Tíðindi

Hvat eigur fremsta uppgávan hjá fólkaskúlanum at vera?

Tað er neyðugt at leita aftur í endamálsorðingina í fólkaskúlalógini og spyrja okkum sjálv, um fólkaskúlin livir upp til tey mál, sum vit hava sett honum. Tað heldur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

19. desember 2019

Hvørji stevnumið ella aðalmál eigur fólkaskúlin at umboða? Hvat eigur fremsta uppgávan hjá fólkaskúlanum at vera? Og hvat er tað týdningarmesta, sum næmingar eiga at læra í fólkaskúlanum? Hóast vit hava eina fólkaskúlalóg, sum við endamálsorðing síni greitt setir orð á, hvør fremsta uppgávan hjá fólkaskúlanum er, er umráðandi, at vit av og á steðga á og hyggja at endamálsorðingini og kanna eftir, um skúlin í roynd og veru livir upp til endamálsorðingina og er skipaður til samtíðina. Hetta arbeiði eru danir og norðmenn í holt við í løtuni, og tað eiga vit eisini at gera, heldur formaður Føroya Lærarafelags.

- Tað kann vera skjótt at koma av kós, tí øll vilja so nógv við fólkaskúlanum. Og tað er heldur ikki altíð samsvar millum tað, sum politiska skipanin heldur, at fólkaskúlin eigur at vera, og tað, sum lærarafólk vita er týdningarmikið. Ringasta dømið um hetta er tað, sum hendi í Danmark í 2013, tá ið ein nýskipan varð smoygd yvir fólkaskúlan, sum stríddi ímóti vitanini í skúlanum, sigur Jacob Eli S. Olsen.

Í kjalarvørrinum á nýskipanini í Danmark, sum varð framd í verki í 2013, hevur danska lærarafelagið, Danmarks Lærerforening, í nøkur ár arbeitt við at orða eitt fólkaskúlaideal, og á aðalfundinum síðst í oktober í ár var ein yvirlýsing í 10 punktum samtykt. Yvirskipað snúgva tey seg um, hvørjar týdningarmestu uppgávurnar hjá fólkaskúlanum í dagsins samfelag eru.

- Við nýskipanini varð arbeiðstíðin hjá lærarum flutt frá at vera ein samráðingarspurningur til at taka støði í eini lóg. Nýskipanin hevur verið so mikið kollveltandi, at danska lærarafelagið hevur mett tað verða neyðugt at seta orð á, hvør týdningarmesta uppgávan hjá fólkaskúlanum er. Broytingarnar, sum vórðu framdar, bygdu á hugsjónir hjá politikarum um, hvat teir vildu hava skúlan at vera og umboða. Danska lærarafelagið var als ikki partur av tí, sum lá aftan fyri nýskipanina, tað tók ikki undir við nýskipanini, og tað fór út í eitt drúgt verkfall, sum varð steðgað við lóg. Tað endaði við einum sorgarleiki fyri danska fólkaskúlan, tí í dag kunnu vit staðfesta, at umleið ein fjórðingur av børnunum í fólkaskúlaaldri ikki longur fáa undirvísing í fólkaskúlanum. Tey eru farin í frí- ella privatskúla. Somuleiðis eru nógvir lærarar flýddir úr fólkaskúlanum, antin í frískúlar ella í onnur størv; bara 85% av lærarastørvunum í fólkaskúlanum eru mannað við útbúnum lærarum. Stevnumiðini, sum danska lærarafelagið nú hevur samtykt, eru at fata sum mótsvar til tað, sum hendi. Tey umboða hugsjónir, sum lærarar, skúlaleiðslur og lærarafelagið meta eru týdningarmiklar fyri fólkaskúlan.

Stevnumiðini í donsku yvirlýsingini eru ikki nýggjar hugsjónir ella nýggj mál; yvirskipað eru hetta tankar um skúla, ið vit kenna aftur, eisini úr føroysku fólkaskúlalógini.

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2019

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.