Tíðindi

Heim & Skúli tekur undir við at minka floksstøddina

Foreldrafelagið Heim & Skúli tekur undir við uppskotinum hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum at minka næmingatalið í flokkunum.

07.02.2024

Foreldrafelagið Heim & Skúli stuðlar uppskotinum hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum at seta markið fyri, hvussu nógvir næmingar kunnu vera í flokkum at vera í mesta lagi 20. Heim & Skúli heldur, at tað er neyðugt at minka talið fyri at bøta um læruumhvørvið hjá næmingum.

Ein floksstødd við í mesta lagi 20 næmingum – minkað frá í mesta lagi 26 næmingum í dag – fer at geva lærarum meiri tíð til hvønn einstakan næming og til betur at møta tørvinum hjá einstaklinginum, tá ið talan er um trivnað og læring. Ein minni flokkur fer eisini at hava við sær meiri frið í skúlastovuni og at gera tað lættari at arbeiða við tvístøðum í flokkinum. Lærarin fer at fáa betri møguleikar at skapa eitt gott læruumhvørvi. Samstundis er ein floksstødd á 20 næmingar ein nóg stórur flokkur til, at næmingarnir fáa gagn av royndunum hjá hvørjum øðrum og hava verkætlanar- og bólkaarbeiði um somu tíð, sum tað verður arbeitt við tí sosiala.

Heim & Skúli fegnast um, at Barna- og útbúgvingarmálaráðið leggur upp fyri teimum skúlum, har tað ikki ber til at seta markið at vera 20 næmingar í flokkinum. Tað er eitt nú galdandi í lítlum skúlum í økjum, har tað ikki eru aðrir skúlamøguleikar. Her kann markið føra til fleiri paralell-flokkar við bara 10-11 næmingum í hvørjum.

Møguleikin at seta eyka lærarar og námsfrøðingar inn at undirvísa, um floksstøddin fer upp um 20, ljóðar sum ein góð loysn. Heim & Skúli tekur undir við, at tann einstaki skúlastjórin kann seta saman ta loysnina, sum riggar best á staðnum. Tó heldur Heim & Skúli yvirskipað, at tað passar best at seta námsfrøðingar inn í grunddeildina – 0.-3. flokk –, meðan eldru flokkarnir hava størri gagn av útbúnum lærarum.

Foreldrafelagið Heim & Skúli skilir væl uppskotið hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, sum er, at nýskipanin verður framd næstu níggju árini. Kommunurnar mugu hava tíð at fáa fysisku karmarnar upp á pláss.

Heim & Skúli vónar tí, at tað ber til at finna eyka orku til flokkar, sum ikki í dag hava ov nógvar næmingar, eitt nú við eyka fólki at undirvísa.

Foreldrafelagið Heim & Skúli heitir á kommunurnar at leggja upp fyri floksstøddini og gongdini í fólkatalinum, tá ið nýggir skúlar verða fyrireikaðir. Tað fer at forða fyri, at hølini eru ov lítil, tá ið tey eru liðug. Gagnnýtið stigvísu gongdina í skúlanýskipanini næstu níggju árini, soleiðis at næmingarnir frá byrjan kunnu fáa tað besta burturúr. 

At enda heldur Heim & Skúli, at ætlanin at hava minni flokkar er við til at bøta um læruumhvørvið: ein styttri skúladag.

Eitt munadyggari læruumhvørvi við meiri tíð til einstaka næmingin fer at minka um tørvin fyri longum skúladøgum, sum serliga eyðkennir eldru floksstigini. Langir skúladagar og vikur (upp til 39 tímar/vikuna + heimaarbeiði) er í sjálvum sær ein avbjóðing, tá ið talan er um at fáa næmingarnar at hugsavna seg og læra.

Vegna nevndina í Foreldrafelagið Heim & Skúli

Janus Vang, formaður

Savnsmynd

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.