Tíðindi

Góðar relatiónir bróta sosiala arvin

Vit liva í einum kompleksum heimi, har børn og ung brúka ein stóran part av tíðini framman fyri skermum. Tíðin, tá tú ert saman við øðrum andlit til andlits, gerst minni og minni. Samskiftið við vinir er í stóran mun flutt úr kømrunum og inn í skermarnar. Kanningar, eitt nú úr Danmark, vísa, at alt fleiri børn og ung kenna seg einsamøll. Tey vísa millum annað á, at tey ongan vaksnan hava at tosa við. Umframt hetta fáa børnini eina ørgrynnu av kunning av øllum handa slagi. Kunning, sum ikki er tillagað børnum og ungum, og sum tey í mongum førum ikki kjakast við vaksin um. Kompleksi heimurin setur stór krøv til fakfólk og yrkisliga samskiftisførleikan. Júst samskiftisarbeiðið er tað, sum Anne Linder, lærari, sálarfrøðingur og rithøvundur, leggur stóran dent á í sínum arbeiði sum leiðari á ICDP International Child Development Programme. Skúlablaðið hitti Anne Linder á Hotel Hafnia í samband við, at hon hevði skeið í yrkisligum samskiftisførleikum.

06.06.2017

Anne Linder er fyrilestra – og skeiðshaldari, sum er kend fyri síni skemtiligu innsløg. Tey, sum hava verið á skeiði hjá henni, siga, at tað ástøðiliga ofta verður latið í ein skemtiligan ham.
– Tað hevur týdning fyri samskiftið, hvussu eg møti tær, sigur hon. Um eg eri opin, letur tú teg eisini upp, og humor er við til at bróta ísin, vit kunnu sjálv gera so nógv við samskiftið.  

Yrkisliga samskiftið er av stórum týdningi
Tað yrkisliga samskiftið hevur ómetaliga stóran týdning. Fjórða hvørt ár kannar WHO 10 ára gomul børn og spyr tey millum annað, hvat eitt gott lív er fyri tey. Tað, sum hevur størstan týdning fyri 10 ára gomul børn, er sambandið við foreldrini, men á øðrum plássi nevna tey, at tað, at tey yrkisligu møta teimum jaliga elvir til eitt gott lív. Tey yrkisligu sambondini, leggur Anne Linder dent á, hava størri týdning fyri børnini enn vinir, og tí mugu vit ikki undirmeta samskiftið.  

Eggini í eggjabakkanum
Tá vit hava ein trupulleika við einum barni, hava vit ofta lyndi til at kanna barnið einsamalt. Tað er einstaka barnið, sum verður lagt undir lupp. Hví ger barnið, sum tað ger? Hvat er galið við barninum, hvørja diagnosu hevur tað og so framvegis? Tað, vit í grundini gera, er, at vit taka eitt egg úr eggjabakkanum og kanna tað. Men um vit bert kanna eitt egg, síggja vit ikki heildina.
- Vit mugu tí flyta fokus, sigur hon og hyggja at samskiftinum, sum barnið er partur av. Á henda hátt kanna vit tað, sum er millum eggini. Tá vit soleiðis flyta fokus, kunnu vit betra samskiftið, sum barnið er partur av. Eg haldi, at av tí, at vit í alt ov stóran mun leggja dent á einstaklingin og ikki síggja hann í einari samskiftisligari heild, eru vit yrkisligu ein av orsøkunum til, at sosiali arvurin ikki verður brotin, sigur Anne Linder og harmast.
- Tað, sum vit gera, tá vit bert síggja einstaklingin, er, at vit seta tiltøk í verk, sum bara rætta seg móti barninum, og ikki øllum tí, sum barnið er partur av. Trupulleikin kann ikki standa einsamallur, vit mugu síggja øll eggini í síni heild, skal samskiftið gerast betur.

Hvør hevur samskiftisførleika?
Samskiftisførleika hava tey, sum duga at fara undir, halda fast í og menna eitt kensluligt samband, og við støði í hesum sambandi duga at skapa eitt lærandi og vegleiðandi samskifti, sigur Anne Linder, og vísir á, at námsfrøði er nakað, sum fer fram millum menniskju, og góðskan av hesum hevur stóran týdning í mun til inklusjón. Vit vita frá gransking, at góð sambond við onnur hava alstóran týdning í mun til at bróta sosiala arvin. Í grundini eru sambondini tað týdningarmiklasta í hesum sambandi.

Anne Linder hevur saman við Karsten Hundeide ment átta samspælsevni sum aftur verða býtt í tríggjar samrøður, ið eru kjarnin í samskiftisgrundaðari námsfrøði. Skráin gevur tí yrkisliga samskiftisførleikar, sum eru týdningarmiklir í mun til at bróta sosiala arvin.

Kensluliga samrøðan verður býtt í:
Vís gleði fyri barninum
Síggj stigini, barnið tekur – laga teg eftir tí
Bjóða barninum til samrøðu – lurta og svara
Gev viðurkenning fyri tað, barnið megnar

Meiningsskapandi samrøðan
Fanga uppmerksemið hjá barninum
Fasthald uppmerksemið – vís kenslur og áhuga
Breið upplivingina út, útdýpa og greið frá

Vegleiðandi samrøðan
Sig barninum, hvat tað kann og ikki kann – stig fyri stig

Anne Linder heldur, at tey yrkisligu ofta duga øgiliga væl ta kensluligu samrøðuna, men sigur hon, um tann meiningsskapandi og vegleiðandi samrøðan ikki fær eins nógv rúm, hevur tann vaksni ikki samskiftisførleika. Hann dugir jú bert ein part av samskiftinum, og tað er jú í hesum báðum samrøðunum, at læringin fær innivist, bæði í mun til at læra at vera menniskja, men eisini í mun til vitan um samfelagið, tú ert partur av. Barnið skal læra at gerast forvitið um umheimin.

