Tíðindi

Hug at taka lut í granskingarverkætlan?

Í sambandi við verkætlanina um, hvussu broytingarnar vegna COVID-19 hava ávirkað arbeiðslívið, tørvar Annika Helgadóttir Davidsen, verkætlanarleiðari, fólk at hava samrøðu við

13. mai 2020

Fyri at kunna taka lut, skalt tú vera eldri enn 18 ár og í starvi. Møguleiki er fyri at hava samrøðuna, ið verður uml. 45 min. til longdar, andlit til andlits ella umvegis telefon. Tørvur er á 20 fólkum. Hevur tú hug at taka lut, ella um tú hevur spurningar um verkætlanina, kanst tú senda t-post til: annika@health.fo.

Endamálið við hesari kanning er at lýsa, hvussu frástøðan og avbyrgingin í samband við COVID-19 ávirkar sálarliga arbeiðsumhvørvið og sálarheilsuna hjá løntakarum. Harumframt er ætlanin at varpa ljós á, hvussu fólk handfara serligu arbeiðsstøðuna, hvørs treytir eru heilt øðrvísi enn tær, vit vanliga kenna.  

http://www.skulabladid.fo/hvussu-ávirkar-frástøða-og-avbyrging-sálarheilsuna


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.