Bloggur

Handskrift tíðarvilla?

Lydia Didriksen, lærari, skúlabókavørður og fyrrverandi námslektari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, bloggar

07.06.2022

Eg fekk eitt telduskrivað bræv herfyri, sum var undirskrivað við hond. Ofta er undirskriftin eisini skrivað við teldu, men ikki í hesum brævinum.

Sum lærari havi eg lisið eitt ótal av handskriftum ímillum ár og dag. Ikki hava allar verið so lættar at lisið, men tá tú hevur avkodað endurtøkuna av mynstrunum, so er at kalla eingin skrift ólesilig.

Í londunum uttan um okkum hevur kjak verið um, hvørt tíðin er farin frá handskriftini ella ikki, nú øll skriva við rúkandi ferð á knappaborð. Fleiri her heima hava eisini róð framundir, at tað er tíðarspilla, at børn venja handskriving.

Fleiri granskarar talaðu at, tá eitt nú týskarar umrøddu í miðlunum, at tíðin var farin frá handskriftini, og fleiri innan teirra skúlafyrisiting vildu, at skúlar skuldu gevast at læra børn at skriva við hond.

Ein av fleiri, ið hevur gjørt vart við seg, er sálarfrøðingurin og professarin Karin Harman James (sí https://www.sciencedirect.com/science/article/abs/pii/S2211949312000038), sum hevur granskað sambandið ímillum heila, skriving við hond og á knappaborð. Hon sigur, at ferðin kann verða munandi hægri, tá skrivað verður á knappaborð enn við hond. Fleiri kanningar eru gjørdar ímillum lesandi, ið vísa hetta.

Lesandi, sum skriva niður í einum tíma, skriva nógv skjótari á knappaborðið. Tey skriva júst tað niður, sum undirvísarin sigur. Hini, sum skriva við hond, skriva ikki líka skjótt, men tey minnast nógv betri tað, sum tey skriva niður. Tey fáa sostatt hægri læruútøku. Granskarar siga, at tey, sum skriva niður við hond, skriva samandrátt av tí, ið sagt verður. Tá eru nógv fleiri øki í heilanum virkin, og tað festir seg betur í minnið. Nú hava myndugleikar tikið granskingina til sín, og færri tosa um antin knappaborð ella handskrift, men mælt verður heldur til, at bæði skulu lærast og venjast væl og virðiliga.

Skal handskriftin verða eitt hent amboð, skal skriftin vera skjót at skriva og løtt at lesa. Samanbundna skriftin er skjótast at skriva, men hon tekur tíð at venja og menna, tí verður tíð regluliga sett av at skriva í. Námsætlanin í føroyskum sigur greitt, at næmingar skulu skriva við skilligari og stinnari handskrift.

At sita og skriva í skúlanum hava tey flestu okkara roynt bæði sum næmingar og lærarar. Mong munnu minnast, at skrivingin læt dyrnar upp fyri kærkomnum løtum í friði. Tú sat  hugsavnað og kýtti teg, sakk inn í teg sjálva og gloymdi teg burtur. Eitt slag av kvirru breiddi seg í skúlastovuni.

Eisini í dag skapar skrivingin serligar løtur, ið skapa frið í sinni og skinni. Tað hugtekur næmingar at síggja, hvussu skriftin mennist og verður vakrari sum frálíður.

Eykagávan er so kvirran og djúphugsni í kjalarvørrinum á skrivingini.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.