Tíðindi

Happa hóast tey vita, at tað er skeivt

Átøk hjá skúlum móti happing virka ikki altíð eftir ætlan. Næmingar, sum happa onnur, vita, at tað er skeivt at happa

11.08.2022

Tey flestu, sum happa onnur, eru greið yvir, at tað, tey gera, er skeivt. Kortini gera tey tað. Men tað kostar, tí tey kunnu skjótt fáa eina kenslu av skuld og skomm í kjalarvørrinum á tí, tey gera. Ein nýggj kanning vísir, hvat ger seg galdandi, soleiðis at tey, sum happa, kunnu sleppa undan øllum teimum keðiligu kenslunum, tá tey happa.

Granskarar brúka fyribrigdið moralska úrkopling at lýsa, hvussu tey, sum happa, megna at loysa moralskar sannføringar frá sjálvari gerðini. Tey taka ikki ábyrgd av tí, tey hava gjørt og leggja gjarna ábyrgdina á onnur, eisini tann, sum tey happa. Á henda hátt kunnu tey liva við tí, tey hava gjørt.

Happing verður roknað sum antisosial atferð, altso atferð uttan fyrilit fyri, hvussu onnur hava tað.

Sosialur vinningur

Finne hevur skrivað doktararitgerð um, hvussu moralsk hugsan ávirkar tað, vit gera. Kanningin, sum hann hevur gjørt saman við starvsfelagunum Simona Caravita og Hildegunn Fandrem við Universitetið í Stavanger, vísir, at hóast næmingar, sum happa onnur, vita, at tað teir gera, er skeiv, so gera teir tað kortini.

Hann greiðir frá, at tað er umráðandi at kenna mekanismurnar í sambandi við eina happingarstøðu fyri veruliga at skilja fyribrigdið happing. Hví summi halda, at tey fáa nakað burtur úr happing, hóast tey vita, at tað er skeivt.

– Tey eru fús at lata tað henda, tí sosiali vinningurin er størri enn moralska samvitskubitið, sigur Finne.

Vilja hava hægri status og vald

Hann vísir á, at motivatiónin hjá teimum, sum happa onnur, mangan snýr seg um vald og at hoyra til.

– Vald í hesum samanhanginum er í stóran mun er tongt at statusi. Vilt tú hava vald ella status, kanst tú brúka onnur at røkka málinum. Máttloysi hjá øðrum er ein fyritreyt, og tað mást tú endurtaka og halda við líka, sigur Finne og leggur aftrat:

– Tey, sum happa onnur, eru mangan væl umtókt, men neyðturviliga eru tey ikki mong, sum dámar tey. Tí er nógv upp á spæl. Tey mugu viðlíkahalda sína egnu støðu fyri at verða verandi á tindinum. Detta tey fyrst av tindinum, lenda tey á botninum, tí støða teirra er treytað av, hvussu væl umtókt tey eru, ikki at øðrum dámar tey, sigur Finne.

Bara átta prosent halda, at átøk virka

Bara átta prosent av næmingunum, sum vórðu happað, halda, at átøkini, sum skúlin setti í verk at basa happing, høvdu nakra ávirkan, sambært næmingakanning. Finne vísir á, hvat skúlarnir kunnu gera fyri at fáa gott læringarumhvørvi í skúlanum.

– Nulltolsemi viðvíkjandi happing er sera umráðandi. Skúlin eigur at gera hetta púra greitt fyri øll. Haraftrat eigur skúlaleiðslan at syrgja fyri, at øll fáa vitan um, hvat tað er, sum ger seg galdandi, tá ið talan er um happing í egnum skúla. Nógvar støður fara ofta undir radaran, tí skúlin vantar vitan um mekanismurnar, sum gera seg galdandi, sigur Finne.

Hann heldur, at nógvir skúlar gera mistøk, tá ið tey skipa fyri átøkum, bara tí teir ikki hava kannað, hvat tað er, sum í veruleikanum hendir. Harumframt er tørvur á førleikum fyri at kunna seta røttu átøkini í verk.

– Í nógvum førum skipa skúlar átøk at basa happing, áðrenn teir vita, hvør trupulleikin í grundini er, sigur hann.

Hendir ofta í tí dulda

Tað er ikki altíð lætt hjá tí vaksna at síggja og varnast happing, tí happingin mangan er duld ella subtil.

Gerðirnar í sjálvum sær eru neyðturviliga ikki altíð ógvisligar, men av tí at tær verða endurtiknar kunnu sjálvt lítlar gerðir gera stóran skaða.

– Og øll vita, hvat hendir, í nógvum førum eru tað bara tey vaksnu, sum ikki vita, at happing fer fram, sigur Finne.

Vilja hava okkurt burturúr hóast onnur líða

Er nakað, ið eyðkennir tey, ið happa? Finne heldur, at tað er ringt at siga nakað ítøkiligt um tað. Tað er ikki neyðturviliga soleiðis, at felagseyðkenni eru.

– Tað, vit kortini vita, er, at tey vilja hava nakað burtur úr, at onnur líða. Happing snýr seg ikki bara um persónar, men eisini um mentanina, sum ger seg galdandi.

Finne heldur, at vit skjótt hugsa nakrar stereotýpur, sum fremja happing, og tað ger tað trupult at varnast, hvør í grundini togar í træðirnar, og sum ganga á odda. Hetta kann forða fyri, at tey vaksnu skilja, hvat í grundini fer fram.

Í skúlagarðinum leingi

Næmingakanningin, sum var gjørd í Noregi í 2021, vísir, at 5,9 prosent av norskum næmingum eru fyri happing í skúlanum.

– Happing er eitt fyribrigdi, sum hevur gjørt seg galdandi í skúlagarðinum síðan sjeytiárini, og óivað longri aftur enn tað, men tá var tað eingin, sum visti, hvat heitið á fyribrigdinum var, sigur Erling Roland, ein av fremstu serfrøðingunum í happing í Noregi.

Tað var ikki fyrr enn í áttati- og nítiárunum, at gongd kom á gransking í happing, og júst orsakað av Roland. Saman við Dan Olweus kom hann við hesi definitiónini, sum hevur verið ráðandi síðan:

«Happing er tilvitaðar negativar gerðir, sum ein ella fleiri persónar fremja og sum verða endurtiknar og málrættaðar ímóti einum, sum hevur ilt við at verja seg.»

Royna at sleppa undan negativum kenslum

Roland og Finne eru aktuell við bókini «Oppfølging etter mobbing – situert rehabilitering», sum snýr seg um vegin aftur til eitt trygt skúlaumhvørvi fyri øll, sum hava verið partur av einum happingarmáli. Hetta er umráðandi íkast til skúlar og lærarar, sum royna at basa happing, og sum hava tørv á at vita, hvat gerast kann, tá happing er, men eisini aftaná.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.