Tíðindi

Heim og Skúli: Allir næmingar skulu sleppa í skúla aftur

Felagið Heim og Skúli fegnast um, at fleiri børn sleppa í skúla aftur í næstum, men tað er ikki nóg gott, at summi sleppa í skúla, meðan onnur ikki sleppa. - Eg hevði kunnað hugsað mær at hoyrt heilsufakligu grundgevingarnar fyri, hví fólk skulu haldast uttan fyri skúlan, tá smittukeldurnar ikki eru at finna í føroyska samfelagnum, sigur Janus Vang, formaður í Heim og Skúli

1. mai 2020

Fyrradagin sendi felagið Heim og Skúli eina almenna áheitan, har felagið heitti á myndugleikarnar at bera so í bandi, at allir næmingar í fólkaskúlanum sleppa í skúla aftur til vanliga undirvísing skjótast gjørligt. Á tíðindafundi í gjár bleiv áheitanin partvíst eftirlíkað. Tann 4. mai fer 4. flokkur aftur í skúla, og hin 11. mai fer 5. flokkur somuleiðis í skúla. Eisini skal 9. flokkur eftir ætlan aftur í skúla 18. mai.

Janus Vang, formaður í Heim og Skúli er nøgdur við, at fleiri næmingar sleppa aftur í skúla, men sigur tað samstundis vera eitt vónbrot, at allir ikki sleppa.

- Vit í felagnum eru glað fyri, at summi hóast alt sleppa í skúla. Men vit eru eisini vónbrotin um, at tað tykist ikki sum, at nøkur ætlan er fyri, hvat skal gerast við 6., 7., og 8. flokk. Sum vit siga í áheitanini, so eru nakrir trupulleikar við fjarundirvísingini, ið higartil hevur verið nýtt. Summir næmingar detta fullkomiliga úr skipanini, og undirvísingargóðskan er snøgt sagt ikki tann sama sum í einum vanligum skúladegi. Sambært donskum kanningum er eitt rættiliga stórt tal av næmingum, ið halda tað vera trupult at fylgja við í fjarundirvísingini, sigur Janus Vang.

Janus Vang heldur, at vit skuldu hugt eftir, hvussu grannar okkara fyri vestan, íslendingar, skipa fólkaskúlan í hesum øðrvísi tíðum.

- Vit halda tað vera neyðugt, at øll børnini sleppa aftur í skúla. Tað er týdningarmikið, at tilknýtið til skúlan verður varðveitt. Eg hevði kunnað hugsað mær at hoyrt heilsufakligu grundgevingarnar fyri, hví fólk skulu haldast uttan fyri skúlan, tá smittukeldurnar ikki eru at finna í føroyska samfelagnum. Um vit hyggja eftir t.d. íslendska samfelagnum, ið líkist okkara nógv, so eru skúlarnir ongantíð blivnir stongdir fyri øll, og tað hevur Ísland ikki havt trupulleikar av. Eg haldi, at vit skuldu heldur eftirlíkað íslendingar ístaðin fyri at eftirlíka samfeløg, har tað framvegis er aktiv smittuspjaðing.

Hann vísir á, at tað serliga eru teir veikastu næmingarnir, ið eru við sviðusoð orsakað av fjarundirvísingini.

- Tað eru veikastu næmingarnir, sum hava kent størsta sviðan av hesari undirvísingini. Nógvar orsøkir kunnu vera. Kanska hevur næmingurin ikki tøkniligu amboðini, næmingurin kann hava avbjóðingar við innlæring, ella møguliga er sosiala støðan við hús ikki góð hjá næminginum. Danskar kanningar vátta eisini, at veikastu næmingarnir missa mest við slíkari undirvísing.

Tó leggur Janus Vang dent á, at Heim og Skúli fýlist ikki á, hvussu undirvísingin higartil er blivin skipað í koronatíðini.

- Heim og Skúli skilir væl alt tað, ið er gjørt higartil. Vit hava stóra virðing fyri arbeiðið, sum skúlarnir hava gjørt. Men vit halda, at tá vit eru í einum samfelagi, har so at siga ongin smitta er, so skulu næmingarnir fáa best møguligu undirvísingina. Fjarundirvísing er nógv betri enn onki, men als ikki líka gott sum at vera í sjálvari skúlastovuni, sigur Janus Vang at enda.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.