Tíðindi

Hví eru summi vinstrhent?

Heilin stýrir, hvør hond er best at skriva við. Og tað er ikki bara gott at duga at skriva væl við báðum hondum.

13.11.2020

Tað er framhaldandi ein gáta, hví summi eru vinstrhent og summi eru høgrhent ella rætthent, sum tað eisini verður nevt. Kortini halda granskarar, at fólk altíð hava verið høgrhent. Fleiri túsund ára gamlar beinagrindir vísa nevniliga, at høgra hond hevur verið brúkt oftari enn vinstra.

Eisini neandertalararnir, tey, sum komu undan okkum menniskjum, brúktu høgru hond. Tað vísa trýstmyndir málaðar við hond, sum eru 500.000 ára gamlar.

Trýstmyndirnar eru allar vinstrhentar. Tað vil við øðrum orðum siga, at hesir neandertalararnir sannlíkt brúktu høgru hond til at mála hina hondina við.

Í dag eru umleið 90 prosent høgrhent og 10 prosent vinstrhent.

– Og soleiðis er tað um allan heimin, sama hvørja mentan, hvønn átrúnað og tjóðskap talan er um, sigur Kenneth Hugdahl, professari við Universitetið í Bergen.

Hugdahl sigur, at orsøkin til, at summi eru vinstrhent, er at finna í heilanum. Heilin er býttur í tvey: ein vinstra heilahelvt og ein høgra heilahelvt. Og so løgið, sum tað ljóðar, er tað vinstra helvt, sum stýrir høgru hond, og høgra helvt, sum stýrir vinstru hond. Sama er galdandi fyri beinini.

Tað eru ílegurnar, sum gera av, at vit eru høgrhent ella vinstrhent, sambært Hugdahl, professara. Í øllum førum í nógvum førum. Tað er við øðrum orðum ein eginleiki, tú hevur við tær, frá tí tú ert fødd. Men tað er eisini ein onnur frágreiðing. Hugdahl nevnir hetta tann ónatúrliga frágreiðingin. Tað hendir við, at heilahelvtin fær skaða, meðan vit enn eru ógvuliga ung. Tað kann henda uttanífrá, við at vit sláa høvdið í, ella innanífrá, sum til dømis við heilabløðing ella heilasvulli.

– Tá skilir heilir skjótt, at tamarhaldið á hondunum eigur at býta pláss. Um skaðin hendir í vinstru heilahálvu, verður tamarhaldið latið til høgru hálvu. Tá fert tú frá at vera høgrhentur til at verða vinstrentur, sigur Hugdahl.

– Á henda hátt orðnar kroppurin tað sjálvur, soleiðis at vit ikki missa tamarhaldið fullkomiliga, hóast vit fáa ein skaða, sigur hann.

Men hetta hendir altso bara, um skaðin hendir, tá ið vit eru ógvuliga lítil.

Nøkur heilt fá okkara eru tað, sum verður nevnt ambidekstr. Á norskum eitur tað kapphent. Tað merkir, at tú dugir eins væl at brúka vinstru sum høgru hond. Tað ljóðar ógvuliga gott, men tað er ikki neyðturviliga ein fyrimunur, vísir Hugdahl á, tí tá verður tað eitt slag av kapping millum høgru heilahelvt og vinstru heilahelvt, og tað er ikki vist, at helvtirnar eru samsintar, og tí kann tað verða avbjóðandi.

– Jú fleiri kokkar, jú meiri oyðsl, sigur Hugdahl.

Eldri gransking hevur víst, at vinstrhent doyggja fyrr, eru meiri kriminell og drekka meiri rúsdrekka enn høgrhent.

– Men hetta eru bara mýtur, sum eru avsannaðar í nýggjari gransking, sigur Hugdahl.

Fyri stuttum hava granskarar funnið út av, at vinstrhent hava betri samband við millum heilahálvurnar enn høgrhent hava. Tey kunnu rætt og slætt vera snildari.

Men tað er ikki vist, sambært Hugdahl. Vit mugu bíða eftir meiri gransking fyri at vita, hvør fyrimunurin við at vera høgrhentur ella vinstrhentur er. Í summum ítróttargreinum kann tað vera ein fyrimunur at vera vinstrhentur, í øllum førum boksing. Vinstrbeintir fótbólsspælarar kunnu lumpa málverjan, og vinstrhentir tennisspælarar kunnu ørkymla mótstøðuspælaran.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.