Tíðindi

Happing kann elva til skúlanoktan

Mangan eru sosialar umstøður í skúlanum orsøkin til, at børn nokta at ganga í skúla. Næmingar, sum verða happaðir, eru í serligum vanda fyri at gerast skúlanoktarar.

7. juni 2019

Tá ið næmingar ikki orka at ganga í skúla og gevast í skúlanum, verður hetta nevnt skúlanoktan. Skúlanoktan er ikki tað sama sum at skulka; hinvegin snýr tað seg um vantandi motivatión ella hug at gera nakað annað.

– Skúlanoktarar hava hug at ganga í skúla, men teir orka ikki, sigur Trude Havik við Læringsmiljøsenteret við Universitetið í Stavanger. Hon hevur í arbeiðnum við doktararitgerð sínari eitt nú hevur kannað, hvussu viðurskifti í skúlanum hava ávirkan á skúlanoktan.

Meiri enn 5000 næmingar frá sætta til tíggjunda flokk í skúlum kring Noreg tóku lut í kanningini, ”Skúlaumhvørvi, sálarlig heilsa og frávera í skúlanum”. Úrslitið vísir, at viðurskiftini við hinar næmingarnar í flokkinum hava ein týðandi leiklut, tá ið talan er um skúlanoktan; tá ið talan er um at skulka, hava hinir næmingarnir í flokkinum lítlan leiklut.

– Ert tú fyri happing, meðan tú gongur í barnaskúlanum, ert tú í nógv størri vanda fyri at gerast skúlanoktari, í minni mun um tú gongur í miðnámi. Floksleiðslan hevur stóra ávirkan á fráveruna hjá næmingunum, bæði tá ið talan er um skúlanoktan og skulk. Hevur lærarin eftirlit við, hvussu tað gongur næmingunum og góð viðurskifti við hvønn einstakan næming, minkar tað um fráveruna, sigur Havik.

Granskingin vísir eisini, at lærarin kann fyribyrgja skúlanoktan við at arbeiða við skúlaumhvørvinum og við at fyribyrgja happing.

– Tað mest áhugaverda í kanningini er, at viðurskiftini í skúlanum hava so ómetaligan stóran týdning fyri skúlanoktan, sama um næmingurin er kensluliga viðkvæmur ella ikki, og sama um heimið ger vart við seg í hesum spurninginum ella ikki, sigur Havik.

Hon leggur dent á, at tað hevur sera stóran týdning, at skúlin ikki bíðar við at gera nakað, tá ið ein næmingur noktar at koma í skúla.

– Henda kanningin vísir, at tað er umráðandi at finna út av alt fyri eitt, hvør orsøkin er til, at eitt barn ikki kemur í skúla, sigur Havik.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.