Tíðindi

Heimaskúlin avbjóðandi hjá einsamøllum næmingum

Tað er eingin ivi um, at heimaskúlin hevur verið serliga strævin hjá næmingum, sum ikki eru motivaðir at ganga í skúla og kanska ikki eru so bókliga áhugaðir. Tað sigur Marin S. Bláberg, skúlastjóri í Vestmanna skúla

25. mars 2021

Í seinasta Skúlablað er samrøða við Marin S. Bláberg, skúlastjóra í Vestmanna skúla, um serligu tíðina í fjør, tá ið skúlin læt aftur, og øll undirvísing var flutt úr skúlastovuni út á talgildar pallar. Marin S. Bláberg ivast ikki í, at heimaundirvísingin hevur verið avbjóðandi fyri summar næmingar; næmingar, sum hava serligan tørv og serligar avbjóðingar, hava verið ringast fyri, heldur hon. Fyri at vera næmingum við avbjóðingum og foreldrum teirra til hjálpar, skipaði skúlin fyri, at ein serlærari hevði samband við heimini; foreldur og næmingar kundu ráðføra seg við viðkomandi.

- Hetta hevur verið ein góð hjálp hjá bæði foreldrum og næmingum. Um tað eydnaðist nóg væl at hjálpa næmingum við serligum tørvi, veit eg ikki, men henda skipanin við serlæraranum hevur heilt vist gjørt mun. Tað er stórur munur á at hava serlærara, sum heldur næmingi og foreldrum til, og ongan at hava.

Heimaskúlin hevur eisini verið avbjóðandi fyri næmingar, sum vóru nógv einsamallir heima, heldur skúlastjórin.

- Hóast skúlin læt aftur, so vóru nógv foreldur til arbeiðis, og tí vóru nógv børn einsamøll heima og fingu undirvísing. Næmingar, hvørs foreldur arbeiddu heimanífrá, hava ivaleyst havt tað lættari, tí tey hava havt foreldrini at hjálpa sær, og vit hava eisini sæð fleiri dømi um, at hesir næmingar hava tikið seg fram fakliga. Tað er eingin ivi um, at heimaskúlin hevur verið serliga strævin hjá næmingum, sum ikki eru motivaðir at ganga í skúla og kanska ikki eru so bókliga áhugaðir. Ert tú tá einsamallur heima og ongan hevur at halda teg til at gera tað, tú skalt, so er ringt at hanga í. Koronaskúlin hevur heldur ikki verið góður, tá ið hugsað verður um sosialisering av ymiskum slagi. Hetta er neyvan bara galdandi fyri okkara skúla, men skúlar yvirhøvur. At vera saman í einstaka flokkinum á ávísum økjum ger, at tú ikki kanst sosialisera teg, sum tú plagar. Hetta hevur verið ein missur fyri nógvar næmingar.

Sum aðrastaðni vóru lærararnir í Vestmanna skúla kastaðir út í eina undirvísing, sum fáir høvdu roynt áður. Marin S. Bláberg heldur, at teir flestu megnaðu sera væl at flyta undirvísingina úr floksstovuni inn í heimini hjá næmingum.

- Hóast vit hava góðar og dagførdar teldur, og vit eru von at brúka talgildar skipanir í skúlanum, so var hetta nýtt fyri okkum øll, og vit høvdu onga tíð at fyrireika okkum. Lærararnir hava verið ógvuliga nýhugsandi og eldhugaðir. Summir gjørdu filmar við ymiskum undirvísingarevnum, soleiðis at næmingarnir lættligari kundu skilja tað, sum var á skránni. Aðrir lærarar gjørdu annað, men samanlagt eri eg ógvuliga errin av tí avriki, teir hava gjørt í koronatíðarskeiðnum. Tað er umráðandi, at lærararnir kenna seg tryggar og virdar, og at vit virðismeta arbeiðið, teir gera. Lærararnir hava verið framúr. Tað er eingin ivi um, at henda tíðin hevur kravt ómetaliga nógv av teimum, hon hevur verið bæði lærurík og strævin, og nógv hava tikið stór tøk. Eg eri sera takksom og stolt av at vera partur av einum so dugnaligum og ágrýtnum starvsfólkahópi.

Les samrøðuna: Royndirnar, vit hava gjørt okkum undir koronu, vísa, at nógv ber til í seinasta Skúlablað


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.