Tíðindi

Heldur leiðreglur enn námsætlan fyri forskúlan

Vit eiga at hava grundleggjandi leiðreglur um innihaldið í forskúlanum grundað á vitan um læring og um, hvussu børn mennast. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag.

11.05.2022

Kunngerðin um forskúla tilskilar, hvussu forskúlin eigur at verða skipaður, og hvat dentur eigur at verða lagdur á viðvíkjandi innihaldi, men eiga vit eisini at hava eina námsætlan fyri forskúla, eins og vit hava fyri skúlaverkið?

- Ja, við fyrivarni, sigur Jacob Eli S. Olsen.

Hann leggur dent á, at verður námsætlan gjørd fyri forskúla, eigur hon ikki at vera eins háttað, sum hon er fyri skúlaverkið, men meiri lík leiðbeinandi lesiætlanunum, sum vóru galdandi áðrenn námsætlanir komu í gildi fyri meiri enn tíggju árum síðan.

- Námsætlanirnar, sum vit hava fyri hvørja lærugrein sær, eru ikki væl egnaðar at byggja gerandisdagin í skúlanum hjá børnum og teimum ungu á, tí tá kunnu førleikamál í námsætlanini verða málið, heldur enn menningin av einstaka næminginum. Málmenning og talfatan, sum eru týðandi evni at menna hjá børnum í forskúlaaldri, nýtast ikki at vera fatað av eini lærugrein, sum vit kenna tað frá skúlanum annars. Verandi málstýrdu námsætlanir gera meiri skaða enn gagn, men námsætlan í teirri merking, at vit skulu hava nakrar grundleggjandi leiðreglur um innihaldið í forskúlanum grundað at vitan um, hvussu børn mennast og um undirvísing og læring er ein gongd leið.

Í leiðbeinandi lesiætlanini, sum var í gildi, áðrenn námsætlanirnar komu, var tað upp til læraran at gera av, hvat var hóskandi at taka inn í undirvísingina sambært nøkrum yvirskipaðum evnum. Var ein líknandi skipan gjørd fyri forskúlan, hevði ábyrgdin at skipa innihaldið ligið hjá læraranum og námsfrøðinginum.

- Fakliga vitanin og innlitið hjá læraranum og námsfrøðinginum eiga at vera í miðdeplinum í forskúlanum. Við námsætlanunum, soleiðis sum tær eru háttaðar, er henda ábyrgdin tikin burtur frá læraranum. Hann sleppur ikki at meta um og gera av, hvat fakliga innihaldið skal vera, so tað hóskar betur til næmingarnar; í staðin er innihaldið ásett í kunngerð og rundskrivi. Avleiðingin av hesum kann vera líkasæla, tí ábyrgdin er tikin frá læraranum. Dagurin kann tá vera skipaður til námsætlanina heldur enn til barnið. Vit mugu undir ongum umstøðum byggja forskúla á eina slíka grund.

Kunngerðin um forskúla ásetir høvuðskarmarnar í forskúlanum, men av tí at sumt er ov leysliga orðað ella ikki tikið við, kann vandi vera fyri, at ymsu forskúlarnir eru ov ymiskir, og at okkurt av týdningi liggur eftir; tað er ikki nóg gott, heldur Jacob Eli S. Olsen.

- Fólkaskúlin er eyðkendur av, at tað, sum fer fram í skúlanum, er eftir einum væl grundaðum leisti, sum vit kenna aftur. Tað er ein styrki við fólkaskúlanum. Eftir mínum tykki átti innihald og skipan í forskúlanum at verið betur útgreinað í eini leiðbeinandi ætlan uttan tó, at tað gerast til faklig førleikamál, sum skulu mátast og vigast, sum fólkaskúlin er ov nógv merktur av.

Seinastu tíggju árini eru forskúlarnir vorðnir níggju í tali, og komandi skúlaár koma fleiri aftrat; uppaftur aðrir eru í umbúna. Spyrja vit skúlaleiðslurnar, hví tey ætla at seta forskúla á stovn, grundgeva fleiri við, at tað fer ov nógv orka og tíð í fyrsta flokki at venja børn at vera í so skipaðum kørmum og í einum so stórum bólki, sum tað er í skúlanum, og tað kann forskúlin vera við til at menna børnini til. Formaður Føroya Lærarafelags heldur, at útsagnirnar hjá skúlastjórunum benda á eina sperda skúlaskipan, har tað fyrstu skúlaárini eru alt ov nógvir næmingar til ov fáar lærarar.

- Lopið er so stórt. At so nógv børn eru saman so leingi í skúlanum, og ov fáir lærarar eru um tey, samstundis sum krøvini eru so stór, kann fáa eina og hvørja skipan at ridla. Tað sigur seg sjálvt, at hjá teimum børnunum, ið hava tørv á rásarúmi ella friði, er tað ringt at vera partur av einum flokki, har umstøðurnar eru trongar, og tað eru fá at vera um tey. Tað síggja vit aftur í einum órógvandi atburði hjá summum næmingar, sum hava ilt við at finna sítt pláss undir teimum trongu karmunum. Í koronaskúlanum sóu vit ikki henda atburðin, tí tá vóru smærri næmingabólkar skipaðir, og hvør bólkur hevði gott pláss í flokshølinum við sínum lærara. Hetta vísir alt aftur á, at tað eru alt ov vánaligar umstøður hjá børnum og lærarum í fyrsta flokki. Um vit høvdu fleiri lærarar um næmingarnar í grunddeildini, so at vit kundu skipa undirvísingina í smærri bólkum, so høvdu færri næmingar havt tørv á serligum stuðli, tí at skipanin hevði havt pláss fyri teimum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.