Tíðindi

Góðar royndir uttanlands við sálarfrøðingum í skúlum

– Onkuntíð er lættari at tosa við ein uttanfyristandandi, sum sær objektivt upp á støðuna hjá barninum og tí unga, sigur Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata.

07.07.2021

Uttanlands hava tey góðar royndir við at hava sálarfrøðingar á lærdum háskúlum.

– Hetta eru vaksin fólk, sum ganga í skúla, men mítt uppáhald er, at hetta hevði havt somu jaligu fylgjur í fólkaskúlahøpi. Vit vita, at skjót og atkomulig hjálp er góð og munadygg hjálp, bæði tá ið talan er um at fyribyrgja og at lætta um sálarligan mistrivnað.

Sinnisbati mælir til, at arbeitt verður víðari við uppskotinum um økissálarfrøði í skúlunum, og felagsskapurin vónar, at til ber at finna eina felags loysn, sum er hóskandi fyri allar partar.

– Til politisku skipanina og tey, sum játta pening til slíka tilbúgving, er at siga, at hetta er ein góð samfelagslig íløga sum frá líður; ein íløga, sum sparir nógvan almennan pening, sum ikki skal útgjaldast til sjúkrameldingar og óarbeiðsføri seinni í lívinum hjá núverandi skúlabarni, sigur Súsanna Olsen.

Súsanna Olsen heldur, at fleiri høvdu trivist í skúlunum, um børn, ið ikki trívast, høvdu onkran, sum tey kunnu venda sær til og práta við.

– Eingin ivi er um, at økissálarfrøðilig tilbúgving í fólkaskúlanum hevði lætt nógv um bæði hjá teimum yngru og eldru skúlabørnunum, lærarum teirra og avvarðandi at barninum, sigur hon og greiðir víðari frá.

– Onkuntíð er lættari at tosa við ein uttanfyristandandi, sum sær objektivt upp á støðuna hjá barninum og tí unga, sum kann geva tí eitt umsorganarfult og skiljandi viðleikandi mótspæl og nøkur amboð, sum eru til stóra hjálp í gerandisdegnum, sigur Súsanna Olsen.

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, er ikki avvísandi, tá vit spyrja hann, um hann er sinnaður at seta líknandi skipan við føstum sálarfrøðingum í skúlunum í verk. Hann hevur longu arbeitt nógv fyri at økja um trivnaðin á fólkaskúlunum, og í tí sambandi hevur hann eitt nú sett ein trivnaðarráðgeva – sálarfrøðingin Tóru Petersen. Hon hevur verið á skúlunum kring landið og havt fundir við skúlastýrini.

– Nú bíði eg eftir einum fundi við hana fyri at fáa at vita, hvat hon metir um støðuna. Eftir at vit hava prátað saman, dugi eg ikki at ímynda mær annað enn, at eg komi við einari ætlan um, hvussu vit styrkja sálarfrøðiliga partin av fólkaskúlanum, sigur Jenis av Rana.

Les alla greinina í Skúlablað nr 3, 2021


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.