Tíðindi

Góðar royndir við nótakoyrikortinum

Dagny Højgaard, lærari í skúlanum í Hvalba, hevur roynt talgildu nótabókina hjá Jens Mortan Mortensen, og sigur seg hava góðar royndir, og hon metir, at tilfarið er pedagogiskt rætt.

28.12.2018

Hon hevur roynt talgildu nótafrálæruna í einum flokki, meðan næmingarnir gingu í 3. og 4. flokki.

- Vit høvdu klaver og keyboard inni í flokshølunum. Eg var flokslærari, so eg var sera nógv saman við næmingunum, sigur Dagny Højgaard og leggur afturat, at øll sjálvsagt ikki fingu vant heima, men ein partur av tilfarinum er avritssíður, har eisini síður við klavertangentum eru, sum kunnu laminerast, og hetta er góð hjálp.

- Royndin og skreytblaðið eru ein gularót, og at alt er spælt inn á sjónband, sum sæst á youtube, er ein sera góð hjálp, metir Dagny Højgaard.

- Eg havi góðar royndir við hesum frálærutilfarinum. Avritssíðurnar við uppgávum eru góðar, og tær nýttu vit nógv, greiðir Dagny Højgaard frá.

Hon hevði í tilgongdini eisini gott og tætt samstarv við heimini, og tey fingu sonevnd foreldrabrøv heim, har lærarin greiddi frá tí, sum tey fingust við, hvat skuldi venjast, og hvussu undirvísing og royndir gingu fyri seg.

- Eisini er ein partur av tilfarinum “Spæl og syng”, og tað riggar væl. Yvirhøvur haldi eg, at tað, sum lagt verður upp til í tilfarinum, er pedagogiskt rætt. Og lærarin kann eisini sjálvur laga tað til, so sum hann vil, sigur Dagny Højgaard og leggur afturat, at í flokkinum nýttu tey umframt klaver eisini blokkfloytu og klokkuspæl, so øll kundu venja heima.

Jens Mortan Mortensen ment eina talgilda bók, ið er nótalæra, men dentur verður eisini lagdur á sang, spæl og føroyskan dans. Tá ein er komin ígjøgnum tilfarið, ber til at taka royndir og harvið taka nótakoyrikort og fáa skreytblað.

Heitið á bókini er: Nótakoyrikort. Les og spæl nótar. Syng og dansa. Hon er talgild og sæst á snar.fo

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.