Tíðindi

Hví velja gentur ikki støddfrøði?

Gentur hava líka góðar karakterir sum dreingir í støddfrøði, men kortini venda nógvar gentur støddfrøðini bakið. Ein granskari hevur roynt at finna út av, hví so er.

19. juni 2020

– Næmingar eru ymiskt fyri í eini floksstovu, og summir hava tað gott við støddfrøði skúlaárini, meðan onnur ikki hava somu kenslu. Tað ger seg galdandi, hóast næmingarnir fáa somu undirvísing, sigur Trine Foyn, granskari á læraraútbúgvingini við OsloMet. Hon tekur tvey dømi fram í doktararitgerð síni, Ísak og Malenu, sum bæði ganga í miðnámsskúla. Ísak og Malena vórðu bæði hildin at vera millum bestu næmingarnar í 8. flokki í støddfrøði. Ísak, tí hann hevði natúrlig viðurskifti við tøl og var so forvitin, Malena, tí hon var ógvuliga arbeiðssom. Tvey ár seinni var støðan tann sama hjá Ísaki, men ikki hjá Malenu. Hvat var hent?

Árini, tú gongur í miðnámsskúla, kunnu vera avgerandi fyri, hvussu viðurskifti tíni eru við støddfrøði. Trine Foyn hevur í gransking sínari fylgt sama flokki øll árini hetta tíðarskeiðið fyri at kanna, hvussu næmingar hava tað við lærugreinina støddfrøði. Hon hevur funnið fram til ymiskar ójavnar millum, hvussu gentur samanborið við dreingir hava tað við lærugreinina.

Í altjóða kanningum verður samband sett millum støddfrøði og maskulinitet.

– Støddfrøði verður hildið at vera eitt maskulint øki – akkurát sum til dømis hockey, sigur Foyn.

Hon sigur, at dreingir, sum duga væl í støddfrøði, hava ein identitetspakka at hoppa inn í, tá ið talan er um útbúgving, sum byggja á nógva ástøðiliga støddfrøði. Vegurin er sum ein motorvegur. Akkurát sum dreingir, sum vilja gerast hockeyspælarar.

– Pakkin «hockeygenta» liggur ikki á sama hátt klárur at verða tikin í nýtslu. Soleiðis er tað eisini við lærugreinini støddfrøði, greiðir granskarin frá.

– Femininitetur og støddfrøði lata seg ikki sameina líka lætt. Treytin er eitt heilt annað slag av identitetsarbeiði fyri gentur, sum duga væl í støddfrøði. Vegurin til útbúgvingar við ástøðiligari støddfrøði er meiri ein grýturur vegur eftir eini fjallasíðu.

Foyn hevur undirvíst á miðnámi í 17 ár. Hon sigur, at hon hevur undrast nógv á, hví næmingar hava so ymiska fatan um støddfrøði. Serliga hevur hon savnað seg um, at gentur í nógv minni mun enn dreingir halda fram at hava áhuga fyri lesnaði, sum krevja nógva ástøðiliga støddfrøði, sum til dømis teknologi og verkfrøði, hóast tær duga støddfrøði væl. Henda støðan er ikki bara í Noregi, men altjóða. Foyn hevur eygleitt undirvísing og verið eitt slag av hjálparlærari fyri at koma nærri inn á henda spurningin. Hon hevur havt samrøður við næmingar. Her hevur hon sæð, at gongdin hjá næmingunum er ymisk, tá ið talan er um karakterir og avrik.

Menningin hjá dreingjunum var antin støðug ella positiv, men menningin hjá gentunum var ójøvn.

– Tað hevur fangað mín áhuga at síggja, at kynið kann hava ein leiklut, tá ið talan er um, hvørja fatan tú hevur av fakinum. Vit mugu gera kjakið um kyn breiðari, tí tað ávirkar avrikini hjá gentum og dreingjum í skúlanum, sigur hon.

Hon heldur, at stúranin um, at dreingir klára seg verri enn dreingir í allari útbúgvingarskipanini er ein svart-hví-hugsan, har uppmerksemi bara er á dreingjunum. Tað kann føra til, at vit ikki síggja avbjóðingar, sum gentur standa fyri í til dømis støddfrøði. Gentur velja í nógv minni mun útbúgvingar, har nógv ástøðilig støddfrøði er ein partur. Vit hava ikki ráð at minna dugnaligu genturnar, sigur hon.

– Vit vita, at gentur og dreingir duga eins væl; tað eru onnur viðurskifti, sum gera seg galdandi, tá ið gentur ikki velja støddfrøði og ikki velja útbúgvingar, har støddfrøði er ein so stórur partur.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.