Tíðindi

Heimsins besta barnaland

Skúlin má gera sítt fyri at geva børnunum betri umstøður. Ætlanir eru um at lætta um við færri royndum og styttri skúladegi, men vit vita eisini, at lærarin má hava betri tíð til hvønn næming, og næmingarnir mugu hava betri umstøður at vera í smærri bólkum, um vit skulu røkka øllum næmingum. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

24.10.2023

Samgongan hevur skipað eitt barnamálaráð eftir íslendskum leisti, har ymisku stovnarnir, sum so ella so varða av børnum og ungum, eru savnaðir í sama ráði. Ein góður tanki, ið uttan iva fer at veita børnum og ungum betri umstøður.

Ráðið hevur fingið úrslitið frá trivnaðar- og happingarkanningini millum børn og ung. Úrslitini eru tíverri, at fleiri børn trívast ikki væl og eru fyri happing. Verri er eisini, at talið av teimum, sum verða happað og ikki trívast, er vaksið nógv.

Tað eru nógv fleiri børn og ung nú enn í 2019, ið svara, at tey eru happað og kenna seg uttan fyri felagsskapin. Økingin er so stór, at hon kann ikki síggjast einsamalt sum ein broyting í skúlanum ella hjá læraranum. Tað er eisini eitt tíðarrák, at trýstið á einstaklingin um at avrika er stórt, og ferðin er høg, og tað gevur børnum og ungum truplar umstøður at trívast í. Góða barna- og ungdómslívið snýr seg ikki longur um at finna sær eitt pláss, har tú kanst liva eitt nøktandi lív, men at finna besta plássið ovast á rókini.

Í kanningini verða børnini spurd, hvussu tey hava tað í skúlatíðini, men um vit leggja alla ábyrgdina á skúlan, so gera vit børnunum eina bjarnartænastu, tí skúlatíðin hongur saman við frítíðini og tíðini heima. Hyggja vit at íslendska modellinum “Planet-youth”, so hyggja tey at umstøðum hjá barninum heima, í skúlanum og í frítíðini, tí vit hava øll ábyrgd.

Skúlin má gera sítt fyri at geva børnunum betri umstøður. Ætlanir eru um at lætta um við færri royndum og styttri skúladegi, men vit vita eisini, at lærarin má hava betri tíð til hvønn næming, og næmingarnir mugu hava betri umstøður at vera í smærri bólkum, um vit skulu røkka øllum næmingum.

Børnini liva við skíggjum, sosialum miðlum og orkudrykkjum, og fleiri børn sova eisini ov lítið, og tað gevur teimum verri umstøður at trívast. Summir lærarar hava regluliga spurt næmingarnar, nær sosialu miðlarnir á snildfonini “plingaðu” seinastu ferð farnu náttina, fleiri svara klokkan tvey um náttina. Tá tað er støðan, so er svøvnurin ov lítil, og ringt er at fylgja við í skúlanum. Vantandi orka og svøvnur eru ikki trupulleikar, ið skúlin kann loysa, tað er í nógv størstan mun foreldrini, sum kunnu hjálpa børnunum við tí.

Samfelagið má gera sítt, og arbeiðsvikan eigur at verða stytt. Føroyingar eru millum tey raskastu at arbeiða, og tey flestu, ið eru vinnufør, eru til arbeiðis. Frá at annar uppihaldarin arbeiddi, eru bæði foreldur til arbeiðis og ommur og abbar eisini. Við at stytta arbeiðsvikuna til 37 tímar, so fáa eini foreldur seks tímar aftrat at vera saman við familjuni, og ommur og abbar hava eisini betri stundir til síni.

Felagsskapurin í skúlanum er viknaður, tí at nógv børn eru meira bundin av frítíðarítrivum. Tað er gott fyri tey børn, sum hava sín felagsskap í ítrótti ella øðrum ítrivi, men samstundis eru tey børnini, ið líta á felagsskapin í flokkinum, í eini viðbreknari støðu. Tað er vanligari, at næmingar biðja um loyvi til venjing og kappingar uttanlands og ikki kunnu møta til tiltøk í skúlanum, so sum setursskúlar og føðingardagar hjá floksfeløgunum. Hetta eru viðurskifti, sum koma uttanífrá, og sum hava stóra ávirkan á børnini og skúlan.

Boðskapurin frá børnunum er týðiligur, vit mugu skipa gerandisdagin, so hann hóskar betur til børnini, tað veri seg heima, í skúlanum og í frítíðini. Nakrar av hesum broytingunum kunnu vit lættliga gera, um vit fáa gjørt nakrar tillagingar, men tær stóru linjurnar, sum geva teir stóru lættarnar hjá børnunum, liggja í hondunum hjá ovastu politisku leiðsluni.

Oddagrein í Skúlablað nr 5, 2023, sum kemur í dag.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni