Tíðindi

Hjúklað um allar lutir í nýggjum søgutilfari

Tað er ikki bara sum at siga tað at gera nýtt og søguligt tilfar um Føroyar og útheimin á føroyskum máli til uppvaksandi ættarliðið, ið setir stór krøv og hevur alskyns miðlar og pallar at spæla sær á, eisini útlendskar. Tí er nógv lagt fyri í royndini at gera nýggja søgutilfarið hjá Námi bæði viðkomandi og spennandi, men eisini vakurt og innbjóðandi fyri næmingarnar.

10.04.2024

Hjúklað er um allar lutir, og hugsað er í stóran mun um at røkka næmingunum á ymsan hátt og á ymsum pallum. Til dømis við teksti, myndum og tekningum.

- Sumt er trupult at siga frá við orðum og lættari at vísa við myndum og tekningum. Eitt dømi eru broytingarnar í Føroyum frá landbúnaðar- til fiskivinnusamfelag. Tær tekningarnar lýsa hesar samfelagsligu broytingar ógvuliga væl og eru lættar hjá næmingunum at skilja, sigur Gunvá Magnussen, ritstjóri.

Hon leggur tó dent á týdningin at fáa næmingarnar lesa. Tí er teksturin ofta býttur í smáar bitar og miðlaður á ein lættan og lesivinarligan hátt. Eisini er hugsað í ljóði og ljóðmyndum, og tá verður víst til i-bókina, sum er partur av verkætlanini og finst á netinum.

Nýggja undirvísingartilfarið er við øðrum orðum ein modernaður pakki til tíðina. Men bókin í klassiskari pappírsútgávu er tó framvegis fremsti miðilin. Og væl er hugsað og lagt til rættis, tí bøkurnar eru eitt framhald hvør av aðrari. Hugsað er alla tíðina um málbólkin, tað er um floksárgangin, og hvussu tilfarið verður miðlað á ein so lættan og skilligan hátt sum til ber við hóskandi avbjóðingum og uppgávum til næmingarnar.

Ein vegleiðing fylgir við hvørjari bók, sum er ætlað læraranum og lýsir, hvussu tilfarið kann nýtast. Ein spennandi avbjóðing eru teir sokallaðu undranarspurningarnir. Hetta eru spurningar, ið knýta seg til innihaldið og kunnu eggja til undran hjá bæði næmingum og lærarum. Hugskotið er, at lærarin kann nýta hesar spurningar sum eina byrjandi samrøðu, so næmingarnir lættari komast við innihaldið, so hvørt bókini líður. 

Hjúklað er eisini um grafiska samspælið millum uppseting og innihald. Teksturin er ofta stuttur og greiður og lættur at lesa. Hvør partur byrjar við eini stuttari frásøgn um, hvat er í væntu á næstu síðunum, og ein tíðarlinja ger greitt, hvat tíðarskeið í søguni innihaldið í bókini fevnir um. Ein breddi er gjørdur, sum greinar orð og týdningar, ið kunnu vera torfør og trupul at skilja hjá næmingunum og krevja eina nærri frágreiðing. Somuleiðis eru kort teknað og avmyndað, so næmingurin alla tíðina fær at vita, hvar søguligu hendingarnar fara fram. Tað kann til dømis vera í Føroyum, í Norðurlondum, í Evropa ella longri úti í heimi. Er talan um hendingar í Føroyum, verður greitt tilskilað, hvør bygdin ella býurin er, og víst verður til ítøkiligu staðsetingina.

Søga 4, 5 og 6 eita skúlabøkurnar, sum Erling Isholm, søgufrøðingur, hevur skrivað, og Gunvá Magnussen á Námi hevur ritstjórnað og lagt til rættis.

Tað eru Anni Arge Jacobsen og Janni Johansen, sum hava teknað tekningarnar og umbrotið bøkurnar.

Fylgibólkurin, sum hevur fylgt arbeiðinum, hevur verið mannaður av Regini Debess, Petru Sjóstein, Sigurlaug Fossdal og Augustu Egholm Petersen. 

Bøkurnar eru ætlaðar næmingum frá fjórða til og við sætta flokki.

Brot úr grein í Skúlablað nr 1, 2024, sum Jákup Bogi Joensen hevur skrivað. Les alla greinina í blaðnum. Mynd: Heine Nygaard.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.