Í meiningsskapandi samrøðuni fær okkara samskifti eitt innihald. Anne Linder vísir á, at vit skulu royna at knýta upplivingar í nútíðini saman við upplivingum úr fortíðini og framtíðini.

- Tá tú gongur túr við barninum, og tú sær ein flottan bil, fanga so uppmerksemið hjá barninum, ger eitt sindur burtur úr, nýt endiliga keipur og vís barninum á, at tú heldur bilin vera sera flottan. Tá tú hevur uppmerksemið, tak so støðuna víðari, spyr um barnið minnist, tá tit keyptu tykkara bil, og práta síðan um, hvussu tað var at fáa nýggjan bil. Far so víðari og set støðuna í ein framtíðarsjónarhorn, har tú spyrt barnið, hvat slag av bili, tað fer at keypa, tá tað verður stórt. Á henda hátt hevur tú breitt samrøðuna út. Barnið sær seg sjálvt sum part av einari søgu, nútíð og einari framtíð. Hetta gevur meining og gevur barninum reystleika, tí tað sær seg sum part av verðini, og tá verður tað eisini forvitið upp á verðina, sum tað er partur av. Forvitni hevur aftur ómetaliga stóran týdning fyri hugin at læra, sigur Anne Linder, og tað sæst, at hon veruliga brennur fyri ICDP-skránni.

Anne Linder greiðir frá, at ICDP er ein ástøðilig skrá, sum er grundað á vissu. Endamálið við skránni er at økja góðskuna í samskiftinum millum barnið og tann vaksna.

- Gjøgnum skránna læra tey vaksnu at lurta eftir tørvinum hjá barninum. Tá tey læra at lurta, duga tey eisini betur at møta barninum, har, sum barnið er. Vit eru ógvuliga upptikin av, at besti hátturin at hjálpa barninum er at hjálpa umsorganarpersónunum, ið eru um barnið, sigur hon. Tí má samskiftið í miðdepilin – tað er grundleggjandi, og vit vita frá gransking, at gott samskifti elvir til góða læring og góða menning. Anne Linder leggur dent á, at samskiftið er kjarnin í yrkisligum samanhangi.

Altjóða skrá
Vit frøast um, at móttøkan av ICDP-skránni hevur verið so góð, tí tað ber boð um, at onnur síggja sama virði í henni, sum vit, sigur Anne Linder. Upprunaliga varð skráin jú ment sum eitt amboð í samband við neyðhjálpararbeiði. Tað vóru teir báðir norsku professararnir í sálarfrøði Karsten Hundeide og Henning Rye, sum gjørdu skránna av fyrstan tíð.
- Eg havi síðan lagað hana til, so hon kann nýtast í mun til yrkisligt samskiftisarbeiði. Og ikki kann sigast annað enn, at undirtøkan hevur verið framúr góð. Í Noregi fáa foreldur eina vegleiðing, tá tey fáa børn, sum lýsir, hvussu tey kunnu vera foreldur. ICDP-skráin er vorðin partur av norsku foreldravegleiðingini. Afturmeldingarnar eru, at royndirnar eru serliga góðar í mun til integratiónsarbeiðið, og tað gleðir meg. Vit kunnu eisini frøðast um, at WHO –  Heims Heilsustovnurin brúkar ICDP fyribyrgandi í mun til børn, sum eru í psykososialum vanda.

Vindur í seglini
- Tað er av stórum týdningi fyri okkum, at vit alla tíðina menna og betra skránna. Vit eru sannførd um, at ICDP kann lagast til nógvar ymiskar málbólkar, og vit arbeiða støðugt við at tillaga skránna til nýggjar málbólkar. Soleiðis umfatar skráin ikki bert samskiftið millum børn og vaksin, men umfatar eisini leiðslu og starvsfólk, eins og vit arbeiða við at seta ICDP hugsanina í verk í norskum fongslum og á svenskum ellisheimum. Í Danmark verður ICDP nýtt at førleikamenna starvsfólk, ið arbeiða við relatiónum eitt nú dagrøktarar, lærarar, námsfrøðingar, heilsusystrar, sálarfrøðingar, bókavørðir og onnur. ICDP verður harumframt nýtt í mun til at betra um tvørfakliga samstarvið í kommunum.

Samskiftið smittar
Anne Linder vísir á, at tað er umráðandi, at tann vaksni er uppmerksamur upp á samskiftið við børn. Hevur tú ringt samskifti ella samband við eitt barn, kanst tú vera vís í, at aðrir næmingar lesa hetta av, og tað ávirkar teirra samband við næmingin neiliga. Hevur tú hinvegin gott samband við ein næming, smittar tað yvir á hini, sum aftur fáa gott samband við hann. Tit mugu vita, at tykkara samskiftið smittar, og tí mugu tit veruliga hugsa um, hvussu tit møta barninum, ikki minst næminginum við avbjóðingum, leggur hon at enda afturat.

Tekstur: Gitte Klein

Mynd: Rannvá Egholm


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.