Tíðindi

Ikki rætt at gera skilnaðin til einkis hjá barninum

Tað hevur stóra ávirkan á barnið, tá ið foreldur fara hvør til sítt. Tað halda lærari og heilsufrøðingur í Skúlanum við Løgmannabreyt, sum fyri átta árum síðani stovnaðu samrøðubólk hesum børnum at frama

24-08-2021

Á hvørjum ári uppliva fleiri børn í fólkaskúlanum, at foreldrini fara hvør til sítt.

Skilnaður er trupul støða, sum ávirkar barnið og hevur avleiðingar upp á nógvar mátar.

Talan er um lívskor og sorg hjá barninum, sum á ongan hátt má undirmetast og farast ov lætt um.

Tað halda Sigrid av Reyni Thomassen, AKT-lærari – AKT stendur fyri atferð, kontakt og trivnað –  og Kala Rajani, heilsufrøðingur. Tær arbeiða í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík.

Fyri átta árum síðani tóku tær í felag stig til samrøðubólk fyri børn, sum hava hesa uppliving í viðførinum.

Endamálið er at lofta børnunum og tryggja, at tey hava eitt stað at venda sær, siga tær.

- Vit vita, at skilnaður ávirkar og fylgir barninum alla tíðina. Eisini í skúlanum fylla tankar og kenslur um skilnaðin, ið kunnu ávirka læringina og skúlagongdina.

Sorg um skilnaðin hjá foreldrunum er lívskor hjá barninum og verður ofta kallað ein lítilsgjørd sorg, vísir Kala Rajani á. Orsøkin er, at skilnaður er vorðin so vanligur á okkara døgum, at ikki verður givið tí stórvegis gætur. Tí er vandi fyri, at børn, sum hava upplivað skilnað, verða ”gloymd” og ikki fáa tað rúm, teimum tørvar.

- Tað er ikki rætt at gera skilnaðin til einkis hjá barninum, tí fyri júst tað barnið, sum upplivir skilnað, er talan um eina sorg, sigur Kala Rajani.

Tað er ein sorg, tí grundvøllurin hjá barninum er skakaður. Tað kenda og trygga er vorðið ókent og ótrygt. Barnið skal venja seg við ein nýggjan veruleika, har foreldrini ikki eru saman longur, men liva hvør sær. Og tað kann skapa órógvandi tankar og kenslur hjá barninum.

Sorgin og sorgararbeiðið er sum eitt pendul, ið sveiggjar aftur og fram. Tá pendulið sveiggjar aftureftir, er tað um sorgina, ið stóðst um brotið og skilnaðin. Um sorgina at missa dýrabæra tíð saman við mammuni og pápanum. Brostnar vónir um dreymin og ímyndina av at hoyra saman sum familja. Tað er ein smeitur, tí talan er um ein longsul í barninum.

Sveiggjar pendulið frameftir, er støðan ein onnur. Barnið skal læra at fyrihalda seg til framtíðina og nýggja veruleikan. Tað er at koma til sættis við tilveruna, sum hon er, og mynstur í gerandisdegnum, sum eru øðrvísi, enn tey plagdu at vera. Tey praktisku viðurskiftini til dømis. Tvey heim í staðin fyri eitt. Skiftið millum bústaðirnar, millum mammuna og pápan. Avtalur og samstarvið millum foreldrini – ella mangul upp á tað sama.

Og so eru tað kenslurnar. Tær stundum mótstríðandi og ambivalentu. Til dømis kenslur um nýggja makan hjá mammuni, pápanum ella báðum. Um børnini hjá nýggju makunum. Og so framvegis.

Spentu støðurnar kunnu skapa órógv og ósemjur, tí nógvar særdar kenslur eru í klemmu. Tað er einki óvanligt í hesum, vísa Sigrid og Kala á, tí barnið ber sorg. Og ta sorgina hevur og eigur barnið rætt til, halda tær.

- Kenslur eru natúrligur partur av tí at vera menniskja. Tí hevur tað týdning at rúma barninum, heldur Kala Rajani og fær fullan stuðul frá felaga sínum.

- Tað, sum hevur týdning, er, at barnið kemur til sættis við støðuna og skilir, at tað er einki galið við sær. Tað eru umstøðurnar, sum eru broyttar, sigur Sigrid av Reyni Thomassen.

Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2021

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.