Tíðindi

Hvat hendir við handskriftini?

Hvat hendir við handskriftini hjá næmingum, sum brúka knappaborð í tilgongdini at læra at lesa og skriva? Tað fer Høgskulen í Volda í Noregi at kanna í eini nýggjari granskingarætlan saman við Lesisentrinum í Stavanger.

20.04.2018

Í nógvum skúlastovum við fyrstafloksnæmingum í Noregi og aðrastaðni við hava skúlarnir tikið í nýtslu teldu og teldil, og næmingarnir læra at skriva á knappaborð. Ikki fyrr enn tey koma í annan flokk fara tey undir at skriva við hond. Aðrastaðni í øðrum skúlastovum er tað framvegis siðvenja at undirvísa, sum tað altíð hevur verið gjørt, tað vil siga, at næmingarnir læra at skriva við hond frá fyrsta skúladegi.

Hvussu mennist handskriftin hjá næminginum, sum frá fyrsta skúladegi brúkar knappaborð samanborið við handskriftina hjá næminginum, sum skrivar við hond frá fyrsta skúladegi? Tað verður nú granskað; Verkætlanin eitur DigiHand og er fíggjað av FINNUT. Wenke Mork Rogne er verkætlanarleiðari. Samstarvað verður við Per Henning Uppstad, professara, á Lesisentrinum í Stavanger.

Granskararnir skulu kanna handskriftina hjá næmingum í fyrsta og øðrum flokki, sum ávikavist læra at brúka knappaborð og sum skriva við hond frá fyrsta skúladegi. Verkætlanin fylgir 10 flokkum frá fyrsta flokki til endan á øðrum flokki.

– Royndirnar frá flokkum benda á, at næmingar í báðum bólkum læra at skriva við hond. Í hesi verkætlanini fara vit at hyggja nærri at, hvussu handskriftin mennist; vit vilja fáa greiðu á, hvørjar undirvísingargongdir eyðkenna ymsu flokkarnar, sigur Uppstad.

Tað er av givnum orsøkum ikki nógv granskað á hesum øki, tí tað at brúka knappaborð í byrjanarundirvísingini er lutfalsliga nýtt. Endamálið við verkætlanini er bæði at kanna eitt nýtt og viðkomandi øki, umframt at fáa størri vitan um økið til gagns fyri tey, sum starvast á økinum, bæði í læraraútbúgvingini og í skúlanum.

Umframt at vera samstarvsfelagi í DigiHand er Universitetið í Stavanger eisini uppi í verkætlanini Learning about teaching argumentation for critical mathematics education. Hesa verkætlanina stendur Universitetið í Bergen fyri í samstarvi við Institutt for kultur- og språkvitenskap við UiS.

Kelda: https://lesesenteret.uis.no/

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.