Tíðindi

Góð ráð til lærarar at fyribyrgja strongd

Dugir lærarin at stýra væl í floksstovuni samstundis sum hann er trúgvur ímóti sær sjálvum, kann tað minka um vandan fyri strongd

22.05.2020

Floksleiðsla og læraraleiklutur eru nær tengd at strongd. Lærarastarvið verður støðugt meiri komplekst og samansett, og væntanirnar til læraran økjast í hvørjum. Lærarar skulu hava persónligt samband við næmingar, starvsfelagar, foreldur og onnur. Teir hava fakligu ábyrgdina. Harumframt verður væntað av læraranum, at hann hevur umsorgan fyri næmingum sínum. Tíðartrýst, menningararbeiði við stuttum skotbrái, vantan av tamarhaldi, negativ atferð millum næmingar og ein støðug vaksandi arbeiðsbyrða eru týðandi viðurskifti, tá ið talan er um strongd millum lærarar.

– Tað at hava fleiri arbeiðsuppgávur, enn tú hevur tíð til, førir til eina kenslu av vantandi tamarhaldi, sum aftur kann føra til økta strongd. Trýst av strongd yvir tíð kann gera, at orkan hvørvur, og í førum kann tað føra til, at lærarin verður útlúgvaður. Tí verður tað verri at fáa tíð og orku at arbeiða við viðurskiftunum við næmingarnar, sigur Pål Roland við Læringsmiljøsenteret á Universitetetinum í Stavanger.

Hann hevur skrivað um strongd millum lærarar í bókini Stress og mestring i skolen; bókin byggir á gransking í CIESL-verkætlanini. Her hevur granskarin nøkur góð ráð, sum hava til endamáls at fyribyrgja strongd í lærarayrkinum.

Ráð 1: Kensluligur stuðul minkar um strongd

Kensluligur stuðul minkar um strongd bæði millum lærarar og næmingar. Góðar tilgongdir í toyminum eru umráðandi fyri at røkka hesum. Tað eru nógvar orsøkir til, at lærarar eiga at royna at sleppa undan strongd í arbeiði sínum við næmingum. Gransking vísir, at strongd millum lærarar í stóran mun kann føra til niðurbrótandi læriumhvørvi, og tað ger tað trupult hjá bæði lærarum og næmingum at fáa sum mest burtur úr læringini.

Negativar upplivingar við strongd yvir tíð kunnu ávirka førleikarnar og orkuna hjá lærarum at hava tætt samband við næmingarnar, at stuðla kensluliga og at skapa dygd í undirvísingini. Hvussu lærarin megnar at fyribyrgja og koma tvørtur um strongd kann skapa góðar fortreytir fyri tryggari og góðari floksleiðslu, nakað sum er ein fortreyt, um lærarin skal kunna vera ein fyrimynd hjá næmingunum. Og tá verður hugsað um evnini at rættleiða negativa atferð, duga at fyribyrgja negativum hendingum og trúgva uppá, at hann megnar og dugir at takkla negativar kenslur hjá sær sjálvum.

Strongd ávirkar. Næmingar, sum uppliva strongd í gerandisdegnum í skúlanum, tørvar lærarar, sum skilja seg og hava førleika at stuðla í sosiala felagsskapinum. Lærarin, sum sjálvur er tyngdur av strongd og er útlúgvaður, hevur sannlíkt ikki orku til so týdningarmikið arbeiði. Tað kann aftur gera, at næmingarnir gerast uppaftur meiri strongdir, og at teir hava ilt við at motivera seg í skúlanum, sigur Roland.

Ráð 2: Ver týðiligur vaksin

Er trupulleikar í flokkinum við disiplin og atferð, eigur lærarin at handfara hetta við eini proaktivari tilgongd, nevniliga at vera nærverandi og týðiligur. Sama er galdandi, tá ið lærari, sum er tyngdur av strongd, útinnir floksleiðsu við næmingar, sum hava atferðartrupulleikar. Tá ið lærarin ikki er førur fyri ella hevur orku til at byggja góðar relatiónir, og ikki megnar at seta mørk, førir tað sannlíkt til negativa atferð – og tað er steinur oman á byrðu hjá lærara við strongd. Hetta kann virka við til, at lærarar, sum onkursvegna eru viðkvæmir, ikki fáa tað teimum tørvar. Hóast støður við strongd onkuntíð kunnu sýnast at vera ómøguligar at hava við at gera, kann lærarin gera nógv fyri at tálma strongdini. Tað, sum hevur mest týdning, er ikki at missa trúnna á teg sjálvan, tí at tú ert í eini støðu, sum krevur nakað eyka av tær.

Ráð 3: Trúgv upp á teg sjálvan

Megnar tú at vera ein góður floksleiðari, sum trýrt upp á teg sjálvan við góðum tamarhaldi á støðuni, hevur tú góðar fortreytir at tálma strongdini. Lærarar, sum klára at handfara strongd, fáa størri yvirskot, og tað kemur næmingunum til góðar við spennandi framløgum, betri skipan av undirvísingini og góðum relatiónum. Teir gerast rætt og slætt betri floksleiðarar.

– Lærarar eiga at kenna til ymsu mekanismurnar, sum elva til strongd, og hvussu teir handfara strongdina umframt at fyribyrgja strongd.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.