Tíðindi

Hvat hendir, um vit broyta innihaldið í ítróttatímanum?

Saman við næmingum og lærarum granskar Morten Rustad í, hvussu innihaldið kann vera ítrótti í skúlahøpi, tá ið likamligir førleikar ikki hava nakað at siga.

22.08.2018

Fakfólk eru ikki á einum máli um, hvussu tað skal tulkast, at næmingar skulu røra seg í skúlanum; er tað hættir at venja, næmingarnir skulu læra, ella er tað at betra um førleikarnar í ítrótti, teir skulu miðja eftir?

Morten Corneliussen Rustad er granskari á Ítróttaháskúlanum í Noregi; hann granskar í ítrótti saman við øðrum lærarum og næmingum í, hvussu lærugreinin ítróttur í skúlanum verður, tá ið likamligir førleikar ikki telja. Hann heldur, at alt ov fáir næmingar uppliva, at teir klára seg væl í ítrótti.

– Størri kanningar vísa, at 12-13 prosent av næmingunum rætt og slætt hata at hava ítrótt, og at ein triðingur heldur, at lærugreinin átti at verið umskipað. Hóast nógvum dámar ítrótt, kann lærugreinin í ringasta føri vera beinleiðis skaðilig fyri onnur. Tað at ganga 13 ár í skúla og hava kensluna av, at tú dugir als ikki at brúka kroppin, tað er ikki gott, sigur Rustad.

Í eitt ár hevur Rustad brúkt næmingar og lærarar sum viðgranskarar fyri at finna fram til nýggjar hættir at undirvísa í ítrótti og at meta um tað at røra seg. Málið hevur verið, at næmingarnir skulu finna fram til nýggjar hættir; at síggja framgongd við at brúka stopp-ur ella fyri at koma upp á eitt ávíst stig, hevur ikki verið eitt mál í sjálvum sær.

Tað eru ivaleyst fleiri, sum yppa øksl, tá ið tey hoyra um hetta; eingi mál at gerast betri í ítrótti? Eingin viðurkenning fyri at renna skjótast, duga best at kasta og so framvegis?

Tað er ein avbjóðing fyri lærarar at undirvísa og meta um næmingarnar út frá einum øðrum útgangsstøði enn teir eru vanir við. Partur av verkætlanini hevur verið at skifta ymiskar kendar venjingar út við ókendar, so sum parkour, longboard og dans.

– Fyrst máttu bæði næmingar og lærarar fara burtur frá fatanini, sum teir hava av, hvat ítróttarlig avrik er. Í staðin skuldu teir brúka aktivitetirnar til ein máta at menna seg sambært námsætlanini. Næmingarnir fingu íblástur og vegleiðing ymsa staðni frá, sigur Rustad.

Í Noregi eru fakfólk ikki á einum máli um, hvat innihaldið í lærugreinini ítróttur eigur at vera. Í 2020 kemur ein nýggj námsætlan; til tá er kjak um innihaldið.

Summir lærarar leggja dent á, at næmingar skulu læra seg ymsan teknikk í ítrótti, aðrir leggja dent á heilsu. Uppaftur aðrir halda, at lærugreinin er ein dannilsislærugrein.

Ein umráðandi spurningur er, hvat næmingarnir eiga at gera í tímunum, og um bóltspøl og ítróttur, sum vit kenna hann, eigur at fylla meginpartin av tímunum.

Morten Rustad heldur, at vit eiga at ganga nýggjar leiðir.

Les meiri á forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.