Tíðindi

Hugagóðir næmingar savna og skilja mat

Í Skúlanum við Løgmannabreyt hevur matskiljingin tikið dik á seg. Skúlin hevur útvegað sær skiljivognar, og næmingar í fimta flokki hava uppgávuna at savna inn matin, sum skal burtur, og skilja hann sundur

13.09.2023

Í Skúlanum við Løgmannabreyt hava tey leingi arbeitt við umhvørvisspurningum. Ein liður í hesum hevur verið at seta í verk matskiljing og kompostskipan, so at skúlin kann gera sín part at minka um CO2 útlátið. 

- Tað er ein hugburðsbroyting, sum skal til, tá ið talan er um at skapa nýggjar vanar, men vit síggja, at næmingarnir taka væl undir við hesum og halda, at tað er stuttligt, serliga teir yngru. Tað eru eisini teir, sum hava matpakka við. Vit seta okkum alla tíðina nýggj mál og taka nýggj stig, tað er ein drúgv tilgongd at leggja um, men hetta er ógvuliga spennandi, sigur Høgni Joensen, skúlastjóri.

Tað er allur matur, sum verður skorin frá, skal, flus og aðrar leivdir, sum verður savnað og skilt; tað verður nýtt til at taða moldina kring skúlan.

Fyri tveimum árum síðani varð byrjað at skilja kaffigrums á lærarastovuni og síðani at breiða tað út í lendið millum trø og greinar. Síðani varð arbeitt við at skilja matin. Fyrst varð roynt við bokashiháttinum. Men so varð avgjørt at keypa eina komposttrumlu at koyra matrestirnar í. Tá ið ein tíð var farin, og skúlin hevði fingið royndir við hesum, varð farið undir at fáa næmingarnar upp í.

Fyri at fáa skiljingina so lætta og ruddiliga, sum til ber, var arbeitt við at gera serligar skiljivognar, sum hóskaðu og vóru praktiskir. Síðani vóru royndir gjørdar í 1. og 7. flokki.

Beint fyri summarfrítíðina vóru skiljivognar liðugt gjørdir til allar skúlastovurnar og nú eftir summarfrítíðina varð sett í gongd.

Eitt er at fylla skiljivognarnar, teir skulu eisini tømast. Innsavningin av matrestum fer fram eina ferð um vikuna. Tey, sum eru røklar í 5. flokki, manna skiljiliðið. Ein týdningarmikil partur í allari tilgongdini hevur verið at upplýsa og kunna um týdningin av at kompostera. Hetta er bæði galdandi fyri lærarar og næmingar. Arbeitt verður eisini við at skúla tey, sum eru í skiljliðinum serliga væl, og geva teimum møguleika at vera ambassadørar hjá skúlanum í hesum máli.

Í lærugreinini íverksetan hevur seinastu árini verið arbeitt við matoyðsli, m.a. við íblástri úr bókini “Matur” og góðar verkætlanir eru gjørdar. Eisini hevur verið arbeitt við endurnýtslu av klæðum.

Kelda og myndir: svl.fo

Sí fleiri myndir: https://photos.google.com/share/AF1QipMnZjNbyeN_xL4pSDtDNk93LkxfUktkUZg6G-F5DEa5SMrcuP2vGCr0KOAToIcnDg?key=N2RfeHJlUXN0WEhMWEpsdVcxSTc0V0lrdTNobE1B

  

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni