Tíðindi

Happingin á netinum er ikki minkað

Kanningin av happing í fólkaskúlanum, sum varð almannakunngjørd í mai, vísir, at støðan er eitt sindur frægari enn í 2015, tá ið tað seinast varð kannað. Men happing á internetinum og í fartelefonini er støðug øll árini og liggur í dag á 11%

5. juli 2019

Til spurningin, hvar ert tú blivin happaður, svara ávikavist 88 og 89, at tey eru happað í fartelefonini og á netinum. Býtt út á flokkarnar eru tað ávikavist 34, 34 og 32 % av næmingunum í 5., 7. og 9. flokki, sum eru happað í fartelefonini, og ávikavist 31, 35 og 34 %, av næmingunum í 5., 7. og 9. flokki, sum eru happað á netinum. Tað merkisverda er, at tað eru 16 % fleiri gentur, sum svara játtandi til henda spurning, enn dreingir, men býtið millum floksstigini er javnt. Í 2015 svaraðu 10% játtandi til sama spurning.

Tá spurt verður um særandi upplivingar í sosialu miðlunum, er tað lagt upp til, at øll, og ikki bert tey, sum hava svarað ja til, at tey eru blivin happað, svara. Her kemur ein øðrvísi mynd fram enn myndin, sum vit fáa, tá næmingarnir verða spurdir beinleiðis um happing. Her siga ikki færri enn 23%, at tey hava verið fyri ikki at sleppa upp í telduspøl og bólkar á netinum, og at hetta særir tey. Serliga tey í 5. og 7. flokki siga seg at uppliva hetta. Harnæst uppliva 20 til 21% at fáa særandi boð og myndir. Her er trupulleikin størst í 5. og 7. flokki. Millum 10 og 14% av næmingunum í 9. flokki hava upplivað særandi upplivingar á netinum/ fartelefonini.

Tað er munur á upplivingum á netinum hjá dreingjum og gentum. Størsti munurin er, at nógv flest dreingir uppliva ikki at sleppa upp í telduspøl og bólkar, meðan genturnar nógv oftari uppliva, at særandi boð ella myndir verða send til onnur um tær, enn dreingir. Fyri at síggja í hvønn mun tey, sum eru happað, verða happað á netinum, vísir ein samankoyring av hesum, at ikki færri enn 35% av teimum, ið uppliva happing viðhvørt og ofta, fáa særandi myndir ella boð á internetinum.

Særandi upplivingar og beinleiðis happing á netinum tykist at vekja ans hjá alt fleiri stovnum og myndugleikum bæði í okkara grannalondum og í Føroyum. Virksemið á netinum broytist og víðkast støðugt, og hetta ger tað trupult hjá teimum vaksnu at fylgja við. Men við tí kunnleika, ið longu fyriliggur um avleiðingar av happing og útihýsing, er talan um ein ítøkiligan vanda.

Les meiri í happingarkanningini.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.