Tíðindi

Handaligu lærugreinarnar úr skugganum í sólina

Tað er langt síðan, at eg havi sæð ljósið sett á handaligu og verkligu lærugreinarnar í fólkaskúlanum. Jacob Eli S. Olsen, lærari og næstformaður í Føroya Lærarafelag, skrivar

20.07.2018

Nógv orðaskifti hevur verið um lesivanar og lesiførleika hjá føroyskum skúlanæmingum. Síðan fyrsta PISA-kanningin skelkaði landið, eru fleiri átøk sett í verk, fyri at betra um lesiførleikan hjá skúlanæmingunum. Lærarar, ið fáast við lesing í skúlunum, meta, at lesiátøkini í skúlanum, saman við nýggja góða tilfarinum til byrjanarlesing, hava ment lesiførlekan hjá næmingunum.

Afturat lesiførleikanum hjá skúlanæmingunum, so vísir kanningin hjá Lesikanningarbólkinum, at vit eisini eiga at hyggja at lesivanunum hjá skúlanæmingum, ið lesa væl minni enn javnaldrar í grannalondunum. Um vit kunnu fáa okkara næmingar at lesa meira, so gagnar tað teirra lesiførleika og økja teirra vitanargrundarlag. Tað vil gagna teimum og samfelagnum í framtíðini.

Lesiførleiki er ein førleiki, ið nútíðarsamfelagið krevur. Men lesiførleikin lyftir ikki einsamallur, men hann er ein treyt saman við ella afturat hinum førleikunum. Ein førleiki, ið samfelagnum tørvar, er handaligi førleikin ella handverkarar av øllum slag. Eins og samfelagnum tørvar, at skúlin styrkir bókligu førleikarnar hjá næmingunum og eggjar teimum til at ganga akademisku leiðina, so er tað eisini týdningarmikið, at skúlin mennir handaligu førleikarnar hjá næmingunum og eggja til verkligu yrkisleiðirna.

Tá ið vit varpa ljós á eitt øki, so veksur tað. Tað síggja vit í urtagarðinum, og tað sóu vit eisini við lesiførleikanum hjá føroysku skúlanæmingunum. Tað er langt síðan, at eg havi sæð ljósið sett á handaligu og verkligu lærugreinarnar í fólkaskúlanum. Eg haldi, at tað hevði tænt skúlanum og samfelagnum, at handaligu lærugreinarnar fingu størri rúm í skúlaprátinum.

Mentamálaráðið eigur ábyrgdina av fólkaskúlanum, so nærliggjandi er at vænta fyrsta stigið frá teimum. Vónandi kemur okkurt á hesum øki, nú Nám setur ein ráðgeva í starv, ið skal seta námsfrøðiligu menning fólkaskúlans á breddan. Ein annar stovnur, ið kundi gingið undan, er Námsvísingadeildin, men har eru bert fá størv eftir, ið varða av handaligu og verkligu lærugreinunum. Tann støðan er harmilig, serliga tí at nýggju lærararnir ikki hava stórar møguleikar menna sítt flog á hesum økjum í lestrartíðini.

Føroyar hava ríka søgu við dugnaligum handverkarum, ið duga at fáast við nógv ymiskt innan sítt yrki. Í góðum tíðum eru tey ein lykil til framgongd, og í krepputíðum eru handverkararnir ein arbeiðsmegi, ið hevur flutt sítt arbeiðspláss út um landoddarnar og stuðlað føroyska búskapinum. Í hesum døgum er trotið á handverkarum stórt, og tað eru góðir møguleikar hjá næmingum at menna seg til framtíðina, um tey velja handverksleiðina sum sína yrkisleið.

Tað er ymiskt, hvørja raðfesting og hvussu nógv pláss handaligu og verkligu lærugreinarnar hava í einstaku skúlunum. Men tað eru dugnaligir og eldhugaðir lærarar í hesum lærugreinunum, ið kunnu avrikað væl undir røttu umstøðunum. Eg vóni, at teir lærarar og teirra øki í skúlanum fær tað pláss tey av røttum eiga. Tað fer at styrkja skúlan og handaligu og verkligu førleikarnar hjá næmingunum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.