Tíðindi

Heiðursmerki í Námi og Próvstovuni

Í dag var hátíðardámur í Námi og Próvstovuni, tí Ása Hansen og Gunnvør H. D. Poulsen, sum báðar eru próvtøkufyrisitarar, hava starvast á sama øki í meir enn 40 ár.

20. november 2020

Fyri hesa trúgvu tænastu fingu Ása og Gunnvør heiðursmerki frá Kongshúsinum.

Ása hevur við ídni og trúfesti arbeitt á Próvstovuni, har uppgávurnar eru nógvar, serliga tá próvtøkutíðin nærkast. Í samfull 40 ár hevur Ása verið trygdin fyri at hetta hevur gingið væl í hond. Ása hevur seinastu árini verið við til at samskipað føroysku PISA-kanningarnar og hevur medvirkað í at tryggja, at føroyskar próvtøkur altíð eru tíðarbærar og á norðurlendskum støði.

Gunvør hevur við ídni og trúfesti arbeitt á Próvstovuni, har uppgávurnar eru mangar og ymiskar, serliga tá próvtøkutíðin nærkast. Í samfull 42 ár hevur Gunvør verið trygdin fyri at hetta altíð hevur eydnast. Á Próvstovuni hevur Gunvør serliga verið knýtt at maritimu útbúgvingunum.

Eyðun Gaard, stjóri í Námi og Próvstovuni, handaði Ásu Hansen og Gunvør H. D. Poulsen heiðursmerki, fortjenstmedalje, fyri trúgva tænastu.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.