Tíðindi
05.10.2020
Umboð fyri Føroya Lærarafelag og onnur skúlafólk hava víst á, at læraraútbúgvingin hevur flutt seg frá lærarayrkinum og alt meira líkist øðrum akademiskum lestri, eftir at hon er løgd undir Fróðskaparsetrið. Jenis av Rana er ikki treytaleyst samdur við hesum.
- Ætlanin við at leggja Læraraskúlan og Fróðskaparsetrið saman var júst, at læraraútbúgvingin skuldi verða meira akademisk. Í hesum liggur sjálvandi ikki, at útbúgvingin skal flyta seg frá lærarayrkinum, tað hevði verið ein andsøgn. Hinvegin dámar mær ikki at seta tað akademiska upp ímóti tí yrkisrættaða, tí eftir mínum tykki eiga lærarar at hava góða akademiska vitan.
- Læraraútbúgvingin er tvísporað í og við, at hon er yrkisrættað, og tí skal hon hava sterkt tilknýti til sítt yrki. Heldur ikki sum lærari kanst tú liva í fortíðini og droyma teg aftur til tað, sum einaferð var; tú mást mennast samsvarandi tíðini, tú livir í. Eg vænti eisini, at serfrøðinganevndin fer at meta um, hvussu útbúgvingin hóskar til tað yrki, hon er ætlað til, og um, hvussu lærararaútbúgvingin fakliga er í samsvari við tað starv, sum lærararnir skulu røkja sambært fólkaskúlalógini, um krøvini í útbúgvingini eru í samsvari við førleikan, sum lærarin skal hava.
Landsstýrismaðurin sigur, at tað, sum nú verður borið fram, at starvslæran í útbúgvingini er ov stutt, neyvan er gjørt vart við á røttum stað. Hann veit einki um, at nakar hevur gjørt seg varugan við hetta, síðani hann tók við sum landsstýrismaður. Og tí ber illa til at viðgera henda spurning júst her og nú, men hetta er eitt mál, sum hann fer at taka upp, og sum møguliga verður partur av eftirmetingini.
- Læraraútbúgvingin er fyrst og fremst skipað til at útbúgva lærarar til fólkaskúlan, og tí eigur útbúgvingin, umframt námsfrøði, sálarfrøði og fakligu lærugreinarnar, at leggja dent á karmarnar kring fólkaskúlan, har lærararnir skulu virka, fólkaskúlalógina, námsætlanirnar og virksemið sum lærari.
- Um tað er so, at læraraútbúgvingin hevur flutt seg ov langt frá fólkaskúlanum, mugu tey, ið varða av útbúgvingini, viðgera henda spurningin, so vit kunnu finna eina loysn. Er hald í atfinningunum, so fer tað at koma fram í eftirmetingini. Hetta kundi eisini verið eitt mál fyri fólkaskúlaráðið at viðgera.
Les alla samrøðuna við Jenis av Rana í Skúlablað nr 5, 2020