Tíðindi

Hvar er tann yrkisrættaði parturin í kunngerðini um læraraútbúgvingina?

- Vit undrast stórliga á, at tann yrkisrættaði parturin ikki er nágreinaður og útgreinaður í kunngerðini, eins og hann var í gomlu lógini um Læraraskúlan og er í kunngerðini um sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina, sigur Jacob Eli S. Olsen formaður Føroya Lærarafelags

25-11-2021

Tað er eingin, ið ivast í, at læraraútbúgvingin er yrkisrættað. Kortini stendur nærum einki at lesa um tann yrkisrættarliga partin í kunngerðini, dagfest 25. juni í ár, um útbúgving av fólkaskúlalærarum, broytt við kunngerð nr. 107, samanborið við gomlu lógina um læraraútbúgvingina og sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina, har tann yrkisrættarligi parturin er væl útgreinaður. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, hevur ilt við at skilja, hví politiski myndugleikin og skúlafyrisitingin gáa so lítið um tann yrkisrættarliga partin í læraraútbúgvingini. Tað einasta, sum stendur, er: “Starvslæran er øll lestrarárini og er kravdur partur av bæði grund- og linjulærugreinum.”

- Vit undrast á, at tann yrkisrættaði parturin ikki er nágreinaður og útgreinaður í kunngerðini, eins og hann var í gomlu lógini um læraraskúlan, við m.a. áseting um ein venjingarskúla, ið var ein góður samstarvsfelagi hjá læraraútbúgvingini um tann yrkisrættaða partin. Høvuðsgrundin er óivað, at kunngerðin, sum var lýst í summar, bara er framskrivað við øllum sínum lýtum. Ein onnur orsøk kann hugsandi vera, at útbúgvingin ikki hevur tey starvsfólk og tær skipanir, ið eru neyðugar fyri at skipa tann yrkisrættarliga partin, og tí aftrar man seg við at seta krøvini. Námsvísindadeildin hevur ov fá starvsfólk í føstum starvi at tryggja neyðuga samanhangin í útbúgvingini, og tað sær út til, at orkan ikki røkkur at røkta tann yrkisrættaða partin nóg væl. Og av tí, at tað ikki stendur nakað í kunngerðini um yrkisrættarliga partin, nýtist Námsvísindadeildin ikki at liva upp til nøkur krøv. Tað undrar stórliga, at politiski myndugleikin á hendan hátt leggur ábyrgdina frá sær, heldur enn at seta krøv um yrkisrættaða partin í læraraútbúgvingini í kunngerðini, tí tað vildi tryggjað eitt grundstøði. Tá eingi krøv verða sett um yrkisrættaða partin, so má tað tulkast sum, at yrkisrættaði parturin ikki verður mettur at hava stóran týdning í útbúgvingini.

Formaður Føroya Lærarafelags heldur, at tann yrkisrættarligi parturin á Námsvísindadeildini leingi hevur verið alt ov avmarkaður, illa skipaður og tilvildarligur. Yrkisrættarligi parturin er ikki bara tíðin, læraralesandi eru í starvslæru; hinvegin er hon alt sambandið, sum læraralesandi hava við fólkaskúlarnar og lærarayrkið.

- Tann yrkisrættarligi parturin í læraraútbúgvingini eigur at vera ein stórur partur av læraraútbúgvingini, ið fer inn í allar liðir í lesnaðinum. Gamla lógin hevði venjingarskúlan at dúva uppá; har vóru læraralesandi í praktikk frá byrjan av læraralestrinum, samstundis sum tey vóru undirvíst á Læraraskúlanum, og har vóru útbúnir starvslæruvegleiðarar, sum alla tíðina høvdu læraralesandi í starvslæru ella til vegleiðing. Um somu tíð sum læraraútbúgvingin var løgd undir Setrið, so mistu vit venjingarskúlan, og sambandið millum bókliga lesturin og yrkið viknaði av tí sama.

Landsstýrismaðurin hevur soleiðis sum lógargrundarlagið nú er háttað onga ávirkan á læraraútbúgvingina, og tað heldur Jacob Eli S. Olsen er óforsvarligt, tí so kann hann ikki krevja nakað av Fróðskaparsetrinum.

- Tað er gaman í at leggja ábyrgdina í hendurnar á Setrinum at skipa læraraútbúgvingina, men so má landsstýrismaðurin tryggja sær, at tey arbeiða sambært nøkrum krøvum. Hesi krøvini mugu orðast neyvt í kunngerðini. Sjálvandi skulu pengar eisini fylgja við krøvunum; pengarnir skulu játtast til læraraútbúgvingina serstakt, so at teir verða brúktir har og ikki aðrastaðni á Setrinum.

Ein avleiðing, ið vit síggja av skipanini, soleiðis sum hon er háttað nú, er, at har í alt ov stóran mun eru starvsfólk, sum ikki eru í føstum starvi, ið undirvísa á læraraútbúgvingini.

- Tað tykist, sum mannagongdin í alt ov stóran mun er soleiðis, at fólk verða biðin at koma at undirvísa á læraraútbúgvingini í eitt skeið, og tá skeiðið er av, er Námsvísindadeildin leys av viðkomandi. Skal tað vera dygd í øllum tí, ið Námsvísindadeildin stendur fyri og eigur at taka sær av, so mugu tað vera fleiri starvsfólk í føstum starvi, sum kenna mentanina í læraraútbúgvingini. Yrkisrættaði parturin er ein sera týðandi partur í útbúgvingini, og hann er púra forfjónaður, soleiðis sum skipanin er nú. Ein grundgeving at leggja læraraútbúgvingina inn undir Fróðskaparsetrið á sinni, var at gera hana betri í og við, at hon eisini gjørdist akademiskur bachelorlestur, og tað er ein góður tanki, men tá ið tað er sagt, so nyttar lítið, um tann yrkisrættaði parturin má lúta afturfyri. Yrkisrættaði parturin má síggjast aftur í øllum liðum í útbúgvingini, og tað ger hann best, um útbúgvingin hongur saman sum ein heild.

Tað er ógvuliga álvarsamt, at tann yrkisrættaði parturin verður forfjónaður, soleiðis sum hann verður í kunngerðini og útbúgvingini, heldur Jacob Eli S. Olsen.

- Politiski myndugleikin má seta greið krøv og gera sína ávirkan galdandi. Vit helma ikki í at vísa á hetta, fyrr enn vit síggja, at tann yrkisrættaði parturin í læraraútbúgvingini er skipaður, so at hann sæst sum ein reyður tráður í øllum lestrinum. Eitt neyðugt stig er at lýsa yrkisrættaða partin í kunngerðini, og tá kunnu vit seta Námsvísindadeildini krøv um at taka henda partin í álvara.

Tú kanst lesa umrøddu kunngerð her:

https://logir.fo/Kunngerd/101-fra-17-06-2021-um-utbugving-av-folkaskulalaerarum

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.