Tíðindi
29.03.2022
Hóast tað er hálvtannað ár síðan, at kunngerð, sum loyvir skúlum at fara undir móttøkuflokk, var sett í gildi, er tað enn bara Tórshavnar Kvøldskúli, sum er farin undir móttøkuflokk. Í fólkaskúlunum kring landið eru í øllum førum 200 næmingar, sum eru tilflytarar; kortini er eingin fólkaskúli enn farin undir móttøkuflokk. Í samrøðu við Skúlablaðið sigur formaður Føroya Lærarafelags, at tað er ikki nóg mikið bara at seta kunngerð um móttøkuflokk í gildi. Hann saknar, at Uttanríkis- og mentamálaráðið er meiri við í tilgongdini at fáa móttøkuflokkar á stovn. Berlys Toftadal, sum er skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla, er samd. Í Fuglafjarðar skúla eru hetta skúlaárið 289 næmingar; ikki færri enn 19 tjóðskapir eru í skúlanum, og samanlagt eru næmingarnir, sum eru tilflytarar ella foreldrini eru tilflytarar, nógvir í tali. Tí veit Berlys Toftadal, sum sjálv er ættað úr Venesuela, hvussu nógv skal til fyri, at næmingar, sum hava annað bakstøði enn føroyskt ella norðurlendskt, læra nýggja málið og verða integrerað.
- Tað stendur í kunngerðini, hvørjar fortreytir skulu til, fyri at skúlar kunnu seta á stovn móttøkuflokk, men eg kundi hugsað mær nógv meiri kunning og upplýsingar og kanska neyvari vegleiðing og ráðgeving um, hvussu vit kunnu gera. Hetta kann samanberast við, at tú keypir eina hill og fært amboðið við, men onga vegleiðing um, hvussu tú setir hillina saman. Er eingin vegleiðing, so er vandi fyri, at ongin skúli hættar sær undir at stovna móttøkuflokk. Høli hava vit her í skúlanum, men fáa vit tímarnar, sum skulu til? Stór óvissa er um nógv viðurskifti.
Fólkaskúlarnir søkja Undirvísingarstýrið eftir tímum til undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Hóast talið á næmingum, sum hetta skúlaárið tørvar miðvísa undirvísing í føroyskum sum annaðmál í Fuglafjarðar skúla er hægri enn í fjør, so fekk skúlin færri tímar til endamálið samanborið við í fjør.
Eitt er avbjóðingin, sum skúlin hevur at skipa karmar fyri nøktandi undirvísing í føroyskum sum annaðmál til byrjanar-, mið- og hádeild. Ein onnur avbjóðing, heldur Berlys Toftadal, er, at nógv teirra aftra seg við at royna at tosa føroyskt; tey eru smæðin og tora ikki at tosa av vanda fyri at siga okkurt, sum ljóðar skeivt ella løgið, og rættiliga nógv hava ikki orkuna og áræðið at leggja alt tað arbeiðið í, sum skal til fyri at læra føroyskt. Hetta ger seg serliga galdandi fyri eldri næmingar.
- Tað tekur tíð og krevur nógva orku at læra føroyskt, og tí velja nógv at tosa enskt í staðin fyri at royna seg á føroyskum. Børn og ung vilja vera partur av felagsskapinum, og fyri at vera partur av felagsskapi er umráðandi, at hini skilja teg, og tá er tað fyri nógv so nógv lættari bara at tosa enskt. Sum vaksin skulu vit ansa eftir ikki at órógva felagsskapin, sum tilflytararnir royna at koma uppí og vera partur av; tað er skjótt at oyðileggja okkurt fyri tey ungu við at siga við tey, at tey eiga at tosa føroyskt, og at siga við tey føroysku, at tey ikki skulu tosa enskt við tilflytararnar. Summi kenna seg at vera integrerað, hóast tey ikki tosa føroyskt, men tað, sum tey ikki hugsa um, er, at tað hevur stórar avleiðingar fyri teirra framtíð, at tey ikki læra málið nóg væl. Tí brúki eg hvørt høvi eg havi at tosa við tey um, hvussu stóran týdning tað hevur, at tey gera alt fyri at læra føroyskt væl.
Grein 5 í kunngerðini um undirvísing í føroyskum sum annaðmál og móðurmálsundirvísing heimildar skúlum at skipa móttøkuflokk, har nógvir næmingar, sum hava tørv á undirvísing í føroyskum sum annaðmál, eru innskrivaðir eitt skúlaár. Næmingabólkar kunnu eisini verða lagdir saman til ein móttøkuflokk. Í stk 2 í somu grein stendur, at skúlar í somu kommunu kunnu samstarva um móttøkuflokk, og somuleiðis kunnu kommunur skipa felags móttøkuflokk.