligu menningina í einum samfelag. Í kanningini vóru næmingar, sum fáa ókeypis mat í grundskúlanum ein cm hægri samanborið við teir, sum ikki fingu. Hetta verður mett at verða eitt týðandi heilsuárin.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.