Tíðindi

Harmiligt at stuðul verður tikin frá børnum við autismu

- Tá ið stuðulin verður tikin ella skerdur, so kann góða menningin hjá barninum steðga upp, siga Anja Djurhuus og Anna Sofía Egilstrøð, autismuráðgevar

09.04.2018

Nógv børn við autismu hava stuðul í fólkaskúlanum; hjá nógvum teirra er tað ein fortreyt fyri at kunna vera í einum vanligum flokki. Autismufelagið finst at stuðulsskipanini, tí hon ikki riggar nóg væl. Stuðlarnir eru í nógvum førum fólk, sum ikki eru skúlað á serøkinum, stuðlarnir hava onga arbeiðslýsing, og tørvurin hjá tí, ið fær stuðul, verður ikki eftirmettur. Mangan missir barnið stuðul uttan at orsøk verður givin, og mangan hendir hetta, meðan barnið er heima í summarfrí. Sernám varðar av stuðulsskipanini.

Anja Djurhuus og Anna Sofía Egilstrøð, sum seinastu gott og væl tvey árini hava virkað sum autismuráðgevar í almannaverkinum, síggja dømi um, at børn við autismu missa ella fáa skerdan stuðul, tá ið tað byrjar at ganga væl.

- Orsøkin til, at tað fer at ganga barninum væl, er júst tí, at barnið fær stuðul. Tí er tað sera óheppið, at stuðul verður tikin frá barninum. Tá ið stuðulin verður tikin ella skerdur, so kann góða menningin hjá barninum, steðga; tað hava vit hoyrt fleiri dømi um.

Autismuráðgevarnir ráðgeva foreldrum, sum hava børn við autismu; teir hoyra frá foreldrum, at stuðulsskipanin ikki riggar nóg væl.

- Ein vansi, vit hoyra frá foreldrunum, er, at stuðlarnir fáa ikki fyrireikingartíð.  Skalt tú sum stuðul leggja dagin til rættis fyri eitt barn við autismu og gera tilfar, sum barninum tørvar, so tekur tað nógva tíð.

Autismuráðgevarnir eru partur av Teirri góðu tilgongdini, sum er royndarverkætlan í almannaverkinum. Tann góða tilgongdin snýr seg um at skipa eina góða tilgongd fyri børn við autismu og familjur teirra, serliga í mun til samstarv við almennu myndugleikarnar soleiðis, at tænastan er greið og samskipað. Arbeiðið at skipa góðu tilgongdina hevur verið sermerkt á tann hátt, at brúkarin hevur verið við í øllum arbeiðinum, og útgangsstøði hevur verið tikið í familjuni, heldur enn myndugleikunum. 

Les samrøðu við autismuráðgevarnar í Skúlablað nr 1, 2018.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.