Tíðindi
04.12.2020
– Leggja vit upp fyri umstøðunum, at heimaskúlin varð til eftir einari nátt, so hevur hesin skúlin eydnast lærarum sera væl. Teir megnaðu at fáa tað at bera til og geva nógv teimum flestu næmingunum eitt tilboð, sum riggaði. Hóast okkurt manglaði, sigur Siw Olsen Fjørtoft, granskari.
Hon hevur gjørt eina kanning, sum 929 lærarar hava svarað; spurningarnir snúðu seg allir um, hvussu tað var at vera lærari tíðarskeiðið í vár, tá ið korona stongdi allar skúlar, og undirvísingin fór fram á netinum. Lærararnir siga, at sum heild hevur tað gingið eitt sindur út yvir tað fakliga hjá næmingunum í miðal – framgongdin, sum annars hevði verið, var ikki. Teir avrikaðu nøkulunda sum vanligt, summir eitt sindur verri meðan nakrir einstakir næmingar blómaðu.
– Tá ið tað er sagt, so er samfelagsuppgávan hjá skúlanum í tveimum. Umframt at vera útbúgvingarstovnur skal skúlin eisini gera næmingarnar búnar. Tað ber illa til umvegis talgilda heimaskúlan, og tí vilja vit ikki aftur til tann skúlan, sigur Fjørtoft.
Eftir fáum døgum noyddust allir lærarar at gera ein talgildan heimaskúla. Tað hevur givið teimum nógvar royndir, sum teir hava stórt gagn av.
– Lærararnir siga frá førleikamenning. Nógvir hava fingið eyguni upp fyri nýggjum møguleikum í tøknini, sum teir taka við sær inn í skúlastovuna, sigur Fjørtoft.
Millum annað siga seks av tíggju, at tøknin kann verða brúkt til at leggja undirvísing til rættis við fyriliti fyri, at næmingar eru ymiskir. Fleiri ætla eisini at brúka meiri video í staðin fyri fyrilestrar, soleiðis at teir kunnu brúka meiri av tíðini í skúlastovuni til refleksión og kjak.
– Sum heild tykist tað, sum at lærarar hava megnað talgilta skiftið og samstundis víðkað talgilta amboðskassan, sigur Fjørtoft.
Hon vónar, at royndirnar fara at verða brúktar til at seta skjøtul á eitt orðaskifti um, hvat góð undirvísing er og síðan at fáa eyga á, hvørjar møguleikar lærarar hava.
Meðan heimaskúlin var, brúktu lærarar minni tíð at fáa næmingar at vera friðarligar og til annað, sum vanliga órógvar í eini skúlastovu. Tað var lættari at fáa næmingar, sum vanliga verða órógvaðir av slíkum, at vera við. Einstakir næmingar blómaðu í hesi tíðini. Tað vóru serliga teir, sum vanliga eru friðarligir og smædnir í skúlastovuni, og somuleiðis teir sum aftra seg at fara í skúla ella hava heilsluligar avbjóðingar.
– Nógvir av hesum næmingum komu veruliga fyri seg. Tað var lættari at fáa teir við, tá ið teir kunnu sita við ein skíggja. Samstundis vóru tað lærarar, sum eisini søgdu, at teir mistu sambandið við aðrar næmingar, sum rætt og slætt ikki vóru við, sigur Fjørtoft.
Heimaskúlin vísti á nakrar avmarkingar í talgilta veruleikanum, eitt nú eftirlýstu nógvir lærarar møguleikan at vera spontanir og at improvisera, soleiðis sum tað vanliga verður gjørt í eini skúlastovu. Umframt kom tað óvart á nógvar lærarar, at tað sokallaða talgilta ættarliðið vantaði grundleggjandi talgiltar førleikar, so sum at taka niður fílur á røttum stað ella at tora at hava myndatólið tendrað og tosa framman fyri flokkin á einum skíggja.
– Hjá lærarunum snúði tað seg í høvuðsheitum um at læra seg at brúka ymisk amboð. Undirvísingini skuldi fara fram á einum talgiltum palli. Tað var eingin tíð at stíga eitt fet aftur og reflektera um, hvussu tú undirvísir á einum palli, sum bara er talgiltur, sigur Fjørtoft.
Hetta skjóta skiftið førdi til eina heimsfarsóttarliga námsfrøði, tað vil siga eina ad hoc-tilgongd til undirvísing og innihald. Skúlaarbeiðið var í mongum førum merkt av einføldum talgiltum loysnum, so sum at geva næmingum uppgávur og biðja tey lata okkurt inn, sum teir skuldu skriva ella rokna. Hetta førdi til nógv arbeiði fyri bæði næmingar og lærarar. Kortini heldur Fjørtoft, at flestu lærarar hava roynt nógvar talgildar loysnir, sum teir kunnu fáa gagn av í skúlastovuni.
Kanningin vísir, at heimaskúlin krevur greiðar talgiltar reglur. Hóast eingin ófriður í skúlastovuni siga nógvir lærarar frá negativari atferð og talgiltari órógv, so sum svartar skíggjar og skíggjamyndir.
– Summir lærarar siga eisini frá, at tað var ikki serliga hugaligt at undirvísa til ein skíggja uttan at vita, um nakar lurtaði, sigur Fjørtoft.
Royndirnar vísa á, at heimaskúlin eigur at verða í føstum kørmum.
– Tað er umráðandi fyri bæði næmingar og lærarar, at skúladagurin byrjar og endar týðiliga, soleiðis at skúlatingini ikki verða latin inn um náttina ella at lærararnir fáa boð frá næmingunum alt samdøgnið og verða útlúgvaðir av tí. Tað er heilt greitt, at hetta tíðarskeiðið hevur verð arbeiðskrevjandi fyri lærararnar, sigur Siw Olsen Fjørtoft.
Kelda: forskning.no