Tíðindi

Hvat er ein góð sorgartilbúgving?

Tað er eingin einføld uppskrift uppá, hvat ein góð sorgartilbúgving er. Fremsta fortreytin er, at sorgartilbúgvingin verður lagað til ávísa skúlan, og at lærararnir í skúlanum seta orð á, hvat er umráðandi at hugsa um. Tað sigur Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum

7. mai 2020

Sorgartilbúgvingin eigur at hava fastar og reglubundnar mannagongdir fyri, hvat eigur at verða gjørt sum heild, umframt ein mannagongd, sum tekur støði í einstaka næminginum. Tað er sera umráðandi, at barnið og familjan, sum eru rakt, verða tikin við upp á ráð í øllum lutum. Sorgartilbúgvingin gagnar eisini næmingum, sum eru í kreppu av øðrum orsøkum enn, at onkur í familjuni er sjúkur ella doyr, eitt nú næmingum, hvørs foreldur fara frá hvørjum øðrum, næmingum, sum hava sálarsjúk foreldur og so framvegis. Eru lærarar vanir at taka sær av næmingum, sum onkursvegna eru í kreppu, verður tað ein natúrligur partur í arbeiði teirra.

Tað er á ongan hátt ráðiligt, vísir Jansy Gaardlykke á, at skúlar avrita sorgartilbúgvingar frá øðrum skúlum uttan at viðgera ætlanina á staðnum.

- Verður sorgartilbúgvingin avritað, er hon ikki teirra. Tað hevur alt at siga, at lærararnir seta orð á, hvat eru umráðandi at hava við í tilbúgvingini, og at teir hava ognarlut í henni. Tá ið talan er um eina bráðfeingis støðu, er leisturin hjá flestu skúlum óivað rættiliga eins, eitt nú, um man flaggar ella ikki, hvør setir seg í samband við familjuna, hvør tosar við barnið, sum er rakt, og so framvegis. Nøkur viðurskifti eru neyðug at hugsa um í øllum lutum, og tað er, at sama hvat verður gjørt, so eigur familjan altíð at verða tikin upp á ráð; hon eigur at verða spurd í øllum lutum, eisini um nakað, sum kann tykjast so einfalt sum, um skúlin skal flagga, tí tað eru tað summi, sum ikki vilja. Sama er galdandi, tá ið næmingurin, ið er raktur, kemur aftur í skúla; har eiga at vera mannagongdir fyri, hvørjum fyrilitum og sersømdum viðkomandi kann hava tørv á. Skúlin ella lærararnir mugu aldri gera nakað ella taka nakra avgerð, sum hevur við hetta barnið at gera, uttan at barnið ella familjan er spurd frammanundan. Alt má og eigur at vera í samráð við barnið og familjuna. Kanningar vísa, at eitt tað ringasta, tú kanst gera, er so at siga at handla yvir høvdið á teimum.

Dagligi leiðarin í Krabbameinsfelagnum heldur ikki, at skúlin nakrantíð ger ov nógv, tá ið talan er um at hjálpa børnum í kreppu og sorg, tí vit eiga at hava í huga, at ein familja í kreppu ella sorg hevur ikki sama yvirskot og orku at taka sær av sær sjálvum og børnunum.

- Tað kemur fyri, at familjan í eini kreppustøðu ikki hevur orku at seta seg í samband við skúlan at greiða frá støðuni. Skúlin kann kenna til ella fáa frænir av støðuni kortini, tí viðurskiftini mangan eru so smá. Í slíkum støðum eigur skúlin at seta seg í samband við heimið, tí børnini hava ongantíð so nógv sum tá tørv á, at tey vaksnu taka ábyrgd og eru har fyri tey. Tað snýr seg ikki um at válka sær í sorgini ella neyðini hjá øðrum; hugburðurin, at skúlin ikki skal blanda seg ella blanda seg ov nógv upp í heimaviðurskiftini hjá børnum, botnar óivað í eini stúran fyri at gera okkurt skeivt, í óttanum hjá einum sjálvum og í óttanum at gera børnini keddari, enn tey eru. Tá mugu lærarar hava í huga, at teir kunnu ikki gera børnini keddari, tí tey eru í eini álvarsligari støðu og eru ógvuliga sárbar. Vendir tú teimum bakið tá, er tað steinur oman á byrðu. Heldur ein lærari hinvegin, at hann ikki megnar at vera um eitt barn í kreppu og sorg, er tað ein erlig sak; so má onkur annar taka yvir. Mangan hava lærararnir sjálvir – ella barnið, sum er rakt – eina hugmynd av, hvør dugir tað best.

Sum skilst á spurnarunduni, sum Skúlablaðið hevur gjørt, er tað í fleiri skúlum ikki eitt fast toymi av lærarum, sum hevur ábyrgdina av sorgartilbúgvingini. Jansy Gaardlykke heldur, at tað hevur týdning, at tað er eitt toymi ella ein bólkur, sum hevur ábyrgdina.

- Tað er umráðandi, at nøkur ávís fólk hava ábyrgdina av sorgartilbúgvingini, og at leiðslan gongur á odda í bólkinum, at hon raðfestir hana og setir tíð av til arbeiðið og loyvir fólki á skeið, sum hava við hetta evnið at gera. Tað er eisini umráðandi, at heilsufrøðingurin í skúlanum verður tikin við í sorgartilbúgvingina. Danska krabbameinsfelagið hevur granskað og kannað nógv í hesum viðurskiftum, og tey leggja dent á, at tað hevur sera stóran týdning, at tað er eitt toymi, sum hevur høvuðsábyrgdina, og at tey á hvørjum ári taka ætlanina fram at kunna allar lærarar um hana. At eitt toymi er, merkir ikki, at tað nýtist at vera júst tey, sum manna toymið, sum taka sær av øllum børnunum, sum verða rakt, tí tað eru tað mannagongdir fyri í sorgartilbúgvingini.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.