Tíðindi

Hvørji eru tey ungu, sum hvørki ganga í skúla ella arbeiða?

Ung, sum hvørki arbeiða ella eru undir útbúgving, eru ein stórur samfelagstrupulleiki.

30. november 2018

Tey eru fá, men tey eru ómetaliga týdningarmikil. Tey eru í besta aldri og eru í vanda fyri at verða úthýst av arbeiðsmarknaðinum med alla. Fyribrigdið er kent um alt Evropa; mett verður, at umleið 14 prosent av teimum ungu í aldrinum 15-29 ár hvørki arbeiða, eru undir útbúgving ella í læru. Í Noregi er støðan eitt sindur frægari enn tað, sum er galdandi fyri Evropa í miðal; har er talið 7 prosent, hóast tey, sum fáa veiting fyri óarbeiðsføri, eisini gerast fleiri har. Í aldursbólkinum 18 til 29 ár er talið á teimum, sum fáa veiting fyri óarbeiðsføri í Noregi, tvífaldað frá 2008 til 2017. Hóast fólkatalið er vaksið sama tíðarskeið, er vøksturin ørkymlandi. Og vøksturin er farin fram um somu tíð, sum tey eldru, sum fáa veiting fyri óarbeiðsføri, gerast færri.

– Henda gongdin er órógvandi og vekir stúran. Fella ung út á eitt síðuspor í so ungum aldri, er vandi fyri, at tey verða útihýst av arbeiðsmarknaðinum fyri alla tíð, sigur Vígdis Sveinsdóttir, granskari við NORCE, sum áður æt Uni Research Helse. Sum granskari kannar hon saman við øðrum, hvat tað er, sum ger, at ungfólk enda í slíkari óhepnari støðu.

Granskarar vita rættiliga nógv um ung, sum longu fáa veiting fyri óarbeiðsføri, men teir vita lítið um tey, sum eru á veg út í óarbeiðsføri. Tað kann vera trupult at finna tey. Nøkur halda seg til heima og verða forsyrgd av foreldrunum, tey hava ongantíð søkt um veiting frá nøkrum, og tí er ringt at fáa eyga á tey.

– Tað kunnu vera fleiri enn vit halda, sum hvørki eru undir útbúgving, í læru ella arbeiða.

Í kanningini hava 96 fólk tikið lut, tey flestu, ella 70 prosent, eru mannfólk. Tað, sum eyðkennir mong teirra, er tað sama, sum eyðkennir tey, sum longu fáa veiting fyri óarbeiðsføri. Nógv hava sálarligar trupulleikar, nógv drekka illa, fleiri taka rúsevni eisini, og nógv eru ikki farin undir ella hava gjøgnumført eina útbúgving. Tað, sum granskararnir halda vekir serliga stúran, er, at nógv siga, at tey hava sosialar trupulleikar eisini.

– Tá ið vit spyrja, hvør orsøkin er til, at tey eru í støðuni, tey eru í, siga nógv, at tey hava trupulleikar við relatiónum; tað vil siga einsemi, onga umsorgan, ongar vinir og at tey eru avbyrgd frá øðrum, sigur granskarin.

Ikki minni enn tveir triðingar av teimum ungu, 63 av 96, sum eru við í kanningini, siga, at tey hava verið happað. Umframt hava umleið 40 prosent verið fyri harðskapi. Nógv hava lesi- og skrivitrupulleikar.

Vígdis Sveinsdóttir heldur, at kanningin vísir, hvussu umráðandi tað er at arbeiða móti happing og at ung bara gevast í skúlaskipanini.

– Tað er uttan iva av ógvuliga stórum týdningi at varpa ljós á trupulleikar við relatiónum, tá ið vit gera átøk til frama fyri henda bólkin, sigur hon.

Les alla greinina á: https://forskning.no/skole/unge-som-verken-gar-pa-skole-eller-jobber-hvem-er-de/1257619

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.