Tíðindi

Hevur lærarin ein ringan dag, ávirkar tað næmingarnar

Nýggj kanning, sum er gjørd í Danmark, vísir, at fatanin hjá næmingum av, hvat er góð undirvísing, er í samsvari við gransking, sum áður er gjørd av evninum

16.11.2018

”Er lærarin ein, sum altíð er súrur, so fært tú ring viðurskifti við hann, og so verður tímin vánaligur, og tú verður tú vánaligur til tað, tú skalt.”

Soleiðis sigur Laura í 6. flokki í kanningini, ”Elevernes oplevelse af skoledagen og undervisningen”, sum Danmarks Evalueringsinsitut hevur latið gera. Kanningin varpar ljós á, hvat næmingar í 5.-9. flokki halda um undirvísingina; hon byggir á stórt dátutilfar frá 8 skúlum, har upplivingarnar hjá teimum, sum eru spurd, fáa gott pláss.

Boðini hjá næmingunum uppá, hvat er góð undirvísing, og hvat ikki er góð undirvísing, er í samsvari við tað, sum gransking á økinum áður hevur víst á; tað sigur Eva Thea Nørgaard Dupont, ið er ein teirra, sum hevur verið við til at gera kanningina.

”Eg haldi ikki, at tað kemur ávart á, at næmingar vísa á tað sama, sum gransking vísir á. Næmingar kenna ikki granskingina; teir peika við egnum orðum á tað, teir halda, og tað styrkir vitan okkara um, hvat er góð og motiverandi undirvísing,” sigur hon.

Júst av teirri grund eiga lærarar at fáa nógv burtur úr tí, sum næmingarnir siga um tað, sum motiverar undirvísing.

”Undirvísing er ógvuliga kompleks, og tað er ikki altíð lætt at leggja upp fyri øllum tí, sum næmingar siga, í undirvísingini. Men næmingarnir duga sera væl at vísa á, hvat ítøkiliga skal til, soleiðis at teir fáa ein virknan leiklut,” sigur Eva Thea Nørgaard Dupont.

Fimm viðurskifti, ið næmingarnir vísa á hevur týdning:

Relatiónin millum lærara og næming
Hóskandi avbjóðingar
Leikluturin hjá næmingum í undirvísingini
Undirvísingin skal vera fjøltáttað og ymisk
Møguleiki fyri hugdýping og hugsavnan

Nógvir næmingar í 8 skúlum eru slopnir til orðanna í kanningini, næmingar í tveimum 5. flokkum, einum 6. flokki, tveimum 8. flokkum og einum 9. flokki. Eisini er hópin av eygleiðingum gjørdar. Í hvørjum flokki eru næmingarnir bidnir at skriva ein stíl á eina síðu um, hvat tey halda um skúladagin – bæði hvat er ein góður dagur, og hvat er ein vánaligur dagur í skúlanum. Til samans 160 stílar eru komnir inn. Stílarnir geva eina góða mynd av, hvat næmingarnir halda, tí í teimum sleppa næmingarnir at seta orð á, hvat teir halda er umráðandi.

Les meiri um kanningina her: https://www.eva.dk/grundskole/elevernes-oplevelse-skoledagen-undervisningen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni