Tíðindi

Happing í fólkaskúlanum aftur kannast

Í Mentamálaráðnum eru tey farin undir at gera nýggja kanning av trivnaðinum í fólkaskúlanum. Endamálið við kanningini er at lýsa, í hvønn mun happing er økt ella minkað í fólkaskúlanum síðan seinastu kanning, sum er frá 2015.

22. november 2018

Stóra kanningin, sum var gjørd í 2015, staðfestir, at umleið 13% av spurdu næmingunum verða happaðir. Hóast hetta er ein bati á 2% síðan kanningina, sum var gjørd í 2007, so er støðan ikki nøktandi. Tað stendur at lesa í frágreiðingini, sum er skrivað í sambandi við aðalorðaskiftið um fólkaskúlan.

- Greiði politiski boðskapurin er, at vit eiga at stremba móti einari nullhugsjón,tá ið happing um ræður. Sitandi samgonga sigur í fylgiskjali til samgonguskjalið, at hon tekur trupulleikar við trivnaði og happing í størsta álvara og setur tiltøk í verk á hesum øki.

Í frágreiðingini verður víst á, at ymisk tiltøk hava verið sett í verk at økja um trivnaðin í skúlunum og at fyribyrgja happing. Millum annað átøk í skúlunum, ráðstevna fyri øllum starvsfólkum í fólkaskúlanum, skeið fyri lærararum og arbeiðið at fáa allar skúlar at arbeiða við einari endurskoðaðari trivnaðarætlan, sum tekur støði í endurskoðaðu fatanini av happing.

- Hendan gongur burtur frá at síggja happing sum einstaklingafyribrigdi. Heldur eigur happing at vera fatað sum sosialt fyribrigdi, har arbeiðast má við umhvørvinum og felagsskapinum, bæði tí sum er í skúlanum og uttan fyri skúlan.

Mentamálaráðið hevur í sambandi við trivnaðararbeiðið og at basa happing álagt og arbeitt saman við øllum skúlum at gera eina trivnaðarætlan, sum samsvarar við endurskoðaðu fatanini av happing. Hetta arbeiðið hevur tikið drúgva tíð, tí talan er um eitt sonevnt “paradigmuskifti” í háttinum at skilja trivnað og happing, og tískil snýr arbeiðið seg í rættiliga stóran mun um at seta í verk eina “hugburðsbroyting” ella “mentanarbroyting” í skúlunum og aðrastaðni. Í broytingini í fólkaskúlalógini í vár varð samtykt, at ein trivnaðarætlan verður ásett sum ein av meginreglunum fyri virksemið hjá skúlastýrinum. Við hesari áseting eru bæði skúlin og skúlastýrið tongd at arbeiðinum við trivnaðarætlanini, tí tað er skúlaleiðarin í samstarvi við starvsfólkini, sum ger uppskot til skúlastýrið um meginreglurnar fyri skúlan.

Næmingar og næmingaráð eiga sjálvsagt eisini at vera partur av hesum arbeiði. Lógarbroytingin heimilar eisini at gera nærri reglur um arbeiðið við meginreglum, og ætlanin er, at tað arbeiðið fer í gongd í heyst.

Endamálið við nýggju trivnaðarkanningini er at lýsa, í hvønn mun happing er økt ella minkað í fólkaskúlanum síðan 2015, at inndraga sosialar miðlar og meta um í mun til kanning og arbeiðið, sum gjørt er, um framdu átøkini hava virkað. Eisini er endamálið at fáa til vega dagførda vitan, ið kann gerast grundarlag undir dagførdum tiltøkum til tess at minka um happing og harvið økja um trivnað og læring. Yvirskipað er málið handan arbeiðið at skapa góðar umstøður fyri næmingar og starvsfólk í fólkaskúlanum fyri at tryggja best møguligan trivnað og læring. Hetta gerst millum annað við at arbeiða fyri at fáa happing burtur úr fólkaskúlanum við at styrkja kunnleikan til happing og trivnað, umframt at skipa málrættað átøk hesum at frama, har átøkini byggja á gott vísindaligt støði og dagførdar kanningar.

Kanningin verður gjørd í hesum árinum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.